Sætta árið á rað var FM í lendisrenning runnið á fløtuni og í viðarlundini í Hoydølum. Hini árini hevur serliga váti landssynningurin verið ein avbjóðing, men í ár kom hann av landnyrðingi, og so skjótt hann verður høgur, verður veðrið gott í høvuðsstaðnum. Undan kappingini var næstan stilli og sólin skein. Eitt lítið nos fingu rennararnir eina løtu eftir startin, men sólin tók aftur at skína beinanvegin.
Fløtan var turrari og betri at renna á enn nakrantíð fyrr, og væl skuldi ligið fyri at runnið hampuligar tíðir í dag. Út við 100 rennarar vóru á startinum, og av tí at tað gerst so trongligt uppi í viðarlundini, fóru genturnar og dreingirnir avstað tveir minuttir undan teimum vaksnu.
Og so hirdu tey avstað. Gott veður, nógv fólk og vakrir karmar
Dánjal Dahl Ljósheim hevði longu vunnið sær fyrimun fyrstu ferð dreingirnir komu úr viðarlundini, og var væl fremstur tá teir fóru út á tað seinna av teimum báðum umførunum, sum skuldu rennast. Har var eingin slingur í valsinum hjá Dánjali, sum helt rimmar fast um sín oddasess, og vann sín fjórða sigur í vetur. Hans Sivertsen hevur givið Dánjali harða kapping í vetur, men í dag var orkan ikki til staðar. Hinvegin var Hans Erland Thomsen væl fyri í dag, og gav Hansi sterka mótstøðu. So sterka, at tað skuldi ein spurtur heilt fram á málstrikuna til at avgera annaðplássið, sum Hans fekk bert tveir sentimetrar frammanfyri Hans Erland.
Dánjal Dahl Ljósheim vann ein greiðan sigur í dag, meðan Hans og Hans Erland stríddust til seinasta sentimetur. Oddvør Josepsen er beint aftanfyri dreingirnar, og vinnur sín fyrsta sigur í vetur
Maria Biskopstø hevði vunnið allar tær fyrstu fýra kappingarnar áðrenn dagsins kapping. Í dag gekk minni væl hjá henni, og hon mátti síggja Oddvør Josephsen strúka avstað undan. Oddvør megnaði at fylgjal Hansi og Hans Erlandi allan vegin, og gjørdist sostatt tryggur vinnari. Maria Biskopstø var nummar tvey og Birita Ryan gjørdist nummar trý. Unna Ró Jacobsen, sum er væl við í samlaðu kappingini hevur verið sjúk í vikuni, og gavst tí stutt eftir startin.
Maria, Oddvør og Birita gjørdu ein tripp-trapp-Treysti
Tað gerst alt týðiligari og týðiligari, at tað er Jan Elmar Sørensen, sum er tann sterkasti rennarin í Føroyum í løtuni. Tey vaksnu runnu í dag seks umfør, og bert tey fyrstu tvey umførini megnaðu Eirikur Hansen og Julian Gregersen sum teir einastu at fylgja Jan Elmari. Men so var liðugt. Jan Elmar økti leiðsluna alla tíðina, og var at enda úti við 200 metrar frammanfyri. Tað var Julian Gregersen, sum gjørdist nummar tvey. Hann var í hølunum á Eiriki Hansen mest sum alla renningina, og fór so framvið honum at enda. Andrias Hansen bleiv nummar fýra í dag, heilt stutt eftir Julian og Eirik. Tað verður spennandi at síggja, um hann veruliga kann taka dystin upp við teir fremstu næstu ferð. Ilt er at samanbera tíðirnar tey ymsu árini, men tíðin hjá Jan Elmari var so góð, at tað bera er Marnar Djurhuus, sum hevur runnið skjótari.
Jan Elmar kemur einsamallur men útlúgvaður á mál. Eirikur slapp ikki av við Julian, og so gjørdi Julian av við Eirik
Jan Elmar og Julian fegnast um fremstu plássini, og at Sisu kom hoym, meðan Hansen-brøðurnir leggja saman ráð, hvussu teir skulu fáa bilbukt við ungu klaksvíkingunum
Rebekka Fuglø var heldur einki fyri at gera kvinnukappingina spennandi. Beinanvegin var hon greitt á odda og økti stútt og støðugt til hon kom á mál smáar tveir minuttir undan Rigmor N. Arge á øðrum plássi. Duruta á Lofti, sum hevur havt patent uppá triðjapláss í vetur, hevði ikki ein av sínum bestu døgum, og stríðið um bronsuna kom at standa millum Kristu Nielsen og Beintu Hoydal Joensen. Leingi lógu tær heilt javnar, men á seinasta umfari avgjørdi Krista, og fór 10 sekund undan Beintu.
