Úttøkutreytir til úrvalsbólkin 2009
FÍF hevur avgjørt at skipa ein úrvalsbólk av íðkarum, sum fáa stuðul annaðhvørt til kapping uttanlands ella til venjingarlegu. Hettar verður gjørt, fyri at eggja okkara framkomnu íðkarum at seta sær enn hægri mál.
Avgjørt er, at stuðla teimum, sum klára settu krøvini við kr.5.000 í 2009. Krøvini eru í fyrsta lagi 700 stig á stigatalvuni hjá IAAF, og í øðrum lagi eitt gjøgnumsnit av úrslitunum, ið góvu bronsumerki á trimum teimum undanfarnu oyggjaleikunum. Tað gevur fylgjandi krøv:
Kvinnur |
Grein |
Menn |
14,17 |
100m |
11,59 |
29,62 |
200m |
23,92 |
66,58 |
400m |
53,51 |
2.28,73 |
800m |
2.02,94 |
5.11,44 |
1.500m |
4.13,79 |
19.30,95 |
5.000m |
15.38,02 |
41.17,92 |
10.000m |
33.14,19 |
41.35 |
10 km |
33.19 |
1.30,42 |
21,1 km |
1.16,11 |
3.16,36 |
42,2 km |
2.47,53 |
17,06 |
110/100 f |
16,28 |
72,06 |
400 f |
59,92 |
13.02,60 |
3.000 f |
10.17,92 |
4,65 |
Longdarlop |
5,95 |
10,15 |
Trístøkk |
12,73 |
1,54 |
Hæddarlop |
1,83 |
3,36 |
Stonglop |
4,07 |
38,11 |
Spjótkast |
53,93 |
11,25 |
Kúlustoyt |
12,99 |
38,22 |
Hamarkast |
46,76 |
35,12 |
Klingruvarp |
41,37 |
Harafturat skal íðkarin:
– vera limur í felagi undir FÍF, og vera búsettur í Føroyum
– føddur 1991 ella fyrr
– venja frælsan ítrótt miðvíst
– vera sjónligur í kappingunum, sum eru í Føroyum.
Tað er upp til feløgini, at gera úttøkuleiðaran varugan við íðkarar, ið eiga at verða havdir í huga. Íðkarin ger í samráð við úttøkuleiðaran av, hvat stuðulin skal brúkast til – annaðhvørt til kapping uttanlanda ella til venjingarlegu. Íðkarin skal eftir ferðina greiða úttøkuleiðaranum frá hvussu ferðin eydnaðist.
Stuðulin fellur burtur, um hann ikki er brúktur innan 12 mánaðir eftir, at kravið er klárað. Undantøk kunnu verða gjørd í samráð við úttøkuleiðaran.Stuðulin kann verða frátikin, um íðkari sýnir ósømiligan atburð. Slíkt mál skal fyri nevndarfund hjá FÍF áðrenn avgerð verður tikin.
Úttøkuleiðarin er
Niels Jákup Jakobsen tlf. 545194
nielsj@elektron.fo
2 comments
Hvørji eru úttøkukrøvini fyri yngru aldursbólkarnar. tað hevði verið gott at vita tað.
Hey Símun.
Krøvini til talentbólkin eru her á heimasíðuni, men ikki løtt at finna. Um tú í søkifeltinum skrivar “av bakkastokki” skuldi tú funnið greinina “Talentbólkurin av bakkastokki”. Við greinini eru tvær leinkjur – onnur við dreingja- og hin við gentukrøvum.
Sjálvandi er tað ikki ætlanin, at krøvini skulu vera so ring at finna. Ætlanin er at hava ein bredda her á síðuni, sum bert kallast “úttøkukrøv” ella bara “krøv”.
Krøvini hanga eisini á uppslagstalvuni í Bragdahúsinum.
vinarliga Hallur
Comments are closed.