Home BETRI Vetrarkappingin Eirikur gjørdi bart undir Kerjum

Eirikur gjørdi bart undir Kerjum

by Hallur Holm

Renniveðrið var av tí fagrasta í dag, tá Hvirlan bjóðaði til 2. umfar av TF Vetrarkappingini. Kavin á rossagøtuni og í Havnardali gjørdi tað tó eitt sindur ivasamt, um tað var ráðiligt at skipa fyri kapprenning í tvørliga geinginum. Tað skal tó nakað meir enn hetta at leggja vetrarrennarum fótonglar í vegin, og kappingin varð gjøgnumførd sum ætlað.

Kerjar Eirikur1
Eirikur er í stórformi, og vann fyri aðru ferð eitt umfar av Vetrarkappingini. Fyrru ferð var í 2010 (mynd: Hvirlan)

At lendisrenning er við at vinna fram í Føroyum sást aftur á nógvu rennarunum, sum runnu í trail-skóm. Og tað var ein stórur fyrimunur á degnum. Eirikur Hansen úr Bragdinum var tó í vanligum renniskóm. Tað helt honum tó ikki aftur í at seta ferð á. Fyrstu kilometrarnar vóru tað tó Jan Elmar Sørensen og Guðmundur Joensen, sum trektu, meðan Eirikur og Julian Gregersen, fylgdu aftaná. Tá teir komu út á vegin var tað so Eirikur, sum setti ferð á. Tá var tað bert Jan Elmar sum megnaði at fylgja við, men beint eftir vatnbrunnin mátti eisini hann sleppa, og Eirikur fekk eitt hol uppá ein lítlan hálvan minutt.

Jan Elmar royndi at treiskast allan vegin heim, men Eirikur helt støðuni, og vann sína fyrstu Vetrarkapping síðan 2010 og aðru Vetrarkapping nakrantíð. Jan Elmar kom á mál 15 sekund seinni. Guðmundur Joensen, sum nú umboðar Hvirluna, betraði sítt fimtapláss frá seinast, og gjørdist hesaferð nummar trý, hálvan annan minutt eftir Eirik. Hesaferð knógvaði hann Julian Gregersen og Sam Vang, sum vóru framman fyri á Toftum.

Eisini hjá kvinnunum fingu vit ein nýggjan vinnara í dag. Rebekka Fuglø, sum var á renniseminari fyri 14 døgum síðani, var nú við aftur. Meginpartin av teininum fylgdist hon við vinnaranum frá seinast, Rigmor N. Arge. Komnar heim móti fjósunum, setti hon ferð á og royndi at avgera kappingina. Hon fekk eitt fitt hol, men gjørdist tó heldur ring av livurhøggi, og mátti stríðast ein harðan dyst, so Rigmor ikki skuldi fáa fatur á henni aftur. Á málinum var bert lítil hálvur minuttir millum tær. Ein minutt eftir Rigmor kom Duruta R. á Lofti rættiliga einsamøll á triðja plássi.

Kerjar kvinnur
Rebekka Fuglø var við aftur, men mátti stríðast fyri at basa Rigmor. Duruta var trygg á bronsuplássinum (mynd: Hvirlan)

Rigmor og Duruta, sum eru veteranar, gjørdust sostatt nummar eitt og tvey í veteranbólkinum. Kappingin um triðja plássið var hørð og spennandi. Hon stóð millum tær tríggjar javnt sterku Bragdarkvinnurnar, Kristu Nielsen, Ann Thomsen og Beintu Hoydal Joensen. Bert góður hálvur minuttur var millum tær, og aftur hesaferð eydnaðist Kristu at halda Ann og Beintu aftanfyri.

Sam Vang, sum vann hjá veteranunum seinast, hevði eina minni góða kapping í dag, og endaði á sætta plássið í opna bólkinum. Hann megnaði ikki at verja veteran-gullið frá seinast, men mátti síggja Martin Gravesen fara avstað við sigrinum. Nakað aftanfyri teir báðar kom Henry Olsen, sum enn ikki er komin í gongd at venja ordiliga eftir eitt hart maraton-heyst.

