Home Uncategorized Eitt føroyskt met og ein “íslandsmeistari”

Eitt føroyskt met og ein “íslandsmeistari”

by Hallur Holm

So er fyrri kappingardagur í Kópavogi farin aftur um, og vit kunnu líta aftur á ein dag við góðum føroyskum avrikum, har vit bæði fingu eitt føroyskt met og ein føroyskan “íslandsmeistara”.

Tað var Margit Weihe Fríðmundsdóttir, sum stóð fyri føroyska metinum. Hon hevði ein strævnan dag, sum byrjaði við innleiðandi kapping í longdarlopi. Her eydnaðist tað henni við 4.77 m at leypa seg í finaluna sum nummar níggju av teimum tilsamans 24 leyparunum. Edna Maria Debes leyp eisini longdarlop, men hennara 4,44 metrar rukku ikki til finaluna.


Margit rakti bæði dagin og plankan væl, og betraði sítt føroyska met í longdarlopi við einum sentimetri (mynd: Heri Ziska)

Áðrenn finaluna, var eisini 100 m kappingin á skránni. Margit rann í fyrsta riðili undir liðini á krútsterku íslendsku spurt- og longdarlopsstjørnuni Hafdís Sigurðardóttir. Hóast Hafdís við spentar ál rann undan, nervaði hetta ikki Margit, sum hóast ein trilvandi start rann seg til sína bestu tíð nakrantíð – 13,65 sekund enntá við 1,5 m/s ímóti. Samanlagt gjørdist Margit nummar 10.


Margit fekk ikki besta startin á 100 metrum, men rann seg væl fram, og endaði við at renna sína bestu tíð (mynd: Heri Ziska)

Tað gjørdist eitt sindur rokaligt tá finalan í longdarlopi skuldi byrja. Fyriskipararnir hildu ikki, at føroyingarnir sum gestaluttakarar kundu taka pláss í finaluni, og Margit stóð tí ikki á listanum. Hetta fingu vit tíbetur í rættlag, men hetta órógvaði Margit nakað. Fyrstu tvey lopini vóru ikki eins góð sum tey fyrr á degnum vóru í innleiðandi umfarinum, men ein broyting við atrenningini gav strax úrslit. 4,85 metrar og nýtt føroyskt met við einum sentimetri! Harafturat var hon ein av teimum átta, sum nú fingu trý lop afturat. Hóast langan kappingardag máldu seinastu trý lopini øll yvir 4,70 metrar. Alt í alt ein stak góður dagur hjá Margit, sum í morgin skal renna 200 metrar. Edna Maria Debes kappast í morgin í trístøkki, sum má metast at vera hennara sterkasta grein.


Edna Maria Debes stríddist manniliga, men rakti ikki sín besta dag og tí heldur ikki finaluna (mynd: Heri Ziska)

“Íslandsmeistarin” hjá okkum í dag var Rebekka Fuglø, sum gjørdi bart á 1.500 metrum. Tvær íslendskar løgdu út, sum vóru tær skotnar úr einari kanón. Rebekka vildi ikki lata tær sleppa ov langt og helt teimum í stuttum tjóðri. Eftir 500 metrum fór gassið úr ballónini hjá teimum, og Rebekka vísti nú, hvør var tann stinnasta. Málrættað, og við eyðkenda vnnaraviljanum, legði hon fyrst aðra og síðan hina aftur um seg. Og so var eingin ivi um, hvør fór at vinna hesa kappingina. Endaliga tíðin hjá Rebekku gjørdist 4.39,62 – 4 sekund frá hennara føroyska meti á teininum. Eisini Bjørk Herup Olsen var við í hesi 1.500 m finaluni. Hon gjørdist nummar fýra við 4.59,52 min. Í morgin rennur Rebekka 800 metrar, meðan Bjørk saman við Marnu Egholm skal renna 3.000 m.


Í stórum stíli fekk Rebekka víst íslendingum, hvør er best í norðurhøvum at renna 1.500 metrar (mynd: Heri Ziska)

bjork_runDeja vu? Nei. Eins og í 2010 vinnur Bjørk Herup Olsen ein langan spurt móti Fríðu Rún Tordardóttir (mynd: Heri Ziska)

Eisini Rúni Seloy rann 1.500 metrar í dag. Kappingin hjá honum gjørdist jøvn og spennandi heilt á málið. Fýra rennarar vóru mest sum javnir teir fyrstu 1.200 metrarnar. Tá royndi Rúni seg við einum “langskoti” og helt undan hinum. Men tá 100 metrar vóru eftir varð hann fangaður, og seinastu 100 metrararnir blivu bæði ein dystur um sigurin og um at varðveita annaðplássið. Endin varð, at Rúni gjørdist nummar tvey við síni higartil bestu tíð á teininum. Urið vísti 4.11,   Í morgin rennur rúni 800 metrar.


Rúni hevði leisðsluna í løtum, og var nær við at vinna á øllum íslendingunum. At enda gjørdist hann nummar tvey (mynd: Heri Ziska)

Í longdarlopi hjá monnunum var eisini føroysk luttøka. Kravið um ein finalusess var eitt 12. pláss, men lop yvir 6,20 metrar gav beinleiðis atgongd í finaluna. Tórur Mortensen gjørdi skjótt av. Leyp fyrst eitt trygt lop út á 6,10 metrar og setti so meira á í øðrum umfari, har hann við 6,26 metrum leyp seg beint í finaluna, sum var tríggjar tímar seinni. Her legði Tórur út við einum rimmar lopi uppá 6,40 metrar, sum eisini gjørdist hansara longsta lop. Hetta rakk til fjórðaplássið, sum má sigast at vera eitt stak gott úrslit hjá hesum 17-ára gamla. Í morgin skal Tórur kappast í trístøkki.


Tórur Mortensen fleyg út á 6,40 metrar í dag –  bert 9 sentimetar frá sínum besta lopi. (mynd: Heri Ziska) 

Okkara sterki spjótkastari Hanus Bergsson skuldi  eisini dystast í dag, men í kapping á Tórsvølli mikukvøldið fekk hann ein skaða í kastiarmin, og hildið var tí ikki, at ráðiligt var at kappast. Sera harmiligt hjá Hanusi, sum ógvuliga sannlíkt hevði bivið nummar tvey í kappingini. Hin kastarin hjá okkum er Hallur Simonsen, og hann er til dystin fúsur í morgin, tá kappast verður í klingrukasti.

 

0 comment
0

Related Articles