Rebekka kemur á málið klárt á odda. Krista Nielsen rann seg til bronsu
Fremstu veterankvinnurnar. F.v.: Krista, Rigmor og Duruta
Tríggjar tær fremstu kvinnurnar hjá superveteranunum
Sum so ofta var Jens Weihe fyrstur av superveteranunum. Bent Jakobsen kom syngjandi á mál nummar trý. Kári Simonsen var millum teirra.
Í unglingabólkinum hevur úrslitið verið tað sama øll tey fyrstu fýra umførini. Í dag býtt var Julian aftur vinnari, men Rógvi Kárason tók silvurið og Gunnar Sivertsen bronsun.
Úrslit frá FM í Lendisrenning í Hoydølum 13. februar 2016 kl. 11.00 | |||||
Dreingir uml. 2,6 km | |||||
Pláss | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árg. | Felag |
1 | 10,52 | Dánjal Dahl | Ljósheim | 2000 | Hvirlan |
2 | 11,16 | Hans Eihilt | Sivertsen | 2001 | Treysti |
3 | 11,17 | Hans Erland | Thomsen | 2003 | Bragdið |
4 | 12,14 | Ingi | Johannessen | 2002 | Roysnið |
5 | 14,26 | Rasmus Ivik | Gravesen | 2003 | Bragdið |
– | |||||
Gentir uml. 2,6 km | |||||
Pláss | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árg. | Felag |
1 | 11,18 | Oddvør | Josephsen | 2001 | Treysti |
2 | 11,46 | Maria | Biskopstø | 2002 | Treysti |
3 | 15,10 | Birita | Ryan | 2002 | Treysti |
– | |||||
Kvinnur opin bólkur uml. 8 km | |||||
Pláss | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árg. | Felag |
1 | 37,05 | Rebekka | Fuglø | 1993 | Treysti |
2 | 38,46 | Rigmor N. | Arge | 1969 | Hvirlan |
3 | 39,39 | Krista | Nielsen | 1965 | Bragdið |
4 | 39,48 | Beinta Hoydal | Joensen | 1971 | Bragdið |
5 | 41,05 | Duruta R. | Lofti | 1969 | Bragdið |
6 | 41,28 | Ann | Thomsen | 1966 | Bragdið |
7 | 42,02 | Ann-Mari | av Skarði | 1974 | Bragdið |
8 | 42,14 | Ingrid | Hofgaard | 1968 | Bragdið |
9 | 42,54 | Birna Mohr | Joensen | 1970 | Hvirlan |
10 | 44,38 | Paula | Mohr | 1968 | Hvirlan |
11 | 45,16 | Astrid | Joensen | 1967 | Roysnið |
12 | 46,04 | Eydna | Weihe | 1969 | Bragdið |
13 | 46,55 | Birna | Abrahamsen | 1970 | Hvirlan |
14 | 47,23 | Ingun Garð | Sørensen | 1971 | Treysti |
15 | 48,02 | Hallbjørg | Danielsen | 1973 | Roysnið |
16 | 48,21 | Bjørg | Nielsen | 1974 | Bragdið |
17 | 49,09 | Jorie | Josephsen | 1971 | Treysti |
18 | 49,39 | Marita | Hansen | 1979 | Bragdið |
19 | 50,16 | Anna Maria | Seloy | 1964 | Bragdið |
20 | 50,27 | Adelaid | Kirke | 1968 | Hvirlan |
21 | 50,29 | Elisabeth | Larsen | 1968 | Bragdið |
22 | 50,31 | Julianna | Fredriksberg | 1967 | Roysnið |
23 | 50,50 | Heidi | Jógvansdóttir | 1972 | Bragdið |
24 | 51,26 | Karin Maria | Isaksen | 1963 | Bragdið |
25 | 51,28 | Heriet | Djurhuus | 1965 | Bragdið |
26 | 51,46 | Sunneva | Olsen | 1959 | Bragdið |
27 | 51,52 | Jóhanna | Vang | 1964 | Bragdið |
28 | 51,53 | Elisabeth | Rasmussen | 1959 | Bragdið |
29 | 52,12 | Tina | Kruse Dam | 1977 | Bragdið |
30 | 53,17 | Unna | Hansen | 1967 | Roysnið |
31 | 54,18 | Ruth | Winther | 1968 | Bragdið |
32 | 54,29 | Jóngerð Herup | Høgnesen | 1948 | Bragdið |
33 | 55,02 | Olga | Jóhannesen | 1967 | Roysnið |
34 | 55,21 | Jessie | Hansen | 1955 | Bragdið |
