Home Uncategorized DMU í Hvidovre leygardag 11/9-2021

DMU í Hvidovre leygardag 11/9-2021

by Gunnvá Wardum

Íðkarar úr 3 av okkara lokalfeløgunum eru við til DM fyri ung á Hvidovre Stadion.

Veðrið hevur verið av tí allar fagrasta meginpartin av degnum. Onkra løtu tó eitt sindur ov nógvur vindur.

Nógv sera góð úrslit hava verið í dag. Nógv persónlig met og bólkamet eru sett. Eisini hevur onkur presterað undir oyggjaleikakravið og 2 føroysk met eru sett.

Fyrsta føroyska metið í dag, setti Elin Niclasen, tá ið hon  kastaði spjótið 42,78m. Hetta er eitt flott persónligt met, væl yvir oyggjaleikakravið.

Vit ynskja Elini hjartaliga tillukku.

Seinna føroyska metið settu teir 4 bragdadreingirnir – Sveinur, Jónas, Andreas og Leon á 4x100m við tíðini 45,03 sek. Hetta gav teimum eisini silvur í DMU.

Hjartaliga tillukku dreingir.

 

Hvirlan hevur 7 íðkarar tilmeldaðar, Bragdið 12 íðkarar og Treysti 1 íðkara.

Flestu teirra hava verið í góðum kappingum í dag og verða við aftur í morgin.

 

Úrslitini frá leygardegnum eru her :

Hvirlan
Bragdið
Treysti

0 comment
0

Related Articles