Home BETRI Vetrarkappingin Fleiri enn 100 runnu Runt Agnið

Fleiri enn 100 runnu Runt Agnið

by Hallur Holm

Hóast veðurmenninir ikki høvdu spátt tað besta renniveðrið tá Runt Agnið skuldi rennast í morgun, gjørdist aftur í ár talan um luttakaramet í fyrsta umfari av TF Vetrarkappingini 2015/16. Fleiri enn 100 rennarar vóru við í kappingini í dag, og tað er aldrin hent fyrr.

Veðrinum eru rennarar ikki bangnir fyri, og tað hevði tað so heldur ikki verið nøkur orsøk til í dag. Eitt æl á leiðini og nakað av vindi var alt útsynningurin hevði at bjóða.

Tað var ein topptrimmaður Jan Elmar Sørensen úr Treysti, sum í harðari kapping við Eirik Hansen vann kappingina í dag. Kanska eitt sindur óvæntað, at Jan Elmar skuldi strúka avstað við sigrinum, men tað var ein nýggj útgáva av 23 ára gamla Jan Elmari vit sóu í dag. Tað var ein trimmað útgáva. Eirikur Hansen vísti eisini bæði stórform og góðan vinnaravilja, men mátti tó yvirgeva seg tá einir 200 metrar vóru eftir.

Julian Gregersen úr Treysti varð spáddur at hava góðar vinnaramøguleikar. Hann fylgdi eisini væl við í oddinum, men móti endanum gjørdist trýstið frá Eiriki og Jan Elmari ov hart, og hann mátti taka til takkar við bronsuna. Á næstu plássunum komu sterku rennararnir Sam Vang á fjórða, Gudmundur Joensen á fimta, Martin Gravesen á sætta og Henry Olsen á sjeynda plássi.


Jan Elmar vísti seg óvæntað høgt støði og vann fyrsta umfar av TF Vetrarkappingini hjá monnum. Eirikur Hansen, sum bleiv nummar tvey sæst eitt sindur aftanfyri. (mynd: Roysnið)

 

Jú tað var ein sterk og spennandi kapping hjá monnunum við fleiri rennarum undir dreymatíðini 40.00 minuttir. Kvinnukappingin gjørdist ikki so spennandi. Til tað var Rigmor N. Arge eitt nummar for sterk í dag. Hon vann ein greiðan sigur framman fyri Durutu R. á Lofti, sum heldur ikki fekk stórvegis kapping um silvurið. Størsti spenningurin var um bronsuna, har teir báðir Bragdarfelagarnir Krista Nielsen og Ann Thomsen vóru í tøttum dysti. Tað var tó at enda Krista Nielsen, sum kundi lata seg heiðra á triðjapalli.

Genturnar og dreingirnir vóru bert átta í tali í dag. Men tey runnu øll heilt sterkar tíðir. Dánjal Dahl Ljósheim vann sína fyrstu Vetrarkapping, Hans Erland Thomsen gjørdist nummar tvey og Hans Sivertsen nummar trý. Teir komu allir undir 19 minuttir!! Ingi Johannesen á fjórða plássi kom fyri fyrstu ferð undir 20 minuttir og eisini Hugin Jacobsen á fimta plássi, setti eitt gott persónligt met.

Stinna Maria Biskopstø gav fremstu dreingjunum harða kapping, og rann enn einaferð undir 19 minuttir. Unna Ró Jacobsen á øðrum plássi kom undir 20 og Elin Kristina Ryan á triðja plássi skar tveir minuttir av tíðini í fjør.

Mansunglingarnir høvdu tveir nýggjar á pallinum. Rógvi Kárason av Tvøroyri rann fyri fyrstu ferð nakrantíð við nummari á bringuni. Hetta gjørdi hann so væl, at hann kundi fara heim við bronsuheiðursmerki í síni fyrstu rennikapping. Á øðrum plássi var Gunnar Sivertsen, sum fyri fyrstu ferð rann longra teinin í TF Vetrarkappingini. Eisini Gunnar rann væl, og rann seg inn á topp 10 í opna bólkinum. Julian Gregersen, sum gjørdist nummar trý í opna bólkinum, vann tryggan sigur í unglingabólkinum.

Tað er alment kent, at kvinnur liva longri enn menn. Tað sær eisini út til, at tær liva longri sum rennarar enn menn, tí tær tríggjar fremstu veterankvinnurnar vóru júst tær somu sum í opna bólkinum. Besti veteranur hjá monnunum var Sam Vang, sum rann sína fyrstu kapping sum veteranur. Martin Gravesen varð nr. 2 og á triðja plássi var Henry Olsen.

