Tilmeldingin til Vágar ½ maraton hevur tikið øll á bóli, og nú luttakaratalið er komið uppá 300, hava fyrireikararnir stongt fyri fleiri tilmeldingum. Tað verður ikki hildið vera ráðiligt, at fleiri enn 300 fólk skulu koyrast til Gásadals.
Tað ber tó enn til at melda til heilsurenningina, sum verður av flogvøllinum til FK í miðvági.
Hetta er aðru ferð seinastu tríggjar mánaðirnar, at ein rennikapping er fullteknað.
Tað skuldu verið góð tekin fyri Vetrarkappingina.
12 comments
Jeg vil gerne deltage en voksen med et barn på 11 mdr på løbeturen fra lufthavn til FK i midvagur lørdag svar gerne på mail mvh Camilla
Hey Camilla
Du kan lave en tilmelding selv under “tilmelding” på hjemmesidens forside.
venlig hilsen
Hallur Holm
Ber tað til at melda til á staðnum, sum tit hava lýst við fyrr?
Hey Dan
Tiltakið ber snøgt sagt ikki fleiri rennarum. Enn er tó møguligt at melda til heilsurenningina, sum er av flogvøllinum til keypssamtøkuna í Miðvági.
vinarliga
Hallur Holm
Hey Hallur
Síðsta ár meldaði eg til online, men gjørdist brádliga sjúkur og kundi tí ikki luttaka,
Í ár valdi eg at bíða at melda til, tí 275kr eru nógvir pengar at gjalda, um ein ikki luttekur.
Heilsurenning tími eg ikki, so renni mær sjálvur ein túr 🙂
Dan
Tað stendur inni á FRÆLSI heimasíðuni, at tilmeldingarfreistin er á midnátt 1 sept, men tit velja broyta tað til 29 august?
Hey Dan
FÍF er ikki fyriskipari av tiltakinum. Frælsi skipar fyri, og tey síggja sær ongan annan útveg enn at steingja tilmeldingina, tí tiltakið ber ikki fleiri fólk.
vinarliga
Hallur
Hetta er ikki í lagi. Dugi ikki at skilja, hví man bara 300 fólk sleppa niðan til Gásadals.
Tað stendur at freistin at melda til er 1. september, so mugu tit eisini yvirhalda tað tit skriva og ikki steðja áðrenn.
Hey Tina
Frælsur Ítróttur Føroya er ikki fyriskipari av tiltakinum. Tað er rættiliga óvæntað, at so nógv fólk hava teknað seg. Tey í Frælsi tora ikki at taka ábyrgd av fleiri fólkum. Og logistiktrupulleikarnir eru eisini ein fløskuhálsur.
vinarliga
Hallur
Ber ikki til at fáa ein buss avtrat ??? virkuliga keðiligt at tit seta eitt dato og so fær man ikki pláss kortini
Ella er tað ein onnur grund til at tit ikki vilja hava meira enn 300 fólk ??
Nú svari eg fyri Frælsi, uttan at vita neyvt. Men eg kann ímynda mær, at tað ikki er tað lættasta at skaffa 10 stórar bussar leygarmorgunin. Aðrir stórir trupulleikar kunnu eisini standast av logistikkinum. Matur og drekka til so nógv fólk er eisini ein fløskuhálstrupulleiki hjá einum so lítlum felagi sum Frælsi. Men hetta er mest gitingar hjá mær. Kanska Sølvi Símunarson eisini kann svara, um hann sær hetta?
Vinarliga
Hallur
Comments are closed.