Hóast Jens R. Weihe er “ov gamal” til super-veteranarnar, so megnar eingin at koppa hann av trúnuni. Hóast hann fekk ein ordans sendara úti í Havnardali, reistist hann aftur, og vann ein enn tryggari sigur í dag enn seinast. Aftur í dag var tað Rani Nolsøe, sum gav harðastu mótstøðuna, og hann helt so Kára Simonsen á triðja plássi tríggjar minuttir aftanfyri.

Kerjar Jens
Enn stendur Jens tí mesta av ungdóminum kurl, hóast hann í veruleikanum er ryktur úr bólkinum superveteranar (mynd: Hvirlan)

Hjá kvinnuligu superveteranunum skiftu nummar eitt og tvey frá seinastu um pláss. Cecilia Arendal var hesaferð frammanfyri Sunnevu Olsen. Jóngerð H. Høgnesen megnaði enn einaferð at koma á triðjapláss.

Hjá dreingjunum fingu vit eina spennandi kapping millum Dánjal Dahl Ljósheim úr Hvirluni og Hans Sivertsen úr Treysti. Dánjal helt Hans 5 sekund aftanfyri, og vann sín næsta sigur í vetur. Hans Erland Thomsen úr Bragdinum bleiv nummar trý. Eisini hjá gentunum fingu vit sama vinnara. Maria Biskopstø er sera sterk á longu teinunum, og verður ring at basa. Unna Ró Jacobsen úr Bragdinum koyrdi hart á, og endaði minni enn hálvan minutt aftanfyri. Oddvør Josephsen hevur verið nógv sjúk í seinastuni, og var júst blivin frísk aftur. Gott at síggja hana í kapping aftur. Hon gjørdist nummar trý í dag, og ætlar sær ivaleyst longur fram seinni í vetur.

Kerjar Dánjal
Dánjal Dahl Ljósheim úr Hvirluni rennur sera væl fyri tíðina, og vann gull fyri aðru ferð í vetur. Hann skal tó ansa sær fyri Hans Sivertsen úr Treysti, sum eisini rennur sera væl (mynd: Hvirlan)

Kerjar Maria
Maria Biskopstø, Treysti við góðum rennistíli og góðum treysti (mynd: Hvirlan)

Mansunglingarnir høvdu somu raðfylgju sum seinast. Julian Gregesen var eitt sindur longur frá teimum fremstu monnunum, menn vann kortini tryggan sigur hjá unglingunum. Gunnar Sivertsen rann eisini stak væl, og við sjeynda plássi í opna bólkinum kemur hann skjótt upp millum teir bestu langteinarennararnar her heima. Nýggi ungi maðurin, Rógvi Kárason, umboðar nú Bragdið. Hann hevur enn mest vant á bandi, og fekk tað tí hart í brekkunum í dag. Hann megnaði tó at varðveita triðjaplássið frá seinast.

Kerjar unglingar
Mansunglingarnir høvdu somu raðfylgju sum seinast: Gunnar, Julian og Rógvi (mynd: Hvirlan)

Aftur í dag vóru omanfyri 100 rennarar. Og teir hildu allir, at heitt kakao hóskar væl til kaldan kava. Harumframt bjóðaði Hvirlan vatn, sisu, bollar og bananir. Hetta kom væl við eftir strævna túrin á tungu rutuni.

Eftir renningina var eisini lutakast um fleiri spennandi vinningar, so nøkur, sum ikki vunnu í renningini, kundu kortini fara heim við onkrum vinningi.

