Leygardagin varð sætta og næstseinasta umfar av Vetrarkappingini runnið suðuri í Trongisvági. Á fyrsta sinni var Hvistan vertur fyri einum umfari av Vetrarkappingini, og hesum komu tey sera væl frá. Renniteinurin var einastandandi góður. Frá skúlanum eftir gøtuni fram við Stórá, gjøgnum viðarlundina og víðari niðan á vegin og so oman eftir vegnum við Rangá. Hesin teinurin varð runnin tvær ferðir ella í alt umleið 8,5 km. Hóast tað var hart at renna niðan gøtuna, so var tað stak hugnaligt og hugtakandi. Hesari gøtuni er byggi- og býarskipanarnevndin hjá Tvøroyrar kommunu komin væl frá. Har er einki at klaga um.
Til beins tað so gekk beint niðan í dalin.
Hvørki Rebekka Fuglø ella Marnar Djurhuus vóru við, so nýggir vinnarar skuldu finnast í opnu bólkunum hjá bæði monnum og kvinnum. Tey bæði hava vunnið allar fimm undanfarnu kappingarnar. Fleiri menn, sum hava verið á pallinum í vetur, høvdu eisini forfall í dag, so teir tríggir Sam Vang, Niels Poulsen og Hallur Holm vórðu frammanundan mettir at hava bestu møguleikarnar. Tað var Niels Poulsen, sum førdi fyrsta kilometurin. Síðani tók Hallur yvir og var eitt sindur fyrr enn hinir niðan á vegin. Sam fekk tó skjótt tipt holið aftur, meðan Niels misti eistt sindur. Sam og Hallur fylgdust so framvið málinum og niðan um viðarlundina á øðrum umfari. Síðsta strekkið niðan á vegin fekk Hallur eitt hol aftur til Sam, sum hann helt allan vegin á mál. Munurin á málinum var bert 18 sekund. Niels á triðja plássi var nú dragnaður tveir minuttir.
Ein glaður, kaldur og troyttur vinnari í opna bólkinum og veteranbólkinum. “Mangur maður hevur fegnast um tvær gull í køliskápinum ein leygarmorgun. Men tær gagnast betur um hálsin!
So talan gjørdist um trífaldan Bragdasigur hjá monnunum. Og tað gjørdi tað sanniliga eisini hjá kvinnunum. Her var tað formsterka Durita R. á Lofti, sum vann frammanfyri Tórvør Ø. Vang og Ann Thomsen. Ann og Hallur vunnu eisini hvør sítt gullheiðursmerki fyri veteranbólkin. Og tað skuldi glitra av enn meiri gulli hjá Bragdinum. Tí bæði hjá dreingjum og hjá superveteranunum var tað ein bláur á hægsta pallinum. Steingrímur Hallsson vann hjá dreingjum og Jóannnes Ortind hjá superveteranum, har eisini einasta heiðursmerkið til Hvistuna fall. Tað var Niels Jacobsen, sum á silvurplássinum bert var ein góðan minutt frá gullinum hjá hr. Ortind.
Hattin av fyri Durutu R. á Lofti, sum fekk sín fyrsta sigur í Vetrarkappingini. Tórvør Ø. Vang, sum bleiv nr. 2, sæst aftanfyri.
Steingrímur Hallsson fekk fyri fyrstu ferð í vetur 50 stig á kontuna.
Einasta gullmerkið, sum ikki fall til Bragdið, var í gentubólkinum. Her vóru tað tær báðar knáu genturnar úr Treysti, Oddvør Josephsen og Ruth Gregersen, sum vunnu gull og silvur. Nýggir kustar feiga best, verður tikið til. Um nývalda nevndin í Bragdinum er orsøkin til at man fór úr einum gullmerki á Fossánesi til seks gullmerki í Trongisvági skal verða ósagt, men man ikki Treysti fer at svara aftur í Runavíkini?
Ann Thomsen vann hjá kvinnuveteranunum.
Jóannes fekk umsíður løn fyri altíð góða uppmøting. Her kemur hann fyrstur á mál av superveteranunum.
Hóast vit ikki vóru so mong sum vit plaga, vóru øll samd um, at hetta var ein fínur túrur. Góð renning, gott samanhald og góður matur. Sum Bragdið skrivar á teirra heimasíðu, eru tað júst slíkir túrar, sum styrkja samanhaldið í feløgunum. Hvistan fær eisini eina stóra tøkk fyri væl avgreidda kapping. Vónandi fara teirra reyðu búnar at verða meira sæddir norðanfjørðs eisini.
Arnfinn Johannesen fyrstur at umboða Roysnið við grøna litinum. Limir í Roysninum kunnu keypa grøna búnan í sambandi við Myllurenningina leygardagin.
Hvistan vísti eisini styrki úti á rutuni. Sjúrður Tausen var stinnastur á 8. plássi.
Tað var kalt at renna leygardagin. Hilmar Høgenni hevur tikið øll fyrivarni.
