Home Nýggjastu tíðindi Úrslitini frá Føroya Bjór Renning á Norðoyastevnu

Úrslitini frá Føroya Bjór Renning á Norðoyastevnu

by Guttorm Sørensen

Í dag skipaði Treysti fyri fyrsta umfari í Grand Prix kappingini fyri vaksin, sum verður í summar. Luttøkan á Norðoyastevnu var metstór hesaferð og vóru tað tilmeldaði nærum 70 vaksin og 80 børn. Líkindini at renna vóru góð og var bert talan um eitt lítið høgættarlot meðan runnið bleiv.

fbr-2009
Andrias, Sam, Gutti og Borgar løgdu seg á odda frá byrjan. Eirikur og Jan Elmar síggjast aftanfyri

Bragdið streyk avstað við sigrinum hjá bæði kvinnum og monnum og vóru tað tey bæði Bjørk Herup Olsen og Andrias Hansen í vunnu opnu bólkarnar. Hetta var fyrsti Grand Prix sigur hjá Andriasi og hjá Bjørk gjørdist talan um persónligt met á 5 km.  Hjá monnligu veteranunum og superveteranunum vóru tað Borgar Biskopstø og Heðin Jóhannesen úr Treysti, ið vunnu, meðan tað hjá kvinnunum vóru Rósa Margret Hammer úr Klaksvík og Charlotte Rasmussen úr Frælsi í vunnu.

bjork petra rebekka
Bjørk, Petra Gardar Neumann og Rebekka vóru fremstu kvinnur í dag

Meðan Bjørk Herup Olsen var einasta kvinna undir 20 minuttir, so vóru tað heili 17 menn, sum komu undir teir 20 minuttirnar.

borgar rosa hedin charlotte
Borgar, Rósa, Heðin og Charlotte vunnu veteranbólkarnar

Øll úrslitini frá Føroya Bjór Renningini, sum var í Klaksvík í dag, eru at finna í .pdf formati her.

Næsta umfar í Grand Prix verður longu fríggjakvøldið 12. juni kl. 19.00 á Skála. Teinurin, sum rennast skal á Skála verður 8,7  kilometrar.

0 comment
0

Related Articles