Kerjar startur
Tey yngstu runnu 1,5 km og hildu tí til beins undan teimum vaksnu, sum runnu 10,5 km. Saman við hugnarennarunum vóru yvir 100 fólk og runnu (mynd: Hvirlan)

Úrslit TF VK-2 Kerjar 21. nov. 2015 kl. 13.00
Menn opin bólkur -1999 – 10,5 km
Nr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Felag
1 40.03 Eirikur Hansen 1980 Bragdið
2 40.18 Jan Elmar Sørensen 1991 Treysti
3 41.34 Guðmundur Joensen 1983 Hvirlan
4 41.49 Martin Gravesen 1967 Bragdið
5 42.08 Julian Gregersen 1998 Treysti
6 42.23 Sam Vang 1970 Bragdið
7 43.50 Gunnar Eihilt Sivertsen 1999 Treysti
8 44.14 Henry Olsen 1964 Bragdið
9 44.46 Guttorm Sørensen 1968 Treysti
10 45.06 Niels Poulsen 1972 Bragdið
11 45.11 Marnar Pattinson 1970 Roysnið
12 45.24 Uni Joensen 1969 Frælsi
13 46.08 Súni Jacobsen 1967 Bragdið
14 46.21 Rúni Seloy 1994 Bragdið
15 46.28 Heini Gregersen 1964 Treysti
16 47.02 Rógvi Kárason 1996 Bragdið
17 47.20 Regin Thomsen 1976 Roysnið
18 47.48 Kaj Dam 1966 Treysti
19 48.04 Jens R. Weihe 1947 Frælsi
20 49.01 Egil Olsen 1963 Roysnið
21 49.14 John Egholm 1961 Hvirlan
22 49.39 Rani Nolsoe 1959 Treysti
23 49.49 Jákup Dahl Ljósheim 1998 Hvirlan
24 50.05 Páll H. Vesturbú 1961 Hvirlan
25 50.14 Borgar Biskopstø 1962 Treysti
26 50.21 Rói Herup Olsen 1983 Bragdið
27 51.27 Sølvi Reinert Hansen 1970 Roysnið
28 51.43 Rói Jacobsen 1984 Treysti
29 52.40 Kári Simonsen 1959 Bragdið
30 52.46 Johan Simonsen 1969 Bragdið
31 52.52 Allan Dalsgarð 1972 Bragdið
32 52.54 Herluf Jakobsen 1963 Bragdið
33 53.06 Rani Friang Rasmussen 1985 Roysnið
34 53.59 Herluf Hansen 1973 Bragdið
35 54.10 Rúni Simonsen 1973 Bragdið
36 54.12 Dan Kruse Thomsen 1970 Bragdið
37 55.02 Gunnar Simonsen 1952 Treysti
38 55.07 Bent Jakobsen 1958 Bragdið
39 55.30 Júst í Túni 1986 Treysti
40 56.10 Arnfinnur Helmsdal 1970 Bragdið
41 56.29 Sverri Eriksen 1974
42 57.04 Sverri Steinhólm 1963
43 57.27 Steingrímur Hallsson 1997 Bragdið
44 57.32 Kristin Kristiansen 1980 Onki felag
45 57.47 John Ryan 1974 Treysti
46 58.26 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið
47 58.30 Jógvan Olsen 1956 Bragdið
48 62.30 Helgi Johannessen 1967 Roysnið
49 82.00 Regin Jóanesarson 1945 Hvirlan
DNS Regin Arge 1969 Hvirlan
DNS Andreas Josephsen 1968 Treysti
Mansunglingar 1995-1999 – 10,5 km
Nr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Felag
1 42.08 Julian Gregersen 1998 Treysti
2 43.50 Gunnar Eihilt Sivertsen 1999 Treysti
3 47.02 Rógvi Kárason 1996 Bragdið
4 49.49 Jákup Dahl Ljósheim 1998 Hvirlan
5 57.27 Steingrímur Hallsson 1997 Bragdið
Menn veteranar 1961-1970 – 10,5 km