Niels Jacobsen var dagsins Hvista. Hann vann silvurmerkið hjá superveteranunum.
Sum tiknar úr einum ævintýri. Oddvør var einasti gull-vinnari, sum ikki var úr Bragdinum. Rutt Gregersen rann eisini væl, og var bert 18 sekund aftanfyri.
Bragdið nr. 1,2 og 3 hjá bæði monnum og kvinnum. Harumframt gull hjá dreingjum, superveteranum og veterankvinnum- og monnum.
Hvistan var umboðað við trimum rennarum: F.v. John Reid, Niels og Sjúrður.
Osla bjóðar vælkomin og greiðir frá rutuni.
Samlaða støðan í kappingini áðrenn seinasta umfar verður løgd út fyrsta dagin. Bert tvær vikur eru til seinasta umfar av Vetrarkappingini, sum samstundis er FM í 10 km landavegsrenning.
Úrslit frá VK-6 í Trongisvági 16. mars 2013 | ||||||
Gentur f. 1997 – 2001 | ||||||
Nr. | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árstal | Felag | Stig |
1 | 9.29 | Oddvør | Josephsen | 2001 | Treysti | 50 |
2 | 9.47 | Rutt | Gregersen | 2001 | Treysti | 47 |
Dreingir f. 1997 – 2001 | ||||||
Nr. | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árstal | Felag | Stig |
1 | 8.20 | Steingrímur | Hallsson | 1997 | Bragdið | 50 |
Kvinnur opin bólkur f. 1891 – 1996 | ||||||
Nr. | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árstal | Felag | Stig |
1 | 39.00 | Durita R. | á Lofti | 1969 | Bragdið | 50 |
2 | 39.20 | Tórvør Østerø | Vang | 1969 | Bragdið | 47 |
3 | 41.25 | Ann | Thomsen | 1966 | Bragdið | 45 |
Kvinnur veteranar f. 1891 – 1967 | ||||||
Nr. | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árstal | Felag | Stig |
1 | 41.25 | Ann | Thomsen | 1966 | Bragdið | 50 |
Menn opin bólkur f. 1891 – 1997 | ||||||
Nr. | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árstal | Felag | Stig |
1 | 32.07 | Hallur | Holm | 1967 | Bragdið | 50 |
2 | 32.25 | Sam | Vang | 1970 | Bragdið | 47 |
3 | 34.29 | Niels | Poulsen | 1972 | Bragdið | 45 |
4 | 35.34 | Heini | Gregersen | 1964 | Treysti | 43 |
5 | 35.46 | Jonhard | Larsen | 1966 | Treysti | 41 |
6 | 36.39 | Arnfinn | Johannesen | 1965 | Roysnið | 40 |
7 | 37.23 | Eirikur | Joensen | 1967 | Roysnið | 39 |
8 | 37.57 | Sjúrður E. | Tausen | 1975 | Hvistan | 38 |
9 | 38.34 | Herluf | Jakobsen | 1963 | Bragdið | 37 |
10 | 40.17 | Hilmar | Høgenni | 1962 | Bragdið | 36 |
11 | 41.10 | Arnfinnur | Helmsdal | 1970 | Bragdið | 35 |
12 | 42.04 | Jóannes | Ortind | 1951 | Bragdið | 34 |
13 | 43.13 | John Reid | Djurhuus | 1972 | Hvistan | 33 |
14 | 43.45 | Niels | Jacobsen | 1955 | Hvistan | 32 |
15 | 44.30 | Sofus | Poulsen | 1965 | Frælsi | 31 |
16 | 46.42 | Fríðrikur | Bláhamar | 1965 | Bragdið | 30 |
Menn veteranar f. 1958 – 1967 | ||||||
Nr. | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árstal | Felag | Stig |
1 | 32.07 | Hallur | Holm | 1967 | Bragdið | 50 |
2 | 35.34 | Heini | Gregersen | 1964 | Treysti | 47 |
3 | 35.46 | Jonhard | Larsen | 1966 | Treysti | 45 |
4 | 36.39 | Arnfinn | Johannesen | 1965 | Roysnið | 43 |
5 | 37.23 | Eirikur | Joensen | 1967 | Roysnið | 41 |
6 | 38.34 | Herluf | Jakobsen | 1963 | Bragdið | 40 |
7 | 40.17 | Hilmar | Høgenni | 1962 | Bragdið | 39 |
8 | 44.30 | Sofus | Poulsen | 1965 | Frælsi | 38 |
9 | 46.42 | Fríðrikur | Bláhamar | 1965 | Bragdið | 37 |
Menn superveteranar f. 1893 – 1957 | ||||||
Nr. | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árstal | Felag | Stig |
1 | 42.04 | Jóannes | Ortind | 1951 | Bragdið | 50 |
2 | 43.45 | Niels | Jacobsen | 1955 | Hvistan | 47 |