Á Norðoyastevnu leygardagin 4. juni kl. 11.00 skipar Treysti fyri árligu Føroya Bjór renningini, sum er fyri bæði børn og vaksin. Hetta er 20. ferð á rað, at Treysti skipar fyri hesi renning í miðbýnum. Tað var í 1997, at fyrstu ferð runnið bleiv inni í býnum á Norðoyastevnu, og at renningin varð skipað, sum ein býarrenning. Hetta var eisini fyrstu ferð, at skipað bleiv fyri renning fyri børn í ymsum aldursbólkum.
2000 2002
2009 2009
2009 2010
Skráin
Skráin fyri rennikappingina á Norðoyastevnu sær soleiðis út:
kl. 11.00 Menn/Kvinnur (f. 1971-1999) – 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Veteranar (f.1961-1970) – 5 km
kl. 11.00 Superveteranar (f.1960 ella fyrr) – 5 km
kl. 11.45 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2009 ella seinni) – ca. 450 m
kl. 11.55 Dreingir-10/Gentur-10 (f.2006-2008) – ca. 900 m
kl. 12.05 Dreingir-13/Gentur-13 (f.2003-2005) – ca. 1.350 m
kl. 12.15 Dreingir-17/Gentur-17 (f.1999-2002) – ca. 1.350 m
kl. 12.30 Heiðursmerkjahandan uttanfyri Norðoya Sparikassa
Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp verður latið skjótastu kvinnuni og manninum á 5 km teininum.
2011 2011
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF, og har kann einans gjaldast við DANKORT. Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldið 3. juni klokkan 22.00. Luttøkugjaldið er kr. 60 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn. Leinkja til tilmeldingina er HER.
2011 2011
2012 2012
2012 2012