Betri VK2: stór útskifting á pallinum

Skrivað hevur

Allir tríggir menninir og tvær kvinnur í opna bólkinum vórðu ústskift frá VK1, tá heiðurskrónurnar skuldu latast til bestu rennararnar í Kerjarenningini. Einans Beinta Hoydal Joensen gekk aftur, hesuferð sum gullvinnari, eftir at hon vann silvur seinast.

Hvørgin av vinnarunum Runt Agnið vóru við í kappingini undir Kerjum. Andrias Hansen, sum vann ein greiðan sigur seinast, er í Valencia, har hann skuldi renna maraton í morgun. Vit hava tíverri ikki fingið fatur á úrslitinum hjá honum enn. Súsanna Skylv, sum vann kvinnukappingina seinast, var heldur ikki við í gjár.

Nú Andrias ikki var við, var kanska hóskandi at bróðurin Eirikur kom við aftur. Tí líka trygt sum Andrias vann Runt Agnið, líka tryggur var Eirikur í gjár. Hann legði seg klárt á odda beinanvegin, og tað var ongantíð nakar ivi um, hvør var besti rennarin hendan dagin. Men silvur- og bronsuvinnararnir vóru óvæntaðir. Dánjal Dahl Ljósheim, sum gjørdist nummar 13 Runt Agnið, hevði funnið ein heilt annan gearkassa fram til dagsins kapping, og fekk enn einaferð prógvað, at hann kann blíva ein av okkara bestu rennarum, tá hann í stórum stíli rann seg til annaðplássið.

Kerjar 2017 Eirikur
E
irikur Hansen vinnur Kerjar í stórum stíli. Nú verður spennandi at síggja næsta leygardag, hvør av brøðrunum er tann stinnari í løtuni.

Hóast Dánjal rann seg heilt frá 13. plássi seinast til 2. pláss í gjár, var bronsuvinnarin tó enn meira óvæntaður. Her var talan um nýtt navn. Ragnar Rasmussen, sum umboðar Hvirluna, hevur sum vit vita, ikki roynt seg í rennikappingum áður. Bert 17 ára gamli Ragnar legði hart út, og hinir rennararnir undraðust á hvør hesin ungi fýrurin var, og nær hann mundi køvast og byrja at dragna. Men hetta hendi ikki. Á tunga renniteininum stríddist hesin ókendi Ragnar allan vegin og hevði nóg mikið av orku at stríða seg til bronsuna væl framman fyri Regin Thomsen, sum enn einaferð gjørdist nummar fýra.

Kerjar 2017 Ragnar
Ragnar Rasmussen loypti hvøkk á øll við einum sannførandi triðja plássi. Vónandi síggja vit meira til Ragnar í komandi kappingum!

Hjá kvinnunum var tað endiliga Beinta Hoydal Joensen, sum slapp at standa ovast. Runt Agnið førdi hon stóran part av teininum, men varð tikin aftur á seinasta triðingi. Í gjár kundi søgan endurtikið seg, men Beinta megnaði tó at halda Durutu R. á Lofti aftanfyri seg. Einans níggju sekund vóru millum tær á málinum. Síðan var nakað aftur til Hergerð Heldarskarð á triðja plássi. Eins og hjá Durutu var hetta fyrsta umfar í ársins Vetrarkapping. Beinta, Duruta og Hergerð eru allar í veteranbólkinum, og vunnu tí bæði opnu kappingina og veterankappingina. Hetta mugu tær yngru kvinnurnar gera okkurt við til næstu ferð, sum bara er um eina viku.

Kerjar 2017 Beinta
Beinta Hoydal Joensen rennur seg her til sín fyrsta sigur nakrantíð í Vetrarkappingini. Nú førir hon samlaðu kappingina hjá kvinnum.

Myndir úr myndasavninum hjá Hvirluni síggjast HER – og myndirnar í hesi greinini eru eisini fingnar haðani.

Triðja umfar av Betri Vetrarkappingini verður longu komandi leygardag, 25. november. Tilmeldið beinanvegin BEINT HER. 

 

