Home Uncategorized DM 10 km: Marna Egholm við klassatíð

DM 10 km: Marna Egholm við klassatíð

by Hallur Holm

Leygardagin varð seinasta umfar av donsku vetrarkappingini runnið í Strib við Middelfart. Kappingin var samstundis DM í 10 km landavegsrenning. Marna Egholm hevur verið við øll umførini og var undan leygardegnum nummar fimm í samlaðu støðuni hjá kvinnum. Marna hevur vant nógv í seinastuni, og næsta leygardag ætlar hon at renna skjótt í Berlin ½ maraton. Vegna smáskaða og stríðan vind á rutuni í gjár, vildi Marna ikki leggja 100 % fyri. Hon fylgdi tó við í stóra førarafeltinum teir fyrstu fýra kilometrarnar. Men so skrædnaði, og tær fremstu skrúvaðu ferðina í topp.

Marna kom at liggja nummar 11, og fann skjótt sítt egna tempo, sum hon helt heilt á mál. Endaliga tíðin hjá Marnu gjørdist 37.16 min, sum má sigast at vera ein klassatíð. Bert Joan Bláfoss og Bjørk H. Olsen hava runnið hendan teinin skjótari. Úrslitið boðar eisini frá góðum, tá hugsað verður um týdningarmiklu kappingina í Berlin næsta leygardag. Enn einaferð er føroyska metið í hálvum maraton hjá kvinnum í vanda, og hesaferð kann tað fara undir 1.20.

marna
M
arna hevur runnið nógvar góðar kappingar seinastu mánaðirnar

Men fyri at venda aftur til donsku vetrarkappingina, so gav hon góða úrtøku til Marnu. Eftir 6. og seinasta umfar, gjørdist Marna samanlagt nummar trý! Og í liðkappingini bleiv tat til annaðpláss saman við liðfeløgunum úr Sparta!

FÍF ynskir Marnu hjartaliga tillukku við góðu úrslitunum í vetrarkappingini og góða eydnu í Berlin, har eitt annað føroyskt langteina-ess møguliga eisini verður við. Valborg Heinesen er nevniliga eisini tilmeldað, men av tí at hon hevur arbeitt nógv og hart seinastu tíðina, er eitt sindur ivasamt, hvussu verður við luttøkuni.

Og nú meðan vit eru við føroyingar, kunnu vit nevna, at eisini Súni Lamhauge var við í DM á 10 km í gjár við einum góðum úrsliti. 37.12 gjørdist hansara tíð.

0 comment
0

Related Articles