Home Nýggjastu tíðindi Várkappingin og Vetrarkappingin – samandráttur.

Várkappingin og Vetrarkappingin – samandráttur.

by Hallur Holm

 

 

Várkappingin varð hildin seinasta leygardag, og hetta var eisini seinasta umfar av vetrarkappingini. Serligur spenningur undan seinasta umfarinum var í kappingini hjá monnum, har Guttorm Sørensen og Sam Vang frammanundan lógu javnir. Men eisini Andrias Hansen, Regin Zachariasen og Guðmundur Joensen vóru við, og spenningurin var stórur um hvør fór at vinna. Sum so ofta var tað Andrias, sum setti ferð frá byrjan. Fyrsti km varð runnin uppá 3.14, og Regin hevði slept. Ferðin fór nakað niður, men Andrias royndi alla tíðina at halda trýstið, og tað eydnaðist eisini at fáa fyrst  Guttorm og síðani Guðmund at  sleppa. Sam sá eitt sindur brúktur út, men kempaði hart fyri at halda fast í Andriasi. Líka til tað manglaði ein kilometur fylgdust teir báðir. Komnir á keiinia fyri seinastu ferð, setti Sam brádliga ferð á, og við einum góðum rykki fekk hann mest sum avgjørt kappingina áðrenn teir komu niðan á vegin aftur til teir seinastu 500 metrarnar. Sam kom á mál við tíðini 34.20, sjey sekund frammanfyri Andrias. Triðjur um málið kom Guðmundur Joensen, sum annars var blivin yvirhálaður av Regini á seinasta umfarinum. Men Guðmund tók so Regin aftur í endaspurtinum. Teir høvdu tíðirnar  34.42 og 34.46. Fimtur á mál kom Guttorm við tíðini 35.27.

Hetta hevði við sær, at Sam eisini gørdist samlaður vinnari av vetrarkappingini, meðan Guttorm, sum hevur kent seg sera tungan í seinastuni, mátti taka til takkar við 2. plássið. Andrias bleiv samlað nr. 3.

Jan Elmar, sum ikki var við hesa seinastu kappingina, misti akkurát sítt 3. pláss til Andrias, men hinvegin var hann einasti luttakari hjá mansunglingunum at gjøgnumføra minst 3 umfør, og gjørdist hann tí greiður vinnari har.  Hjá dreingjunum vann Rúni Seloy allar kappingarnar. Í Runavík rann hann teir 5 km uppá 18.04 min. Nr. tvey henda dagin og samanlagt gjørdist Regin Joensen við tíðini 20.22. Nr. 3 gjørdist nýggja stjørnuskotið hjá Bragdinum Hans Jacobsen, sum longu í síni næstu kapping rann so skjótt sum 20.32. Hann var bert við í tveimum teimum seinastu umførunum, og fekk tí einki samlað úrslit.

Jan Elmar, sum ikki var við hesa seinastu kappingina, misti akkurát sítt 3. pláss til Andrias, men hinvegin var hann einasti luttakari hjá mansunglingunum at gjøgnumføra minst 3 umfør, og gjørdist hann tí greiður vinnari har.  Hjá dreingjunum vann Rúni Seloy allar kappingarnar. Í Runavík rann hann teir 5 km uppá 18.04 min. Nr. tvey henda dagin og samanlagt gjørdist Regin Joensen við tíðini 20.22. Nr. 3 gjørdist nýggja stjørnuskotið hjá Bragdinum Hans Jacobsen, sum longu í síni næstu kapping rann so skjótt sum 20.32. Hann var bert við í tveimum teimum seinastu umførunum, og fekk tí einki samlað úrslit.

Veterankappingina hjá monnum vann Regin Zachariasen frammanfyri Hanus Højgaard og Boga Gardar. Í samlaðu kappingini bleiv Regin nr. 1, Borgar Biskopstøð nr. 2, og Bogi Gardar nr 3.

Hjá superveteranunum fingu vit aftur ein spennandi dyst millum Jens Weihe og Óla Olsen, sum ikki bleiv avgjørdur fyrr enn í endaspurtinum. Og her var tað aftur Jens sum var skjótastur. Teir komu á við tíðunum 40.24 og 40.30. Triðjur varð Steindor Hjaltalin við tíðini 44.49. Hetta var eisini sama raðfylgjan í samlaðu støðuni, har Óli vann fyrstu kappingina Runt Agnið, meðan Jens vann allar hinar.

Hjá gentunum vann Rebekka Fuglø allar 5 kappingarnar, og var eisini einasti luttakari við minst trimum kappingum. Henda dagin rann hon sína bestu tíð nakrantíð á 5 km. Tíðin var 20.24 min og er hetta ein betring uppá uml. ein minutt!

Kappingin hjá kvinnum hevði so høgt støði, at hon verður viðgjørd í einari grein fyri seg.

Samanumtikið hevur vetrarkappingin verið væleydnað. Veðrið hevur verið ivasamt til tíðir, men betri enn í fjør. Nógv fleiri luttakarar hava gjøgnumført í ár, og tað er at frøast um. Eyðsýnt er, at tað er tørvur á einari slíkari kapping, og lítið man vera at ivast í, at hon verður endurtikin næsta vetur. Næsta stóra kapping verður á Flaggdegnum, og síðani byrjar summar-grandprixið, sum verður á stevnunum kring landið.

0 comment
0

Related Articles