Úrslit BETRI við Kerjar VK-2 18. nov. Kl. 13.00     
Úrslit Tíð Gentur 1,5 km 2002-2006 Felag Start
1 6.47 Maria Biskopstø 2002 Treysti 108
2 6.54 Vibeka Sivertsen 2005 Treysti 104
3 7.08 Anna Katrina Mikkelsen 2005 Roysnið 101
4 9.51 Gylta Djurhuus 2006 einki 100
- DNS Birita Ryan 2002 Treysti
Úrslit Tíð Kvinnur Opin bólkur 10,5 km -2001 Felag Start
1 49,27 Beinta Hoydal 1971 Bragdið 1
2 49,36 Duruta Reginsdottir á Lofti 1969 Bragdið 61
3 51,13 Hergerð Heldarskarð 1968 Bragdið 63
4 51,49 Ann-Mari av Skarði 1974 Bragdið 25
5 52,52 Birna Mohr Joensen 1970 Hvirlan 0
6 54,32 Astrid Joensen 1967 Roysnið 46
7 55,05 Marita Andrasardóttir 1976 Hvirlan 29
8 55,42 Petra Weihe Mikkelsen 1974 Roysnið 34
9 55,46 Sigrun Kallsoy Kristiansen 1989 Bragdið 24
10 56,16 Eydna Weihe 1969 Bragdið 51
11 56,46 Jónrit Dalsgaard 1974 Bragdið 18
12 57,18 Svanna V. Lutzen 1979 Treysti 10
13 57,57 Marita Hansen 1979 Bragdið 6
14 58,22 Bjørg Nielsen 1974 Bragdið 21
15 58,41 Eydna Petersen 1973 Hvirlan 69
16 59,24 Ingun Sørensen 1971 Treysti 56
17 59,46 Elisabeth Larsen 1968 Bragdið 2
18 59,58 Judith Thomsen 1980 Roysnið 42
19 60,31 Heidi Óluvá Jógvansdóttir 1972 Bragdið 77
20 60,59 Kristín Baldvinsdóttir 1973 Bragdið 75
21 61,24 Beinta Nygaard 1970 Bragdið 52
22 62,08 Beinta Hilduberg 1966 Bragdið 22
23 62,09 Karin Maria Isaksen 1963 Bragdið 48
24 62,34 Guðrið Jacobsen 1975 Hvirlan 47
25 63,17 Adelaid Kirke 1968 Hvirlan 26
26 63,44 Birita Samuelsen 1968 Bragdið 76
27 64,31 Tina Kruse Dam 1977 Bragdið 16
28 64,38 Ritha Holm í Lágabø 1980 Bragdið 78
29 65,21 Anita av Vollanum 1970 Bragdið 79
30 66,03 Elisabeth Rasmussen 1959 Bragdið 11
31 66,33 Sunneva Olsen 1959 Bragdið 8
32 67,40 Anna Sofía Kristiansen 1960 Bragdið 23
33 68,08 Jóngerð Herup Høgnesen 1948 Bragdið 28
34 68,16 Anna Christiansen 1976 Roysnið 33
35 69,13 Heriet Djurhuus 1965 Bragdið 68
36 69,30 Olga Johannessen 1967 Roysnið 50
37 69,49 Eileen Matras 1971 Treysti 59
Úrslit Tíð Kvinnur Veteranar 10,5 km 1963-1972 Felag Start
1 49,27 Beinta Hoydal 1971 Bragdið 1
2 49,36 Duruta Reginsdottir á Lofti 1969 Bragdið 61
3 51,13 Hergerð Heldarskarð 1968 Bragdið 63
4 52,52 Birna Mohr Joensen 1970 Hvirlan 0
5 54,32 Astrid Joensen 1967 Roysnið 46
6 56,16 Eydna Weihe 1969 Bragdið 51
7 59,24 Ingun Sørensen 1971 Treysti 56
8 59,46 Elisabeth Larsen 1968 Bragdið 2
9 60,31 Heidi Óluvá Jógvansdóttir 1972 Bragdið 77
10 61,24 Beinta Nygaard 1970 Bragdið 52
11 62,08 Beinta Hilduberg 1966 Bragdið 22
12 62,09 Karin Maria Isaksen 1963 Bragdið 48
13 63,17 Adelaid Kirke 1968 Hvirlan 26
14 63,44 Birita Samuelsen 1968 Bragdið 76
15 65,21 Anita av Vollanum 1970 Bragdið 79
16 69,13 Heriet Djurhuus 1965 Bragdið 68
17 69,30 Olga Johannessen 1967 Roysnið 50
18 69,49 Eileen Matras 1971 Treysti 59
Úrslit Tíð Kvinnur Superveteranar 10,5 km  1953-1962 Felag Start
1 66,03 Elisabeth Rasmussen 1959 Bragdið 11
2 66,33 Sunneva Olsen 1959 Bragdið 8
3 67,40 Anna Sofía Kristiansen 1960 Bragdið 23
Úrslit Tíð Kvinnur Ultraveteranar 10,5 km  -1952 Felag Start
1 68,08 Jóngerð Herup Høgnesen 1948 Bragdið 28
Úrslit Tíð Dreingir 1,5 km 2002-2006 Felag Start
1 6.19 Hans Erland Thomsen 2003 Bragdið 105
2 6.26 Ingi Johannessen 2002 Roysnið 106
3 6.29 Bjarti Vang 2005 Bragdið 102
4 6.52 Bergur Davidsen 2004 Bragdið 109
5 6.59 Rúni Vang 2006 Bragdið 103
6 7.34 Nils Eirikson Eirikson 2006 Bragdið 107
7 11.15 Mikkjal Davidsen 2006 Bragdið 110
Úrslit Tíð Mansunglingar  10,5 km 1997-2001 Felag Start
