BETRI Vetrarkappingin 2018/19 nærkast

Skrivað hevur

Leygardagin 3. november byrjar BETRI Vetrarkappingin aftur. Sum undanfarin ár verður tað Roysnið, sum bæði byrjar og endar. Og sum vanligt verður lagt fyri við navnfromu kappingini Runt Agnið, sum altíð hevur verið væl vitjað, og sum hevur havt óvanliga gott veður at bjóða øll tey seinastu árini.

Reglurnar fyri Vetrarkappingina verða tær somu sum seinasta ár (síggjast undur “Reglur”)og kappingarnar verða stórt sæð tær somu. Bert ein vika er í millum onkrar av kappingunum, og kemst hetta m.a. av kappingum uttanlands, sum fleiri skulu til. Skráin er henda:

  1. umfar 3. november kl. 11.00 – Runt Agnið, Roysnið – 10,3 km (børn 5 km)
  2. umfar 17. november kl. 13.00 – Hvirlan, Kerjarenningin frá Hotel Føroyum – 10,5 km (børn 1,5 km)
  3. umfar 01. desember kl. 11.00 – Bragdið
  4. umfar 26. januar kl. 11.00 – Frælsi, Sørvágur, Bøur, Sørvágur – 8 km (børn 1,5 km)
  5. umfar 09. februar kl. 11.00 – Bragdið, FM lendisrenning – 8 km (børn 2,5 km)
  6. umfar 02. mars kl. 11.00 – Treysti, Norðdepil (Fossánes)
  7. umfar 09. mars kl. 11.00 – Hvistan, Vágur
  8. umfar 23. mars kl. 15.00 – Roysnið, FM 10 km í Runavík (børn 5 km)

Tær upplýsingar, sum mangla í omanfyri, verða at síggja undir “komandi tiltøk” í høgrumegin á heimasíðuni.Vit vóna at so mong sum gjørligt koma at luttaka so trúliga gjøgnum veturin. Tað plagar at verða lønt aftur seinasta kappingardagin. Tess fleiri vit eru, tess stuttligari og hugnaligari verður tað.

Bólkarnir fyri hesa vetrarkappingina síggja soleiðis út:
-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -2002)
-Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1964-1973)
-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. 1954-1963 )
-Kvinnur/Menn Ultraveteranar (f. 1953 ella fyrr) 
-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1998-2002)
-Gentur / Dreingir (f. 2003-2007)

Vit í FÍF við hesum vísa á, at tá vit siga at øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka, so merkir tað, at øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka! Vísið endiliga øðrum á henda gylta møguleika at kappast javnbjóðis.


Startskotið til Runt Agnið er eisini altíð startskotið til alla Vetrarkappingina, og er tí altíð ein serligur spenningur í luftini, tá hildið verður til beins oman eftir Heygsvegnum á Toftum

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*