22. Føroya Bjór Renningin verður 2. juni

Skrivað hevur

22. Føroya Bjór Renningin í miðbýnum. Leygardagin 2. juni kl. 11.00 skipar Treysti fyri árligu Føroya Bjór renningini, sum er fyri bæði børn og vaksin. Hetta er 22. ferð á rað, at Treysti skipar fyri hesi renning í miðbýnum á Norðoyastevnu. Tað var í 1997, at fyrstu ferð runnið bleiv inni í býnum á Norðoyastevnu, og at renningin varð skipað, sum ein býarrenning. Hetta var eisini fyrstu ferð, at skipað bleiv fyri renning fyri børn í ymsum aldursbólkum.

FBR
Startur vaksin

 
2000 – Genturnar hvíla seg eftir lokna renning        2000 – startur børn

Øll árini síðani renningin byrjaði í 1997 hevur luttøkan verið sera góð, og tað vóna vit, at hon verður aftur hesaferð. Fyrstu árini vóru tað flest børn í luttóku, men seinnu árini hava nógv vaksin luttikið eisini.
 
2004 – Startur í Bøgøtu                                                 2006 – Rebekka, Silja, Bjørk og Jan Elmar
Rutan hjá børnum verður á einum rundteini á umleið 450m og renna tey ávikavist eitt og tvey umfør. Tey vaksnu renna 5 km á teini, sum er uppmátaður og góðkendur.
 
2009 – Startur uttanfyri Tekniska Skúla                     2009 – Maria Biskopstø
Hjá øllum rennarum verða startur og mál á vegnum uttanfyri Telebúðina.
 
2009  – Oddvør Josephsen                                            2010 – Gunnar Sivertsen

 

Skráin

Skráin fyri rennikappingina leygardagin 2. juni á Norðoyastevnu sær soleiðis út:
kl. 11.00 Menn/Kvinnur (f. 1973-2000) – 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Veteranar (f.1963-1972) – 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Superveteranar (f.1962 ella fyrr) – 5 km
kl. 11.45 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2011 ella seinni) – 450 m
kl. 11.55 Dreingir-10/Gentur-10 (f.2008-2010) – 450 m
kl. 12.05 Dreingir-13/Gentur-13 (f.2005-2007) – 900 m
kl. 12.15 Dreingir-17/Gentur-17 (f.2001-2004) – 900 m
kl. 12.30 Heiðursmerkjahandan uttanfyri Norðoya Sparikassa
Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp verður latið skjótastu kvinnuni og manninum á 5 km teininum.
 
2011 – startur vaksin                                                        2011 – Jón Rasmussen
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF. Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldið 1. juni kl. 22.00. Luttøkugjaldið er kr. 60 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn. Leinkja til tilmeldingina er HER.
Tey sum tilmelda seg online, skulu avheinta startnummur í deildini hjá Norðoya Sparikassa í góðari tíð áðrenn start.
 
2011 – Teir “gulu” eru síðani blivnir “grønir”             2011 – Vibeka Sivertsen
Eisini ber til at eftirtilmelda seg í deildini hjá Norðoya Sparikassa, í seinasta lagi ½ tíma áðrenn renningarnar byrja, og tá er kostnaðurin kr. 80 fyri vaksin og kr. 50 fyri børn. Allir luttakarar verða bidnir um at møta í góðari tíð áðrenn renningin byrjar.Øll eru vælkomin at verða við, og vónar Treysti, at undirtøkan verður minst líka góð, sum hon hevur verið øll árini frammanundan.
 
2012 – startur vaksin                                                      2012 – Sámal Júst (f.1934) er elsti luttakarin nakrantíð
 
2012 – Magnus Henriksen kemur á mál                      2012 – “Ommurnar” selja kaffi og vaflur
Í myndasavninum hjá Treysti finnist ein røð av góðum renniminnum og -myndum frá teimum 21. undanfarnu Føroya Bjór Renningunum 🙂

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*