35 | 55,25 | Eileen | Matras | 1971 | Treysti |
36 | 63,57 | Susan | Jacobsen | 1964 | Treysti |
37 | 64,22 | Ingun | Olsen | 1959 | Bragdið |
– | |||||
Menn opin bólkur uml. 8 km | |||||
Pláss | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árg. | Felag |
1 | 31,26 | Jan Elmar | Sørensen | 1991 | Treysti |
2 | 32,04 | Julian | Gregersen | 1998 | Treysti |
3 | 32,20 | Eirikur | Hansen | 1980 | Bragdið |
4 | 32,35 | Andreas | Hansen | 1982 | Bragdið |
5 | 33,44 | Martin | Gravesen | 1967 | Bragdið |
6 | 34,19 | Sam | Vang | 1970 | Bragdið |
7 | 34,36 | Marnar | Pattinson | 1970 | Roysnið |
8 | 35,39 | Rógvi | Kárason | 1996 | Bragdið |
9 | 35,46 | Niels | Poulsen | 1972 | Bragdið |
10 | 35,56 | Regin Áki | Hansen | 1970 | Bragdið |
11 | 36,21 | Gunnar Eihilt | Sivertsen | 1999 | Treysti |
12 | 36,30 | Regin G. | Thomsen | 1976 | Roysnið |
13 | 36,31 | Hjalmar | Sjóvará | 1966 | Bragdið |
14 | 37,00 | Debes | Christiansen | 1966 | Bragdið |
15 | 37,10 | Jens R. | Weihe | 1947 | Frælsi |
16 | 37,21 | Borgar | Biskopstø | 1962 | Treysti |
17 | 37,34 | Guttorm | Sørensen | 1968 | Treysti |
18 | 37,42 | Arnfinn | Johannessen | 1965 | Roysnið |
19 | 38,06 | Kaj | Dam | 1966 | Treysti |
20 | 38,27 | John | Egholm | 1961 | Hvirlan |
21 | 38,39 | Jóhan E. | Simonsen | 1969 | Bragdið |
22 | 39,16 | Herluf | Jakobsen | 1963 | Bragdið |
23 | 39,30 | Eyðun | Simonsen | Bragdið | |
24 | 40,14 | Jákup Dahl | Ljósheim | 1998 | Hvirlan |
25 | 40,30 | Eirikkur | Joensen | 1967 | Roysnið |
26 | 40,30 | Petur | Gotfredsson | 1989 | Onki felag |
27 | 40,38 | Rói Herup | Olsen | 1983 | Bragdið |
28 | 40,52 | Victor | Mot | 1970 | Romania |
29 | 41,00 | Páll | Vesturbú | 1961 | Hvirlan |
30 | 41,08 | Andreas | Josephsen | 1968 | Treysti |
31 | 41,39 | Jan | Matras | 1966 | Treysti |
32 | 41,59 | Kári | Simonsen | 1959 | Bragdið |
33 | 42,20 | Regin | Arge | 1969 | Hvirlan |
34 | 42,23 | Allan | Dalsgaard | 1972 | Bragdið |
35 | 42,39 | Bent H. | Jakobsen | 1958 | Bragdið |
36 | 42,46 | Áki L. | Hansen | 1983 | Onki felag |
37 | 43,24 | Dan K. | Thomsen | 1970 | Bragdið |
38 | 43,36 | Gunnar | Simonsen | 1952 | Treysti |
39 | 43,56 | Óla Jákup | Kristoffersen | 1959 | Bragdið |
40 | 44,11 | Arnfinnur | Helmsdal | 1970 | Bragdið |
41 | 44,22 | Christian | Olsen | 1962 | Bragdið |
42 | 44,22 | Martin | Sivertsen | 1973 | Treysti |
43 | 44,46 | Sverri | Eriksen | 1974 | Bragdið |
44 | 45,06 | Niclas | Joensen | 1963 | Hvirlan |
45 | 45,42 | Helgi | Johannessen | 1967 | Roysnið |
46 | 45,58 | Jóannes | Ortind | 1951 | Bragdið |
47 | 46,21 | Hilmar | Høgenni | 1962 | Bragdið |
48 | 46,24 | Robert | Vilhelmsen | 1951 | Bragdið |
– | |||||
Kvinnur veteranar uml. 8 km | |||||
Pláss | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árg. | Felag |
1 | 38,46 | Rigmor N. | Arge | 1969 | Hvirlan |
2 | 39,39 | Krista | Nielsen | 1965 | Bragdið |
3 | 41,05 | Duruta R. á | Lofti | 1969 | Bragdið |
4 | 41,28 | Ann | Thomsen | 1966 | Bragdið |
5 | 42,14 | Ingrid | Hofgaard | 1968 | Bragdið |