Superveteranurin Jens Weihe gjørdi enn einaferð bart og vann góðan minuttin framman fyri Rana Nolsøe á øðrum plássi. Gunnar Sivertsen varð nummar trý. Cecilia Arendal er nýtt navn hjá kvinnuligu superveteranunum. Hon og Sunneva Olsen komu rættiliga tættar um málstrikuna, Sunneva tó 20 sekund frammanfyri. Jóngerð Herup Høgnesen gjørdist nummar trý.

Roysnið skal hava eina stóra tøkk fyri væl fyriskipað tiltak og fyri eina góða hugnaliga løtu aftaná.

Úrslit-Runt-Agnið-2015

Úrslit 1. TF-Vetrarkappingin Runt Agnið 7. nov. 2015 kl. 11.00
Nr. Tíð Menn opin bólkur (-1999) 10,2 km
1 37.07 Jan Elmar Sørensen 1991 Treysti
2 37.15 Eirikur Hansen 1980 Bragdið
3 38.07 Julian Gregersen 1998 Treysti
4 38.19 Sam Vang 1970 Bragdið
5 38.25 Gudmundur Joensen 1983 Bragdið
6 38.35 Martin Gravesen 1967 Bragdið
7 39.19 Henry Olsen 1964 Bragdið
8 40.22 Gunnar Sivertsen 1999 Treysti
9 40.56 Guttorm Sørensen 1968 Treysti
10 41.07 Marnar Pattinson 1970 Roysnið
11 41.24 Hjalmar Sjóvará 1966 Bragdið
12 41.36 Arnfinn Johannesen 1965 Roysnið
13 41.42 Regin Áki Hansen 1970 Bragdið
14 41.59 Súni Jacobsen 1967 Bragdið
15 42.10 Rógvi Kárason 1996 Onki felag
16 42.31 Heini Gregersen 1964 Treysti
17 42.53 Helgi L. Petersen 1978 Roysnið
18 43.27 Jens R. Weihe 1947 Frælsi
19 43.49 Kaj Dam 1966 Treysti
20 43.57 Albert Johansen 1966 Frælsi
21 44.02 Egil G. Olsen 1963 Roysnið
22 44.12 Júst í Túni 1986 Treysti
23 44.24 Herluf Jacobsen 1963 Bragdið
24 44.31 Regin Thomsen 1976 Roysnið
25 44.34 Andreas Josephsen 1968 Treysti
26 44.38 Rani Nolsøe 1959 Treysti
27 44.48 Páll Vesturbú 1961 Hvirlan
28 45.37 Henrik Kølleskov 1965 Bragdið
29 45.49 Allan Dalsgarð 1972 Bragdið
30 45.53 Bergur Didriksen 1965 Roysnið
31 46.24 Jákup D. Ljósheim 1998 Hvirlan
32 46.33 Rói Herup Olsen 1983 Bragdið
33 46.49 Rani F. Rasmussen 1985 Roysnið
34 47.16 Jóhan E. Simonsen 1969 Bragdið
35 47.17 Jan Matras 1966 Treysti
36 47.34 Eirikkur Joensen 1967 Roysnið
37 47.36 Sølvi Reinert Hansen 1970 Roysnið
38 47.38 Sverri Steinhólm 1963 Onki felag
39 48.14 Terje Hansen 1968 Roysnið
40 48.38 Rúni Simonsen 1973 Bragdið
41 48.53 Gunnar Simonsen 1952 Treysti
42 50.06 Arnfinnur Helmsdal 1970 Bragdið
43 50.33 Jóannes Ortind 1951 Bragdið
44 50.41 Fríðrikur Bláhamar 1965 Bragdið
45 50.46 Suni Kristiansen 1956 Roysnið
46 51.23 Sofus Poulsen 1965 Frælsi
47 51.35 Bent H. Jacobsen 1958 Bragdið
48 51.41 Dan Kruse Thomsen 1970 Bragdið
49 51.54 Niclas Joensen 1963 Hvirlan
50 52.30 John Ryan 1974 Treysti
51 52.45 Hilmar Høgenn 1962 Bragdið
52 52.57 Kristin Kristiansen 1980 Onki felag
53 53.17 Kristmar E. Johannesen 1962 Treysti
54 55.06 Kristian í Lambanum 1954 Treysti
55 56.46 Daniel D. Rein 1990 Bragdið
