2. umfar í Betri Stórkappingini verður leygardagin

Skrivað hevur

Leygardagin kl. 12.30 verður 2. umfar í Betri Stórkappingini sett í gongd á Tórsbreyt. Tá verður tað Hvirlan, sum saman við FÍF, í hevur ábyrgdina av kappingini. Fyrsta umfar gekst væl og royndust bæði stroymingin og Roster væl. Roster verður aftur nýtt leygardagin. Í fyrsta umfari luttóku omanfyri 60 íðkarar við omanfyri 160 startum.

Freistin at melda til er mikukvøldið á miðnátt. Leinkjan er her: Tilmelding 2. Betri Stórkapping

Greinarnar leygardagin eru:
Børn 5-7 ár: 40m
8-9 ár: 40m, 600m, kúlustoyt og longdarlop
10-11 ár: 200m, 800m, kúlustoyt og hæddarlop
12-13 ár: 200m, 800m, kúlustoyt og hæddarlop
14-15 ár: 200m, 800m, spjótkast og longdarlop
16-17 ár: 200m, 800m, spjótkast og longdarlop
18-19 ár: 200m, 800m, spjótkast og longdarlop
menn/kvinnur: 200m, 800m, spjótkast og longdarlop

Luttakarir vera bidnir at møta í góðari tíð, og hjálparfólk og dómarar í enn betur tíð. Startnummur (við navni) fáast á staðnum, og skulu allir íðkarir at hava sjónligt startnummar á bringuni tá kappast verður.

Heitt verður á øll um at fylgja nýggjastu tilmælunum frá mynduleikunum viðv. Korona.

Triðja og seinasta umfar verður leygardagin 13. juni.

Comments are closed.