FM 2017 gjøgnum linsuna hjá Bjørg

Skrivað hevur

Hóast Bjørg Svabo ikki var tilmeldað nakra kapping til FM, var tað aftur í ár hon, sum rann longst. Aftur og fram millum málið, kastiringin, sigurspallarnar, lopgrøvina, hæddarlopsmáttina… um aftur og um aftur. Tøkk fái hon fyri tær mongu góðu myndirnar frá so mongum kappingum. Her er ein lítil partur av tí, hon fekk burtur úr FM 2017. Fleiri myndir eru á heimasíðuni hjá Hvirluni.

Annars síggjast øll úrslitini her

FM2017 4x100 m kv2
Treysti vinnur silvur og Hvirlan bronsu í 4×100 m. Bragdið var klárt fremst, men her fingu vit ein rimmar endabrest millum Aldu og Rebekku.

FM2017 4x100 m
4×100 m menn. Bragdið hevur fingið leiðsluna eftir fyrsta túrin, men Magnus rann ein rimmar túr, og hóast Rúni flýgur, var tað ikki nóg mikið til at fylgja Magnusi. Endin var ein tryggur sigur til Hvirluna, sum hevði styrkt seg við Hans Sivertsen úr Treysti
FM2017 5.000 m Andrias
Andrias Hansen vann loksins FM á 5.000 metrum, og 2017 er nærum fullkomið. Nú manglar bara eitt maraton-PM, sum helst skal koma í Frankfurt í oktober

FM2017 100 m start 2 kv
So lupu tær úr blokkinum í 100m-finaluni….

FM2017 100 m start kv.
..og Alda reyk avstað og helt leiðsluna til bara fimm metrar vóru eftir. Margit er ikki komin við enn á hesi myndini, men tað gjørdi hon seinni, tá hon stakk seg fram um allar og gjørdist spurtdrottning Føroya næsta árið
FM2017 200 m kv.
Eisini á 200 metrum sigraði Margit. Hetta var ein ómetaliga sterk og spennandi kapping. F.v.: Teresa, Elisabet, Margit, Rebekka, Alda og Oddvør
FM2017 400 m Rebekka
Tvey føroysk met fingu vit til FM. Júst her er tað Rebekka Fuglø, sum tekur metið á 400 metrum, har hon hóast harða mótstøðu, vann tryggan sigur. 2/100 sekund tók hon av gamla metinum. Nýggja metið er 59,15 sekund.
FM2017 Dánjal
Dánjal Dahl Ljósheim stóð stinnur móti teimum 35 forðingunum, sum bíðaðu honum í finaluni á 3.000 m forðarenning. Hóast hann ongantíð hevði roynt teinin áður, rann hann rímiliga javnt, og kom heim í góðum stíli sum føroyameistari
FM2017 Edna Maria
Edna Maria Debes var einasti luttakari í 100 m rimarenning. Hon gav kortini alt hon átti, og var tað ikki fyri eitt lítið mistak móti endanum, so høvdu vit sannlíkt fingið enn eitt føroyskt met á degnum, tí bert 2/10 sekund væntaðu í.

FM2017 heiðursmerki 1.500 m kv.
Treysti hevur seinnu tíðina verið einaráðandi á 1.500 metrum. Hendan dagin vóru tað bert Rebekka og Oddvør, sum runnu. Oddvør goymdi krútið til aðrar kappingar, men Rebekka er so væl fyri, at hon klárar ikki at lata vera við at traðka harðliga á spitaran. 
FM2017 heiðursmerki 1.500 m menn
Julian vann tryggan sigur á 1.500 metrum. Regin Thomsen vann Roysninum eitt silvurheiðursmerki hvønn dagin, men Dánjal kom við einum dundur-spurti, og mundi tikið silvurið

FM2017 heiðursmerki 4x100 m kv.
4×100 m – Treysti: Rebekka, Birita, Urd (lænt frá Bragdinum), Oddvør. Bragdið: Karin, Margit, Teresa og Elisabet. Hvirlan: Edna Maria, Sunniva, Alda og Guðrið.

FM2017 heiðursmerki 4x100 m menn
4×100 m. Bragdið: Daniel, William, Rúni og Andrias. Hvirlan: Tórur, Rúni, Magnus og Hans læntur frá Treysti)