56 60.47 Andreas Andreassen 1957 Roysnið
Nr. Tíð Kvinnur opin bólkur (– 1999)  10,2 km
1 44.48 Rigmor N. Arge 1969 Hvirlan
2 46.01 Duruta á Lofti 1969 Bragdið
3 46.56 Krista Nielsen 1965 Bragdið
4 47.16 Ann Thomsen 1966 Bragdið
5 47.56 Paula Mohr 1968 Hvirlan
6 48.14 Birna Mohr Joensen 1970 Hvirlan
7 49.33 Beinta Hoydal Joensen 1971 Bragdið
8 49.35 Ann-Mari av Skarði 1974 Bragdið
9 50.29 Astrid Joensen 1967 Roysnið
10 51.55 Adelaid Kirke 1968 Hvirlan
11 52.59 Ingun K. Sørensen 1971 Treysti
12 53.10 Hallbjørg Danielsen 1973 Roysnið
13 53.41 Eydna E. Petersen 1973 Hvirlan
14 54.26 Saloma Johannesen 1993 Roysnið
15 54.31 Karin Kirke Petersen 1964 Treysti
16 55.11 Bjørg Nielsen 1974 Bragdið
17 55.17 Eydna Weihe 1969 Bragdið
18 55.44 Julianna Frederiksberg 1967 Roysnið
19 56.57 Anna Maria Seloy 1964 Bragdið
20 57.03 Elisabeth Larsen 1968 Bragdið
21 57.25 Heidi Jógvansdóttir 1972 Bragdið
22 57.54 Laila Jacobsen 1962 Frælsi
23 57.58 Jorie Josephsen 1971 Treysti
24 58.09 Sunneva Olsen 1959 Bragdið
25 58.30 Cecilia Arendal 1957 Hvirlan
26 58.32 Elin í Haraldstovu 1961 Bragdið
27 58.39 Petra Mikkelsen 1974 Roysnið
28 58.39 Karin Maria Isaksen 1963 Bragdið
29 58.43 Ingibjørg Kristensen 1970 Onki felag
30 58.50 Tina Kruse Dam 1977 Bragdið
31 59.29 Ruth Winther 1968 Bragdið
32 59.50 Heriet Djurhuus 1965 Bragdið
33 60.03 Unna Hansen 1967 Roysnið
34 60.49 Olga Johannesen 1967 Roysnið
35 61.14 Jóngerð H. Høgnesen 1948 Bragdið
36 61.33 Johann Vang 1964 Bragdið
37 62.06 Maria Biskupstø 1965 Bragdið
38 62.30 Dagmar í Heiðunum 1968 Hvirlan
39 63.43 Jessie Hansen 1955 Bragdið
40 66.29 Susan Jacobsen 1964 Treysti
41 66.32 Súsan Tavsen 1965 Frælsi
42 72.43 Ingun Olsen 1959 Bragdið
Nr.  Tíð Menn vet. (f. 1961 – 1970)  10,2 km
1 38.19 Sam Vang 1970 Bragdið
2 38.35 Martin Gravesen 1967 Bragdið
3 39.19 Henry Olsen 1964 Bragdið
4 40.56 Guttorm Sørensen 1968 Treysti
5 41.07 Marnar Pattinson 1970 Roysnið
6 41.24 Hjalmar Sjóvará 1966 Bragdið
7 41.36 Arnfinn Johannesen 1965 Roysnið
8 41.42 Regin Áki Hansen 1970 Bragdið
9 41.59 Súni Jacobsen 1967 Bragdið
10 42.31 Heini Gregersen 1964 Treysti
11 43.49 Kaj Dam 1966 Treysti
12 43.57 Albert Johansen 1966 Frælsi
13 44.02 Egil G. Olsen 1963 Roysnið
14 44.24 Herluf Jacobsen 1963 Bragdið
15 44.34 Andreas Josephsen 1968 Treysti
16 44.48 Páll Vesturbú 1961 Hvirlan
17 45.37 Henrik Kølleskov 1965 Bragdið
18 45.53 Bergur Didriksen 1965 Bragdið
19 47.16 Jóhan E. Simonsen 1969 Bragdið
20 47.17 Jan Matras 1966 Treysti
21 47.34 Eirikkur Joensen 1967 Roysnið
22 47.36 Sølvi Reinert Hansen 1970 Roysnið
23 47.38 Sverri Steinhólm 1963 Onki felag
24 48.14 Terje Hansen 1968 Roysnið
25 50.06 Arnfinnur Helmsdal 1970 Bragdið
