Home Nýggjastu tíðindi Vána líkindi – frálík undirtøka!

Vána líkindi – frálík undirtøka!

by Hallur Holm

Tað var eingin ísur á vegnum leygardagin, tá útsetta nýggjárshálvmaraton varð runnið í Eysturoynni. Og tað kavaði heldur ikki. Men so er eisini alt tað góða sagt um veðrið, sum sigast kann. Tí nógvur mótvindur var í gjár, og fyrsta tíman regnaði mest sum allatíðina. Harafturat komu nakrar hvassar hvirlur við grovum ælingi. Og tað kom beint framman á!

Men rennarar eru nakað fyri seg. Tí hóast ringu líkindini, var metstór luttøka. 33 menn og 12 kvinnur stóðu og trippaðu í grótbrotinum við Funningsfjarðarvegin tá klokkan nærkaðist 11, og løtu seinni fór allur flokkurin pressandi oman móti Skálabotni. Leiðin gekk út á Toftakei.


45 rennarar leggja til brots

Hjá monnunum var tað Henry Olsen úr Bragdinum, sum beinanvegin legði seg á odda við Jonhardi Larsen og Andrasi Joensen eitt vet aftari. Og aftanfyri teir báðar stríddust Jóhan M. Jacbosen og Magni Jacobsen. Tá 8 km eru farnir, er Jonhard farin undan Andrasi, og hevur vunnið seg heilt fram til Henry. Favorittarnir báðir,  Jonhard og Henry fylgjast síðani niðan Byrgisbrekkuna, men niðankomnir setir Henry ferð á og fer síðani støðugt frá Jonhardi og vinnur Nýggjárshálvmaraton 2011 góðar tveir minuttir frammanfyri Jonhard. Ivaleyst størsti sigurin hjá Henry, síðani hann byrjaði at renna.


Henry hevur her eftir 15 km lagt seg avgerandi á odda

Andras Joensen rann leingi einsamallur á triðja plássi, men komnir heilt inn til Runavíkar, hevur Magni Jacobsen strítt seg fram til hansara. Teir fylgjast eina løtu, men longu í svinginum á Nesi fer Magni undan. Magni endar sostatt nr. 3 smá 40 sekund frammanfyri Andras á fjórðaplássi.

Men Andras fór ikki tómhentur til húsa kortini. Tí úrslit hansara rakk til eitt silvurmerki í veteranbólkinum. Nr 1 í veteranbólkinum var sami maður, sum vann opna bólkin, nevnliga Henry Olsen! Ultramaratonrennarin Pól Sundskarð vann bronsuna.

Eingin av hinum Superveteranunum stóð bestseljaranum Óla Olsen kurl. Nakað varliga mundi hann leggja út í dag, men hann fekk vundið seg so nógv upp, at hann ikki bert vann sín flokk við 10 minuttum. 61 ára gamli rithøvundurin lovaði bara 4 av teimum ungu fyrr á mál! Annars hava Jens Weihe og Óli mangan javnan dystin kappast, men hesuferð gjørdist einki hjá 63 ára gamla Jensinum, sum tó vann silvur. Gunnar Simonsen vann bronsuna.

Sera gleðiligt var at síggja so nógvar kvinnur á startlinjuni. Og 5 tær fremstu vóru eisini rættiliga javnar allan vegin. Tó var tað Tórvør Østerø Vang, sum var nakað frammanfyri hinar allan vegin. Men bara ein stórur minuttur var frá frá Ingrid Patursson á øðrum plássi aftur til Gunhild Helmsdal á triðja, Astrid Joensen á fjórða og Katrin Danielsen á fimta plássi. So har var allatíðina spenningur um, hvussu heiðursmerkjabýtið fór at verða.

Veterankappingina hjá kvinnunum vann Ingrid Patursson frammanfyri Lydiu Gardar og Karin K. Petersen.

Ikki kann sigast annað, enn at stríðsviljin var stórur í dag. Í slíkum veðri er væntandi, at onkur gevur upp á leiðini. Meira enn so. Men í dag var eingin, sum gav upp. Øll tey 45, sum byrjaðu á Funningsfjarðarvegnum, komu í øllum góðum út á Toftakei!! Eitt bragd í sær sjálvum.

Aftaná góða brúsu í ítróttarhøllini, varð bjóðað til kaffimunn og heitar vafflur í Sjókafé’ini. Tað er sjálvandi sera hugnaligt, og ikki minni týdningarmikið, at vit ikki bara hoyra tivanina hjá hvørjum øðrum, men eisini kunnu tosa um renning og annað leyst og fast eftir lokið stríð.

Takk fyri dagin!

Úrslitini eru at finna her og myndir koma her (so skjótt sum tilber).

Her eru myndir Jóannes hevur tikið, og her eru myndir sum Jórun hevur tikið.

3 comments
0

Related Articles

3 comments

FB 16.01.11 - 12:12

Kl. 12:30 bíði spentur:-)

Lydia Gardar 17.01.11 - 15:40

Hey tit allir rennarar frá nýggjárshálvmaraton renningini leygardagin. Tillukku til tykkum øll somul fyri at hava gjøgnumført. Má siga at hatta var higartil tað harðasta eg havi uppliva í mínari “rennnikarrieru”. Eri kedd av at eg ikki fekk verið við til hugnaløtuna aftaná á Sjóðcaféini. Børnini spældu dyst á skála, so eg fór beint avstað eftir teimum aftaná. Ein tøkk til fyrireikararnar fyri alt ( teir kundu kanska bílagt betur veður næstu ferð:)

Niels 19.01.11 - 19:24

Næstan líka strævið sum eitt mararthon 🙂

Comments are closed.