Venjaraskeið 11. og 12. november 2017

Skrivað hevur

Hesi seinnu árini hevur ÍSF javnan fyriskipað vælumtókt venjaraskeið – Venjari 1. Eftir at tað fyrstu árini vóru danir, sum komu upp at undirvísa, er tað nú Heri Ziska, sum er undirvísari. Hann hevur tikið instruktørútbúgving til júst hetta skeiðið, sum eisini verður fyriskipað 28. og 29. oktober. Men tað skeiðið er fullteknað.

Vegna góðu undirtøkuna fyriskipar ÍSF tí enn eitt Venjari 1 skeið 11. og 12. november. FÍF ynskir sjálvandi at vit hava so væl útbúgvnar venjarar sum gjørligt í okkara feløgum, og vil tí gjalda skeiðskostnaðin, sum er 650 kr. alt íroknað.

Av heimasíðuni hjá ÍSF lýsa tey skeiðið soleiðis:

“Hevur tú hug at førleikamenna teg, at fáa eitt netverk tvørtur um ítróttagreinar og fáa íblástur til komandi kappingarár?

So er eitt skeið hjá ÍSF nakað fyri teg – sí lýsing niðanfyri.
Skeið fyri venjarum – Venjari 1
– Ítróttur fyri børn og ung.
– Ítróttur og venjing
– Ítróttaskaðar – nei takk

11. og 12 . november 2017 verður skipað fyri enn einum skeiði fyri venjarum.

Byrjað verður leygardagin 11. November kl. 09.00 til 20.30 og sunnudagin 29 oktober verður hildið fram frá kl. 09.00 til 17.00. Skeiðið fer fram í ÍSF-húsinum í Havn.
Undirvísari: Heri Ziska.

Evni:

ítróttanámsfrøði, ítróttaumhvørvi, menning hjá børnum, venjing, trygd og ábyrgd, etikkur og moralur. Hví venja? Og hvussu? Upphiting, anatomi og fysiologi, venjingarprinsippir, undirvísigarprinsippir.
Skeiðið skiftir ímillum at vera teoretiskt og praktiskt, so tá er gott við ítróttaklæðum.
Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100%. Eftir lokið skeið verður luttøkubræv útflýggjað.
Skeiðið er ein partur av venjaraútbúgvingini hjá DIF, Danska Ítróttasambandinum. Møguleiki er sostatt at byggja víðari upp á skeiðið.

Málbólkur:

Venjarar, hjálparfólk og leiðarar hjá børnum og ungum. Øll sum hava áhuga í og ábyrgd av børnum og ungum, sum luttaka í ítrótti.
Hvat fært tú burturúr:
– Vitan um menningina hjá børnum, fysiskt, psykiskt og samfelagsligt
– Tú lærir nakað um námsfrøði, venjarar av ymsum slag, at seta sær mál, um týdningin av góðum ítróttaumhvørvi.
– Ítøkilig hugskot til spøl og venjing hjá børnum og ungum
– Vitan um, hvussu kroppurin virkar, og hvat ein má taka hædd fyri í sambandi við venjing. Grundleggjandi vitan um venjing og fysiologi. Vitan um, hvussu ítróttaskaðar kunnu fyribyrgjast og um týdningin av rættari uppvenjing, um skaðin er hendur.

Upptøkutreytir:
Luttakari skal vera 15 ár ella eldri. Tó kunnu vit gera frávik frá regluni um upptøku, um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.

Luttøkugjald:
Kostnaðurin fyri skeiðið er 650 kr. Íroknað er frálærutilfar og matur. Gjaldast skal tá tilmeldingin er váttað á konto: 9181 1512333.

Tilmelding:
Tilmeldingin fer fram við at senda ein teldupost til jfh@isf.fo Seinasta freist at melda til er . 3 november 2017.”

Heri Z award 1
Heri er uttan iva tann, sum hevur førleikament seg mest innan venjing við frælsum ítrótti, men eisini innan almenna og grundleggjandi venjing, eru pappírini í ordan.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>