Nr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Felag
1 41.49 Martin Gravesen 1967 Bragdið
2 42.23 Sam Vang 1970 Bragdið
3 44.14 Henry Olsen 1964 Bragdið
4 44.46 Guttorm Sørensen 1968 Treysti
5 45.11 Marnar Pattinson 1970 Roysnið
6 45.24 Uni Joensen 1969 Frælsi
7 46.08 Súni Jacobsen 1967 Bragdið
8 46.28 Heini Gregersen 1964 Treysti
9 47.48 Kaj Dam 1966 Treysti
10 49.01 Egil Olsen 1963 Roysnið
11 49.14 John Egholm 1961 Hvirlan
12 50.05 Páll H. Vesturbú 1961 Hvirlan
13 50.14 Borgar Biskopstø 1962 Treysti
14 51.27 Sølvi Reinert Hansen 1970 Roysnið
15 52.46 Johan Simonsen 1969 Bragdið
16 52.54 Herluf Jakobsen 1963 Bragdið
17 54.12 Dan Kruse Thomsen 1970 Bragdið
18 56.10 Arnfinnur Helmsdal 1970 Bragdið
19 57.04 Sverri Steinhólm 1963
20 58.26 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið
21 62.30 Helgi Johannessen 1967 Roysnið
22 63.58 Uni Joensen 1969 Frælsi
Menn superveteranar -1960 – 10,5 km
Nr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Felag
1 48.04 Jens R. Weihe 1947 Frælsi
2 49.39 Rani Nolsoe 1959 Treysti
3 52.40 Kári Simonsen 1959 Bragdið
4 55.02 Gunnar Simonsen 1952 Treysti
5 55.07 Bent Jakobsen 1958 Bragdið
6 58.30 Jógvan Olsen 1956 Bragdið
7 82.00 Regin Jóanesarson 1945 Hvirlan
Kvinnur opin bólkur -1999 – 10,5 km
Nr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Felag
1 48.51 Rebekka Fuglø 1993 Treysti
2 49.20 Rigmor Napoleonsd. Arge 1969 Hvirlan
3 50.25 Duruta Reginsdóttir á á Lofti 1969 Bragdið
4 52.26 Krista Nielsen 1965 Bragdið
5 52.36 Ann Thomsen 1966 Bragdið
6 52.54 Beinta Hoydal Joensen 1971 Bragdið
7 53.24 Birna Mohr Joensen 1970 Hvirlan
8 54.16 Ann-Mari av Skarði 1974 Bragdið
9 54.26 Paula Mohr 1968 Hvirlan
10 57.55 Ingrid Hofgaard 1968 Bragdið
11 59.00 Eydna Weihe 1969 Bragdið
12 59.25 Ingun Sørensen 1971 Treystið
13 61.01 Birna Abrahamsen 1970 Hvirlan
14 61.23 Bjørg Nielsen 1974 Bragdið
15 61.38 Adelaid Kirke 1968 Hvirlan
16 62.22 Anna Maria Seloy 1964 Bragdið
17 62.50 Elisabeth Larsen 1968 Bragdið
18 63.29 Jónrit Dalsgaard 1974 Bragdið
19 63.43 Karin Kirke Petersen 1964 Treysti
20 63.55 Marita Hansen 1979 Bragdið
21 64.07 Julianna Frederiksberg 1967 Roysnið
22 64.18 Cecilia Arendal 1957 Hvirlan
23 65.38 Sunneva Olsen 1959 Bragdið
24 65.44 Karin Maria Isaksen 1963 Bragdið
25 66.24 Tina Kruse Dam 1977 Bragdið
26 66.41 Dagmar í Heiðunum 1968 Hvirlan
27 66.53 Elin í Haraldsstovu 1961 Bragdið
28 67.48 Heidi Jógvansdóttir 1972 Bragdið
29 68.13 Johanna Vang 1964 Bragdið
30 68.58 Herriet Djurhuus 1965 Bragdið
31 70.01 Maria Biskopstæð 1965 Bragdið
32 73.38 Olga Johannesen 1967 Roysnið
33 77.32 Susan Jacobsen 1964 Treysti