26 50.41 Fríðrikur Bláhamar 1965 Bragdið
27 51.23 Sofus Poulsen 1965 Frælsi
28 51.41 Dan Kruse Thomsen 1970 Bragdið
29 51.54 Niclas Joensen 1963 Hvirlan
30 52.45 Hilmar Høgenn 1962 Bragdið
31 53.17 Kristmar E. Johannesen 1962 Treysti
Nr. Tíð Kvinnur vet. (1961– 1970)  10,2 km
1 44.48 Rigmor N. Arge 1969 Hvirlan
2 46.01 Duruta á Lofti 1969 Bragdið
3 46.56 Krista Nielsen 1965 Bragdið
4 47.16 Ann Thomsen 1966 Bragdið
5 47.56 Paula Mohr 1968 Hvirlan
6 48.14 Birna Mohr Joensen 1970 Hvirlan
7 50.29 Astrid Joensen 1967 Roysnið
8 51.55 Adelaid Kirke 1968 Hvirlan
9 54.31 Karin Kirke Petersen 1964 Treysti
10 55.17 Eydna Weihe 1969 Bragdið
11 55.44 Julianna Frederiksberg 1967 Roysnið
12 56.57 Anna Maria Seloy 1964 Bragdið
13 57.03 Elisabeth Larsen 1968 Bragdið
14 57.54 Laila Jacobsen 1962 Frælsi
15 58.32 Elin í Haraldstovu 1961 Bragdið
16 58.39 Karin Maria Isaksen 1963 Bragdið
17 58.43 Ingibjørg Kristensen 1970 Onki felag
18 59.29 Ruth Winther 1968 Bragdið
19 59.50 Heriet Djurhuus 1965 Bragdið
20 60.03 Unna Hansen 1967 Roysnið
21 60.49 Olga Johannesen 1967 Roysnið
22 61.33 Johann Vang 1964 Bragdið
23 62.06 Maria Biskupstø 1965 Bragdið
24 62.30 Dagmar í Heiðunum 1968 Hvirlan
25 66.29 Susan Jacobsen 1964 Treysti
26 66.32 Súsan Tavsen 1965 Frælsi
Nr.  Tíð Menn supervet. ( – 1960)  10,2 km
1 43.27 Jens R. Weihe 1947 Frælsi
2 44.38 Rani Nolsøe 1959 Treysti
3 48.53 Gunnar Simonsen 1952 Treysti
4 50.33 Jóannes Ortind 1951 Bragdið
5 50.46 Suni Kristiansen 1956 Roysnið
6 51.35 Bent H. Jacobsen 1958 Bragdið
7 55.06 Kristian í Lambanum 1954 Treysti
8 60.47 Andreas Andreassen 1957 Roysnið
Nr.  Tíð Kvinnur supervet. ( – 1960)  10,2 km
1 58.09 Sunneva Olsen 1959 Bragdið
2 58.30 Cecilia Arendal 1957 Hvirlan
3 61.14 Jóngerð H. Høgnesen 1948 Bragdið
4 63.43 Jessie Hansen 1955 Bragdið
5 72.43 Ingun Olsen 1959 Bragdið
Nr.  Tíð Mansungl. ( 1995– 1999)  10,2 km
1 38.07 Julian Gregersen 1998 Treysti
2 40.22 Gunnar Sivertsen 1999 Treysti
3 42.10 Rógvi Kárason 1996 Onki felag
4 46.24 Jákup D. Ljósheim 1998 Hvirlan
Nr. Tíð Dreingir  (f. 2000-2004)  5,0 km
1 18.28 Dánjal Dahl Ljósheim 2000 Hvirlan
2 18.42 Hans Erland Thomsen 2003 Bragdið
3 18.59 Hans Eihilt Sivertsen 2001 Treysti
4 19.53 Ingi Johannesen 2002 Roysnið
5 23.06 Hugin Jacobsen 2002 Bragdið
Nr. Tíð Gentur  (f. 2000-2004)  5,0 km
1 18.47 Maria Biskupstø 2002 Treysti
2 20.57 Unna Ró Jacobsen 2002 Bragdið
3 21.38 Elin Kristina Ryan 2000 Treysti
2 comments
0

Related Articles

2 comments

Bergur Didriksen 11.11.15 - 13:24

Hey tit, eg eri limur í Roysni, ikki Bragdinum 🙂
vh bd

Hallur Holm 12.11.15 - 00:20

Takk fyri rættingina, Bergur!

vh
Hallur

Comments are closed.