BETRI Vetrarkappingin byrjar 7. november

Skrivað hevur

Leygardagin 7. november byrjar BETRI Vetrarkappingin aftur. Sum undanfarin ár verður tað Roysnið, sum bæði byrjar og endar. Og sum vanligt verður lagt fyri við navnfromu kappingini Runt Agnið, sum altíð hevur verið væl vitjað, og sum hevur havt óvanliga gott veður at bjóða øll tey seinastu árini.

Reglurnar fyri Vetrarkappingina verða tær somu sum seinasta ár (síggjast undur “Reglur”), og kappingarnar verða stórt sæð tær somu. Bert ein vika er í millum onkrar av kappingunum, og kemst hetta m.a. av kappingum uttanlands, sum fleiri skulu til. Skráin er henda:

  1. umfar 07. november kl. 11.00 – Runt Agnið, Roysnið – 10,3 km (børn 5 km)
  2. umfar 21. november kl. 1?.?? – Hvirlan
  3. umfar 05. desember kl. 11.00 – Bragdið
  4. umfar 16. januar kl. 11.00 – Frælsi
  5. umfar 06. februar kl. 11.00 – Bragdið, FM lendisrenning – 8 km (børn 2,5 km)
  6. umfar 27. februar kl. 11.00 – Treysti
  7. umfar 13. mars kl. 11.00 – Hvistan
  8. umfar 27. mars kl. 1?.?? – Roysnið, FM 10 km í Runavík (børn 5 km)

Tær upplýsingar, sum mangla í omanfyri, verða at síggja undir “komandi tiltøk” høgrumegin á heimasíðuni. Vit vóna at so mong sum gjørligt koma at luttaka so trúliga gjøgnum veturin. Tað plagar at verða lønt aftur seinasta kappingardagin. Tess fleiri vit eru, tess stuttligari og hugnaligari verður tað.

Bólkarnir fyri hesa vetrarkappingina síggja soleiðis út:
-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -2004)
-Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1966-1975)
-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. 1956-1965)
-Kvinnur/Menn Ultraveteranar (f. 1955 ella fyrr) 
-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2000-2004)
-Gentur / Dreingir (f. 2005-2009)

Vit í FÍF vilja við hesum vísa á, at tá vit siga at øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka, so merkir tað, at øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka! Vísið endiliga øðrum á henda gylta møguleika at kappast javnbjóðis.

KORONA: Vetrarkappingin er drúgv, og tí kann mangt broytast í mun til støðuna, sum er í samfelagnum í løtuni. Heitt verður tí á okkum øll, fyriskiparar og luttakarar, at fylgja teimum almennu tilmælunum, sum eru galdandi til eina og hvørja tíð. Í vetrarkappingini eiga vit at ansa eftir okkum sjálvum og hinum. Lagt verður upp til, at skift ikki verður á staðnum, at heiðursmerki verða handaði í máløkinum og at vit ikki fara inn til ein drekkamunn eftir renningina, um tað ikki er tilráðiligt. Sjálvandi møta vit ikki til kapping, um ivamál er um heilsuna, ella vit eru afturkomin úr útlandinum nýliga.

Comments are closed.