Andrias Hansen úr Bragdið og Rebekka Fuglø úr Treysti sigraðu í opnu bólkunum, tá Treysti í dag skipaði fyri 6. umfari av TF Vetrarkappingini á Fossánesi. Teinurin var umleið 8,8km og varð runnið bæði á Borðoynni og Viðoynni. Tað var frammaundan lagt upp til eina spennandi kapping hjá monnunum ímillum Andrias Hansen, Eirik Hansen og Julian Gregersen. Teir tríggir fylgdust í oddinum líka til tað restaði umleið ein kilometur, men tá trektu Hansen-brøðurin frá Julian. Andrias varð tann fyrsti á mál og vann við 30,39 minuttir, bert fimm sekund frammanfyri bróðurin Eirik. Julian setti ferðina niður og kom tryggur á mál á triðjaplássi við 31,25 minuttir. Julian vann samstundis mansunglingabólkin frammanfyri Dánjal D. Ljósheim, sum hevur runnið væl í vetur og gjørdist nummar fýra í opna bólkinum.
Julian Gregersen (41), Andrias Hansen (39) og Eirikur Hansen (38) fylgdust heilt leingi
Hjá kvinnunum gjørdi ongin nakað við Rebekku Fuglø, sum vann rættiliga tryggan sigur við 34,19 min. Hálvur minuttir var ímillum nummar tvey og trý, sum gjørdust Hergerð Heldarskarð úr Bragdið við 38,59 min. og Birna Mohr Joensen úr Hvirluni við 38,59 min.
Rebekka vann hjá kvinnum og Hjalmar Sjóvará (10) vann veteranbólkin frammanfyri Jóhan (hómast aftanfyri Hallur) og Hallur
Í veteranbólkinum hjá monnum varð tætt í oddinum, men vinnari bleiv Hjalmar Sjóvará við 34,14 min. frammanfyri Jóhan E. Simonsen og Hallur Holm við ávikavist 34,21 min. og 34,2 min. Hjá veterankvinnunum vann Hergerð Heldarskarð við 38,29 min. frammanfyri Birnu M. Joensen við 38,59 min. og Eydnu Weihe við 42,31 min.
Hergerð hevur víst góðan form í vetur og vann veteranbólkin frammanfyri Birnu, sum hómast beint aftanfyri aftanfyri
Hjá superveteranmonnum vann Páll Vesturbú frammanfyri Kára Simonsen og Theodor A. Olsen og hjá kvinnunum var tað Sunneva Olsen, sum kom fyrst á mál frammanfyri Annu Sofíu Kristiansen og Jóngerð Herup Olsen.
Páll Vesturbú sigraði í superveteranbólkinum
Sunneva Olsen vann sín superveteranbólk
Oddvør Josephsen vann gentubólkin hesuferð frammanfyri Mariu Biskopstø og Rutt Gregersen
Hans Erland Thomsen (12) vann dreingjabólkin frammanfyri Hans Sivertsen (9) og Inga Johannesen (32)
Niðanfyri eru myndir av heiðursmerkjavinnarunum á Fossánesi í dag.
Gentur: Oddvør Josehpsen og Rutt Gregersen. Maria Biskopstø væntar á myndini
Dreingir: Hans Sivertsen, Hans Erland Thomsen og Ingi Johannesen
Mansunglingar: Dánjal D. Ljósheim og Julian Gregersen
Superveterankvinnur: Anna Sofía Kristiansen, Sunneva Olsen og Jóngerð H. Høgnesen
Superveteranmenn: Kári Simonsen, Páll Vesturbú og Theodor A. Olsen
Veterankvinnur: Birna M. Joensen, Hergerð Heldarskarð og Eydna Weihe
Veteranmenn: Jóhan E. Simonsen, Hjalmar Sjóvará og Hallur Holm
Kvinnur opin bólkur: Hergerð Heldarskarð, Rebekka Fuglø og Birna M. Joensen
Menn opin bólkur: Eirikur Hansen, Andrias Hansen og Julian Gregersen
Næsta umfar verður suðuri í Trongisvági komandi leygardag og tá byrjar renningin kl. 10.15.
Myndirnar hevur Jóannes N. Poulsen tikið. Leinkja til fleiri myndir er her: TF VK-6 Fossánes 2017
Øll úrslitini frá Fossánesi síggjast her niðanfyri.
