Tíðindaskriv:
Øll sum luttóku í fólkaheilsurenningini í Havn og í Klaksvík, og ongan vest fingu, kunnu nú fáa sín endurskinsvest. Bragdið útflýggjar á Torginum í SMS leygardagin kl. 10-16 og Treysti útflýggjar hjá Sportmaster í Klaksvík kl. 10-14.
Alla næstu viku verður eisini møguligt at heinta sín endurskinsvest hjá Sportmaster í Havn og Sportmaster í Klaksvík.
Neyðugt er at upplýsa startnr. og tey sum ikki fingu startnummar í Havn, kunnu gjalda í sambandi við avheintanina.
Vónandi nýta flest møgulig høvi at heinta enduskinsvestin longu leygardagin 11. oktober.
Les meira um hettar á www.renn.fo
Bragdið, Treysti og Heilsumálaráðið