Leygardagin 29. februar kl. 11.00 skipar Treysti fyri 6. umfari í BETRI Vetrarkappingini. Hetta umfari plagar at verða fyriskipað frá Fossánesi, men vegna tað at Skúlin á Fossánesi er upptikin hendan dagin, so verður kappingin hildin á Viðareiði í staðin.
Hetta verður 13. ferðin, at Treysti skipar fyri Vetrarkapping norðanfyri. Startur og mál verður beint við Skúlan á Viðareiði. Kappast verður í ymiskum bólkum og byrja allir bólkar samstundis kl. 11.00.
– Kvinnur / Menn opin bólkur (f. -2003) – umleið 8,1 km
– Kvinnur / Menn Veteranar (f. 1965-1974) – umleið 8,1 km
– Kvinnur / Menn Superveteranar (f. 1955-1964) – umleið 8,1 km
– Kvinnur / Menn Ultraveteranar (f. 1954 ella fyrr) – umleið 8,1 km
– Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1999-2003) – umleið 8,1 km
– Gentur / Dreingir (f. 2004-2008) – umleið 2,7 km
Teinurin verður umleið 8 km og rutan verður trý umfør á umleið 2,7 km runt á Viðareiði. Startur og mál verða tætt við Skúlan. Børnini renna eitt umfar.

Rutan