Gentur (f. 2001 – 2005) | ||||
1 | 12.45 | Oddvør Josephsen | 2001 | Treysti |
2 | 13.19 | Maria Biskopstø | 2002 | Treysti |
3 | 13.57 | Rutt Gregersen | 2001 | Treysti |
4 | 15.15 | Vibeka Eihilt Sivertsen | 2005 | Treysti |
Kvinnur opin bólkur (f. -2000) | ||||
1 | 34.19 | Rebekka Fuglø | 1993 | Treysti |
2 | 38.29 | Hergerð Heldarskarð | 1968 | Bragdið |
3 | 38.59 | Birna Mohr Joensen | 1970 | Hvirlan |
4 | 40.08 | Ann-Mari av Skarði | 1974 | Bragdið |
5 | 41.10 | Sigrun Kallsoy Kristiansen | 1989 | Bragdið |
6 | 42.11 | Hallbjørg Danielsen | 1973 | Roysnið |
7 | 42.31 | Eydna Weihe | 1969 | Bragdið |
8 | 42.51 | Asta Hubeck-Graudal | 1980 | Bragdið |
9 | 43.43 | Birna Abrahamsen | 1970 | Hvirlan |
10 | 43.55 | Petra Weihe Mikkelsen | 1974 | Roysnið |
11 | 45.33 | Jónrit Dalsgaard | 1974 | Bragdið |
12 | 46.04 | Elisabeth Larsen | 1968 | Bragdið |
13 | 47.08 | Ingun Sørensen | 1971 | Treysti |
14 | 48.11 | Anna Margit Thomsen | 1989 | Bragdið |
15 | 48.45 | Sunneva Olsen | 1959 | Bragdið |
16 | 50.22 | Elsibeth Johannessen | 1966 | Roysnið |
17 | 50.40 | Anna Sofía Kristiansen | 1960 | Bragdið |
18 | 51.04 | Jóngerð Herup Høgnesen | 1948 | Bragdið |
19 | 52.27 | Eileen Matras | 1971 | Treysti |
– | dns | Rigmor Napoleonsdóttir Arge | 1969 | Hvirlan |
Kvinnur veteranar (f. 1962 – 1971) | ||||
1 | 38.29 | Hergerð Heldarskarð | 1968 | Bragdið |
2 | 38.59 | Birna Mohr Joensen | 1970 | Hvirlan |
3 | 42.31 | Eydna Weihe | 1969 | Bragdið |
4 | 43.43 | Birna Abrahamsen | 1970 | Hvirlan |
5 | 46.04 | Elisabeth Larsen | 1968 | Bragdið |
6 | 47.08 | Ingun Sørensen | 1971 | Treysti |
7 | 50.22 | Elsibeth Johannessen | 1966 | Roysnið |
8 | 52.27 | Eileen Matras | 1971 | Treysti |
– | dns | Rigmor Napoleonsdóttir Arge | 1969 | Hvirlan |
Kvinnur superveteranar (f. -1961) | ||||
1 | 48.45 | Sunneva Olsen | 1959 | Bragdið |
2 | 50.40 | Anna Sofía Kristiansen | 1960 | Bragdið |
3 | 51.04 | Jóngerð Herup Høgnesen | 1948 | Bragdið |
Dreingir (f. 2001-2005) | ||||
1 | 12.15 | Hans Erland Thomsen | 2003 | Bragdið |
2 | 12.17 | Hans Eihilt Sivertsen | 2001 | Treysti |
3 | 12.50 | Ingi Johannessen | 2002 | Roysnið |
Mansunglingar (f.1996-2000) | ||||
1 | 31.25 | Julian Gregersen | 1998 | Treysti |
2 | 33.48 | Dánjal D. Ljósheim | 2000 | Hvirlan |
Menn opin bólkur (f. -2000) | ||||
1 | 30.39 | Andrias Hansen | 1982 | Bragdið |
2 | 30.44 | Eirikur Hansen | 1980 | Bragdið |
3 | 31.25 | Julian Gregersen | 1998 | Treysti |
4 | 33.48 | Dánjal D. Ljósheim | 2000 | Hvirlan |
5 | 34.14 | Hjalmar Sjóvará | 1966 | Bragdið |
6 | 34.21 | Jóhan E. Simonsen | 1969 | Bragdið |
7 | 34.36 | Hallur Holm | 1967 | Bragdið |
8 | 35.36 | Arnfinn Johannessen | 1965 | Roysnið |
9 | 36.03 | Heini Gregersen | 1964 | Treysti |
10 | 36.21 | Jonhard Larsen | 1966 | Treysti |
11 | 37.47 | Herluf Jakobsen | 1963 | Bragdið |
12 | 39.07 | Páll Vesturbú | 1961 | Hvirlan |
13 | 39.21 | Jan Matras | 1966 | Treysti |
14 | 39.43 | Kári Simonsen | 1959 | Bragdið |
15 | 40.04 | Dan Kruse Thomsen | 1970 | Bragdið |
16 | 40.50 | Helgi Johannessen | 1967 | Roysnið |
17 | 43.38 | Bogi Bjarnason | 1974 | Treysti |
18 | 44.48 | Sverri Eriksen | 1974 | Bragdið |
19 | 45.39 | Theodor A. Olsen | 1958 | Treysti |
Menn veteranar (f. 1962-1971) | ||||
1 | 34.14 | Hjalmar Sjóvará | 1966 | Bragdið |
2 | 34.21 | Jóhan E. Simonsen | 1969 | Bragdið |
3 | 34.36 | Hallur Holm | 1967 | Bragdið |
4 | 35.36 | Arnfinn Johannessen | 1965 | Roysnið |
5 | 36.03 | Heini Gregersen | 1964 | Treysti |
6 | 36.21 | Jonhard Larsen | 1966 | Treysti |
7 | 37.47 | Herluf Jakobsen | 1963 | Bragdið |
8 | 39.21 | Jan Matras | 1966 | Treysti |
9 | 40.04 | Dan Kruse Thomsen | 1970 | Bragdið |
10 | 40.50 | Helgi Johannessen | 1967 | Roysnið |
Menn superveteranar (f. -1961) | ||||
1 | 39.07 | Páll Vesturbú | 1961 | Hvirlan |
2 | 39.43 | Kári Simonsen | 1959 | Bragdið |
3 | 45.39 | Theodor A. Olsen | 1958 | Treysti |