FM2017 heiðursmerki 4x400 kv2
4×400: Bragdið: Margit, Karin, Teresa og Elisabet. Treysti: Rebekka, Birita, Rannvá (maskottur), Maria og Oddvør.
FM2017 heiðursmerki 5.000 m
Vinnararnir á 5.000 m hjá monnum: F.v.: Julian, Andrias og Martin
FM2017 heiðursmerki 100 m kv.
100 m kvinnur f.v.: Alda, Margit og Elisabet. FM2017 heiðursmerki 100 m menn rætt
100 m menn: F.v.: Andreas, Tórur og Magnus
FM2017 heiðursmerki 100 m menn
Heili seks FM-heiti vann Tórur Mortensen. Her tekur hann ímóti heiðrinum fyri 200 m, har Daniel D. Rein vann bronsu og Andreas B. Antoft vann silvur
FM2017 heiðursmerki 200 m kvinnur
200 m – f.v.: Rebekka, Margit og Elisabet. Margit var eisini ein av stóru stjørnunum til hesa FM-kappingina. Hon vann fimm kappingar: 100 m, 200 m, longdarlop, trístøkk og 4×100 m!!
FM2017 heiðursmerki 400 m kvinnnur
400 m: F.v.: Margit silvur, Rebekka gull og Oddvør bronsu
FM2017 heiðursmerki 400 m menn
400 m F.v.: Hans silvur og Rúni gullFM2017 heiðursmerki faðir og dóttur
Av øllum myndunum hjá Bjørg hetta vikuskiftið, er hon nokk fegnast um hesa, sum má sigast at vera søgulig. Maðurin og dótturin vunnu bæði gull í klingrukasti.
FM2017 heiðursmerki hæddarlop kv.
Hæddarlop. F.v.: Maria silvur, Teresa gull og føroyskt met, og Elisabet bronsu
FM2017 heiðursmerki hæddarlop m
Hæddarlop: Hans føroyameistari og Silas bronsu. Silvurvinnari var Andreas B. Antoft
FM2017 heiðursmerki klingra kv.
Klingrukast: F.v.: Guðrið silvur, Helena føroyameistari og Sunniva bronsu
FM2017 heiðursmerki klingra menn
Klingrukast: F.v.: Helgi silvur, Heri føroyameistari og Magnus bronsuFM2017 heiðursmerki kúla kv.
Kúluvarp: F.v.: Edna Maria silvur, Sunniva føroyameistari og Guðrið bronsu
FM2017 heiðursmerki kúla m.
Kúluvarp: F.v.: Kristian Martin silvur, Tórur føroyameistari og Helgi bronsu
FM2017 heiðursmerki sleggja kv.
Sleggjuvarp: F.v.: Sunniva silvur, Guðrið føroyameistari og Edna Maria bronsu

 

FM2017 heiðursmerki sleggja m
Sleggjuvarp: F.v.: Helgi silvur, Heri føroyameistari og Bjarni bronsuFM2017 heiðursmerki spjót kv.
Spjótkast: Sunniva føroyameistari og K. Petersen-systrarnar silvur og bronsu. FM2017 heiðursmerki trístøkk kv.
Trístøkk: F.v.: Andrea Kirstina silvur, Margit føroyameistari og Teresa bronsuFM2017 heiðursmerki trístøkk m
Trístøkk: F.v: Magnus silvur og William Helmsdal føroyameistariFM2017 Helgi spjót
Gott at síggja kollfirðingin á Strondum aftur á Tórsbreyt. Helgi hevði ikki heilt gloymt gamlar dygdir
FM2017 klingrukast Heri
Heri fekk lagt enn eitt FM heiti í ævigu søgubøkurnar
FM2017 Klingurkast Helena
Og Helena skrivaði seg í søgubøkurnar við sínum fyrsta FM-heiti. Men neyvan verður hetta tað seinasta.FM2017 longdarlop m
Tórur Mortensen vann seks FM-heiti. Og tá var yndisgreinin trístøkk ikki við. Í longdarlopinum gjørdist talan um greiðan sigur. FM2017 sleggjuvarp Guðrið
Guðrið er í rúkandi framgongd við sleggjuni. Spennandi verður at fylgja henni komandi tíðinaFM2017 Sunniva
Eisini hjá Sunnivu gongur við rúkandi ferð. Hennara vinnandi FM-kast hevði eisini vunnið henni bronsu á oyggjaleikunum!FM2017 Teresa
Føroyskt met í hæddarlopi fingu vit eisini, tá Teresa fleyg upp um 1,55 m. Harvið legði hon ein sentimetur aftruat metinum hon setti til VU Spelen í juli. Hetta var triðju ferð í ár, at Teresa betraði føroyska metið í hæddarlopi. FM2017 Tórur kúla
Tá man ikki fær lopið sína yndisgrein trístøkk, er tað ikki so galið, at man kann kasta og spurta. Tórur vann gull á 100 m, 200 m, 4×100 m, longdarlopi, spjótkasti og her í kúluvarpi.FM2017 Tórur spjót
FM2017 Tórur spjót2
Og her er tað spjótkast, har øll seks køstini vóru yvir 40 metrar. Seinasta kastið var tað longsta – 44,60 metrarFM2017 Treysti M-K 4x400Treysti eftir kappingarnar á 4×400 metrar, har tað bleiv til gull í báðum førum. Kvinnurnar høvdu ein drápiligan kamp móti Bragdinum, sum varð avgjørdur við 2/10 sekund.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>