1 42.25 Dánjal Dahl Ljósheim 2000 Hvirlan 74
2 42.55 Ragnar Rasmussen 2000 Hvirlan 14
3 48.16 Gunnar Sivertsen 1999 Treysti 39
- DNS Dávid Kruse Dam 1999 einki 17
Úrslit Tíð Menn Opin bólkur 10,5 km -2001 Felag Start
1 40.24 Eirikur Hansen 1980 Bragdið 55
2 42.25 Dánjal Dahl Ljósheim 2000 Hvirlan 74
3 42.55 Ragnar Rasmussen 2000 Hvirlan 14
4 44.11 Regin Thomsen 1976 Roysnið 9
5 44.12 Hjalmar Sjóvará 1966 Bragdið 13
6 44.17 Hallur Holm 1967 Bragdið 3
7 46.11 Lau Jensen 1972 Roysnið 41
8 46.37 Petter Mahrs 1985 einki 66
9 46.51 Sam Vang 1970 Bragdið 35
10 46.55 Niels Poulsen 1972 Bragdið 53
11 47.06 Uni S. Joensen 1969 Frælsi 70
12 47.14 Andrass Joensen 1963 Bragdið 37
13 47.32 Marnar Pattinson 1970 Roysnið 44
14 47.45 Rói Herup Olsen 1983 Bragdið 7
15 47.52 Rói Nolsøe 1966 Bragdið 19
16 47.57 Victor Mot 1970 Bragdið 65
17 48.16 Gunnar Sivertsen 1999 Treysti 39
18 48.17 Jens Weihe 1947 Frælsi 45
19 48.36 John Egholm 1961 Hvirlan 64
20 48.50 Jákup Petur Eliassen 1978 einki 20
21 49.31 Herluf Hansen 1973 Bragdið 5
22 50.22 Páll Højgaard Vesturbú 1961 Hvirlan 15
23 51.37 Herluf Jakobsen 1963 Bragdið 62
24 51.43 Borgar Biskopstø 1962 Treysti 58
25 52.17 Allan Dalsgaard 1972 Bragdið 71
26 52.44 Bergur Didriksen 1965 Roysnið 36
27 52.51 Kári Simonsen 1959 Bragdið 73
28 54.06 Hjalti Gunnarstein 1961 Bragdið 30
29 54.52 Dan Kruse Thomsen 1970 Bragdið 40
30 54.54 Terji Hansen 1968 Roysnið 43
31 55.11 Rúni Jacobsen 1965 Roysnið 31
32 55.40 Jakob Val 1986 einki 67
33 56.07 Guttorm Sørensen 1968 Treysti 57
34 56.51 Sverri Eriksen 1974 Bragdið 12
35 57.10 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið 4
36 57.33 Jørgin Joensen 1973 Roysnið 32
37 57.53 Gunnar Simonsen 1952 Treysti 38
38 58.12 Birgir av Vollanum 1972 Roysnið 49
39 59.15 Jóannes Ortind 1951 Bragdið 72
40 59.40 Helgi Johannessen 1967 Roysnið 54
41 65.42 Jóanis A. Poulsen 1966 einki 27
42 66.27 Jóanis Poulsen 1966 Treysti 60
- DNS John Ryan 1974 Treysti
Úrslit Tíð Menn Veteranar 10,5 km 1963-1972 Felag Start
1 44.12 Hjalmar Sjóvará 1966 Bragdið 13
2 44.17 Hallur Holm 1967 Bragdið 3
3 46.11 Lau Jensen 1972 Roysnið 41
4 46.37 Rói Nolsøe 1966 Bragdið 19
5 46.51 Sam Vang 1970 Bragdið 35
6 46.55 Niels Poulsen 1972 Bragdið 53
7 47.06 Uni S. Joensen 1969 Frælsi 70
8 47.14 Andrass Joensen 1963 Bragdið 37
9 47.32 Marnar Pattinson 1970 Roysnið 44
10 47.57 Victor Mot 1970 Bragdið 65
11 51.37 Herluf Jakobsen 1963 Bragdið 62
12 52.17 Allan Dalsgaard 1972 Bragdið 71
13 52.44 Bergur Didriksen 1965 Roysnið 36
14 54.52 Dan Kruse Thomsen 1970 Bragdið 40
15 54.54 Terji Hansen 1968 Roysnið 43
16 55.11 Rúni Jacobsen 1965 Roysnið 31
17 56.07 Guttorm Sørensen 1968 Treysti 57
18 58.12 Birgir av Vollanum 1972 Roysnið 49
19 59.40 Helgi Johannessen 1967 Roysnið 54
20 65.42 Jóanis A. Poulsen 1966 einki 27
21 66.27 Jóanis Poulsen 1966 Treysti 60
- DNS Petur Vitalis 1964 Treysti
Úrslit Tíð Menn Superveteranar 10,5 km 1953-1962 Felag Start
1 48.36 John Egholm 1961 Hvirlan 64
2 50.22 Páll Højgaard Vesturbú 1961 Hvirlan 15
3 51.43 Borgar Biskopstø 1962 Treysti 58
4 52.51 Kári Simonsen 1959 Bragdið 73
5 54.06 Hjalti Gunnarstein 1961 Bragdið 30
6 57.10 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið 4
Úrslit Tíð Menn Ultraveteranar 10,5 km -1952 Felag Start
1 48.17 Jens Weihe 1947 Frælsi 45
2 57.53 Gunnar Simonsen 1952 Treysti 38
3 59.15 Jóannes Ortind 1951 Bragdið 72

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>