6 | 42,54 | Birna Mohr | Joensen | 1970 | Hvirlan |
7 | 44,38 | Paula | Mohr | 1968 | Hvirlan |
8 | 45,16 | Astrid | Joensen | 1967 | Roysnið |
9 | 46,04 | Eydna | Weihe | 1969 | Bragdið |
10 | 46,55 | Birna | Abrahamsen | 1970 | Hvirlan |
11 | 50,16 | Anna Maria | Seloy | 1964 | Bragdið |
12 | 50,27 | Adelaid | Kirke | 1968 | Hvirlan |
13 | 50,29 | Elisabeth | Larsen | 1968 | Bragdið |
14 | 50,31 | Julianna | Fredriksberg | 1967 | Roysnið |
15 | 51,26 | Karin Maria | Isaksen | 1963 | Bragdið |
16 | 51,28 | Heriet | Djurhuus | 1965 | Bragdið |
17 | 51,52 | Jóhanna | Vang | 1964 | Bragdið |
18 | 53,17 | Unna | Hansen | 1967 | Roysnið |
19 | 54,18 | Ruth | Winther | 1968 | Bragdið |
20 | 55,02 | Olga | Jóhannesen | 1967 | Roysnið |
21 | 63,57 | Susan | Jacobsen | 1964 | Treysti |
– | |||||
Kvinnur superveteranar uml. 8 km | |||||
Pláss | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árg. | Felag |
1 | 51,46 | Sunneva | Olsen | 1959 | Bragdið |
2 | 51,53 | Elisabeth | Rasmussen | 1959 | Bragdið |
3 | 54,29 | Jóngerð Herup | Høgnesen | 1948 | Bragdið |
4 | 55,21 | Jessie | Hansen | 1955 | Bragdið |
5 | 64,22 | Ingun | Olsen | 1959 | Bragdið |
– | |||||
Menn veteranar uml. 8 km | |||||
Pláss | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árg. | Felag |
1 | 33,44 | Martin | Gravesen | 1967 | Bragdið |
2 | 34,19 | Sam | Vang | 1970 | Bragdið |
3 | 34,36 | Marnar | Pattinson | 1970 | Roysnið |
4 | 35,56 | Regin Áki | Hansen | 1970 | Bragdið |
5 | 36,31 | Hjalmar | Sjóvará | 1966 | Bragdið |
6 | 37,00 | Debes | Christiansen | 1966 | Bragdið |
7 | 37,21 | Borgar | Biskopstø | 1962 | Treysti |
8 | 37,34 | Guttorm | Sørensen | 1968 | Treysti |
9 | 37,42 | Arnfinn | Johannessen | 1965 | Roysnið |
10 | 38,06 | Kaj | Dam | 1966 | Treysti |
11 | 38,27 | John | Egholm | 1961 | Hvirlan |
12 | 38,39 | Jóhan E. | Simonsen | 1969 | Bragdið |
13 | 39,16 | Herluf | Jakobsen | 1963 | Bragdið |
14 | 39,30 | Eyðun | Simonsen | Bragdið | |
15 | 40,30 | Eirikkur | Joensen | 1967 | Roysnið |
16 | 40,52 | Victor | Mot | 1970 | Romania |
17 | 41,00 | Páll | Vesturbú | 1961 | Hvirlan |
18 | 41,08 | Andreas | Josephsen | 1968 | Treysti |
19 | 41,39 | Jan | Matras | 1966 | Treysti |
20 | 42,20 | Regin | Arge | 1969 | Hvirlan |
21 | 43,24 | Dan | Kruse Thomsen | 1970 | Bragdið |
22 | 44,11 | Arnfinnur | Helmsdal | 1970 | Bragdið |
23 | 44,22 | Christian | Olsen | 1962 | Bragdið |
24 | 45,06 | Niclas | Joensen | 1963 | Hvirlan |
25 | 45,42 | Helgi | Johannessen | 1967 | Roysnið |
26 | 46,21 | Hilmar | Høgenni | 1962 | Bragdið |
– | |||||
Menn superveteranar uml. 8 km | |||||
Pláss | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árg. | Felag |
1 | 37,10 | Jens R. | Weihe | 1947 | Frælsi |
2 | 41,59 | Kári | Simonsen | 1959 | Bragdið |
3 | 42,39 | Bent H. | Jakobsen | 1958 | Bragdið |
4 | 43,36 | Gunnar | Simonsen | 1952 | Treysti |
5 | 43,56 | Óla Jákup | Kristoffersen | 1959 | Bragdið |
6 | 45,58 | Jóannes | Ortind | 1951 | Bragdið |
7 | 46,24 | Robert | Vilhelmsen | 1951 | Bragdið |