Home Komandi tiltøk TF Renningin 2015 verður leygardagin

TF Renningin 2015 verður leygardagin

by Guttorm Sørensen
Leygardagin 21. mars kl. 10.30 skipar Treysti fyri afturvendandi TF Renningini. Treysti hevur seinnu árini skipað fyri renning í ber navnið hjá høvuðsstuðulinum hjá felagnum, og soleiðis verður aftur skipað í ár. Hendan renningin hevur altíð verið hildin tætt uppá stovningardegnum hjá Treysti, sum er 23. mars. Í ár verður hendan renningin leygardagin 21. mars.

Kappast verður í fleiri ymiskum bólkum fyri bæði gentur og dreingir og kvinnur og menn. Heiðursmerkir, sum Tryggingarfelagið Føroyar letur, verða til nummar 1, 2 og 3 í øllum bólkunum.

 

Tilmelding fer fram í deildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar í Kirkjubrekku leygarmorgunin 21. mars millum kl. 9.30 og 10.15. Luttøkugjaldið er, sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn.

 

Skráin fyri renningina sær soleiðis út:

09.30-10.15 Tilmelding í deildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar
10.30 Gentur & Dreingir f.2009 ella seinni – umleið 250m
10.40 Gentur & Dreingir f.2007-2008 – umleið 500m
10.50 Gentur & Dreingir f.2005-2006 – umleið 500m
11.00 Gentur & Dreingir f.2003-2004 – umleið 1,1 km
11.00 Gentur & Dreingir f.1999-2002 – umleið 1,1 km
11.15 Kvinnur & Menn opin bólkur f.1970-1998 – 3,1 km
11.15 Kvinnur & Menn veteranar f.1960-1969 – 3,1 km
11.15 Kvinnur & Menn superveteranar f.1959 ella fyrr – 3,1 km
11.45 Heiðursmerkjahandan í hølunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar (ella uttanfyri um tað viðrar)

Startur og mál verður í Kirkjubrekkuni uttanfyri deildina hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.

 

Eftir renningina verður okkurt leskiligt at fáa frá Tryggingarfelagnum Føroyar.

 

Luttøkan plagar at verða góð, og tað vónar Treysti aftur hesuferð.

0 comment
0

Related Articles