34 68.22 Jóngerð Herup Høgnesen 1948 Bragdið
35 70.20 Jessie Hansen 1955 Bragdið
36 70.36 Elisabeth Rasmussen 1959 Bragdið
37 78.58 Ingun Olsen 1959 Bragdið
Kvinnur veteranar 1961-1970 – 10,5 km
Nr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Felag
1 49.20 Rigmor Napoleonsd. Arge 1969 Hvirlan
2 50.25 Duruta Reginsdóttir á á Lofti 1969 Bragdið
3 52.26 Krista Nielsen 1965 Bragdið
4 52.36 Ann Thomsen 1966 Bragdið
5 53.24 Birna Mohr Joensen 1970 Hvirlan
6 54.26 Paula Mohr 1968 Hvirlan
7 57.55 Ingrid Hofgaard 1968 Bragdið
8 59.00 Eydna Weihe 1969 Bragdið
9 61.01 Birna Abrahamsen 1970 Hvirlan
10 61.38 Adelaid Kirke 1968 Hvirlan
11 62.22 Anna Maria Seloy 1964 Bragdið
12 62.50 Elisabeth Larsen 1968 Bragdið
13 63.43 Karin Kirke Petersen 1964 Treysti
14 64.07 Julianna Frederiksberg 1967 Roysnið
15 65.44 Karin Maria Isaksen 1963 Bragdið
16 66.41 Dagmar í Heiðunum 1968 Hvirlan
17 66.53 Elin í Haraldsstovu 1961 Bragdið
18 68.13 Johanna Vang 1964 Bragdið
19 68.58 Herriet Djurhuus 1965 Bragdið
20 70.01 Maria Biskopstæð 1965 Bragdið
21 73.38 Olga Johannesen 1967 Roysnið
22 77.32 Susan Jacobsen 1964 Treysti
Kvinnur superveteranar -1960 – 10,5 km
Nr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Felag
1 64.18 Cecilia Arendal 1957 Hvirlan
2 65.38 Sunneva Olsen 1959 Bragdið
3 68.22 Jóngerð Herup Høgnesen 1948 Bragdið
4 70.20 Jessie Hansen 1955 Bragdið
5 70.36 Elisabeth Rasmussen 1959 Bragdið
6 78.58 Ingun Olsen 1959 Bragdið
Dreingir 2000-2004 – 1,5 km
Nr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Felag
1 06:28 Dánjal Dahl Ljósheim 2000 Hvirlan
2 06:33 Hans Eihilt Sivertsen 2001 Treysti
3 06:52 Hans Erland Thomsen 2003 Bragdið
4 07:14 Ingi Johannessen 2002 Roysnið
5 08:00 Hugin Jacobsen 2002 Bragdið
Gentur 2000-2004 – 1,5 km
Nr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Felag
1 06:45 Maria Biskopstø 2002 Treysti
2 07:09 Unna Ró Jacobsen 2002 Bragdið
3 07:17 Oddvør Josephsen 2001 Treysti
4 07:44 Elin Kristina Ryan 2000 Treysti
2 comments
0

Related Articles

2 comments

Jessie Hansen 24.11.15 - 14:41

Hey, havi ein spurning/undran viðv.:

Kvinnur opin bólkur -1999 – 10,5 km

32 73.38 Olga Johannesen 1967 Roysnið
33 77.32 Susan Jacobsen 1964 Treysti
34 68.22 Jóngerð Herup Høgnesen 1948 Bragdið
35 70.20 Jessie Hansen 1955 Bragdið
36 70.36 Elisabeth Rasmussen 1959 Bragdið
37 78.58 Ingun Olsen 1959 Bragdið

hví tíðin og nr. hjá td. Susan og Olgu standa fyrr enn Jóngerð´sa og mín ?

Hallur Holm 02.12.15 - 23:17

Hey Jessie

Síggi ikki spurningin fyrr enn nú. Eg skal kanna hatta.

vinarliga
Hallur

Comments are closed.