Tvey føroysk met og fleiri finaluklár

Skrivað hevur

Tað gjørdist ein stórur dagur fyri okkum á Gutevallan í dag. Við dagslok høvdu vit eins og í gjár, aftur fingið tvey nýggj føroysk met.

Á 200 metrum rann Margit Weihe Fríðmundsdóttir seg beinleiðis í semifinaluna við at gerast nummar tvey í sínum riðli. Samstundis tók hon ein ordans bita av sínum egna meti, sum var 27,21 sekund. Í dagsins spurti, gjørdist hon fyrsti føroyingur undir 27 sekund. Nýggja metið er 26,82 sekund!

Elisabet Holm Simonsen rann eisini innleiðandi umfar á 200 metrum, men rakti ikki dagin. Hennara tíð gjørdist 28,56 og var ikki nokk til at røkka semifinalunum.

Margit 200m
Ein sterkur endi tryggjaði Margit beinleiðis pláss í semifinaluni og nýtt føroyskt met á 200 m

margit og elisabet 200m
Margit og Elsiabet eftir dagsins kapping á 200 m

Tríggir innleiðandi riðlar vóru á 800 metrum hjá kvinnum, har vit høvdu tvær kvinnur við. Vit lúrdu eftir at fáa bæði Rebekku Fuglø og Oddvør Josephsen við í finaluna, sum verður fríggjadagin. Rebekka rann í øðrum riðli, og tað er ikki synd at siga, at hon var sum ketta millum mýs. Hon reyk avstað, var langt fremst beinanvegin og rann seg trygt í finaluna. Tíðin bleiv 2.15,79 min.

rebekka 800m
Rebekka vísti ræðandi styrki, tá hon í øðrum riðli í dag vann tryggan sigur

Í triðja og seinasta riðli høvdu vit Oddvør Joesephsen, sum sá út til at skula brúka nógvar kreftir fyri at fylgja ferðini fyrstu 2-300 metrarnar. Men so fekk hon ordiliga fatur á teimum trimum fremstu, sum hon ikki vildi sleppa. Tvær tær fremstu vóru tryggjaðar finalupláss, og tá Gemma Dawkins fór undan, vóru tær tríggjar at berjast um seinasta plássið. Á seinastu 100 metrunum vísti Oddvør sannan stríðsvilja, tá hon bardi seg fram um tær báðar av Gotlandi og Guernsey. Tíðin hjá henni bleiv 2.17,97 min. sum eisini er nýtt persónligt met.

Og sostatt hava vit tvær kvinnur við í finaluni fríggjadagin!!

Oddvør 800m-1
Oddvør Josephsen stríddi seg til annaðplássið, og er eisini í finaluni á 800 m

Síðani vóru tað semifinalurnar á 1.500 metrum hjá monnum. Julian Gregersen var ein av teimum 20 monnunum, sum ætlaði sær pláss í finaluni. 12 skuldu víðari frá dagsins semifinalum. Vit taktikki og kaldari høvuðrokning gjørdi Julian sær dælt av at renna í riðli tvey og kenna úrslitini av riðli 1. Við 4.12,39 min tók hann 11. plássið til finaluna, sum verður fríggjadagin.

julian 1500m-1
Julian royndi frá byrjan at fáa ferð á feltið. Tað eydnaðist, og sjey úr seinna riðlinum komu í finaluna

Prikkin yvir i’ið setti 4×400 liðið, sum tók øll á bólið og vann sín innleiðandi riðil sannførandi. Elisabet legði út við at renna 65 sekund. Tá var liðið nakrar metrar aftast. Oddvør tók yvir næstu 400 metrarnar og rann undir 61. Skjótt fekk hon fatur á hinum, og móti endanum var heilt javnt. Síðani kom Margit. Eftir óhapp í skiftinum hjá onkrum av hinum, legði Margit Føroyar á odda. Uppá 60 sekund rann hon trygt heim at senda Rebekku fyrst avstað. Tá Rebekka so rann uppá 59 sekund, var tað eingin, sum kundi hótta føroyska liðið, sum fer til finaluna fríggjadagin við næstbestu tíð.

Føroyskt met settu tær  eisini, og skóru út við 10 sekund av gamla metinum!!

4x400m
Fjórða føroyska metið kom í 4 x 400 m boðrenningini. Oddvør, Margit, Rebekka og Elisabet eru nú sera spentar til finaluna fríggjadagin

Í morgin eru bert tvær kappingar á skránni. Í báðum førum er tað Margit sum skal kappast. Fyrst í semifinaluni á 200 metrum, har hon rennur í øðrum riðli klokkan 12.00 og so aftur seinnapartin, tá hon skal í finaluna í trístøkki.

Dagsins úrslit hava ført við sær, at frælsur ítróttur stendur fyri einum ómetaliga spennandi degi fríggjadagin, tá vit skulu í tvær finalur í boðrenning, Rebekka og Oddvør renna finalu á 800 m, Julian rennur finalu á 1.500, Tórur Mortensen skal í finaluna í trístøkki og Marna Egholm rennur hálvt maraton.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>