FM 10 km og finalan í Betri Vetrarkappingini leygardagin kl. 11.00

Skrivað hevur
Í sambandi við árligu Várkappingina skipa Roysnið og FÍF tann 17. marts kl. 11.00 fyri FM í 10 km renning í Runavík. Hetta verður samstundis  eisini 8. og seinasta umfar av TF Vetrarkappingini 2017/2018.Sjálvt um talan er um FM í 10 km, so er hetta er eisini opin kapping har øll kunnu luttaka. Fyri at luttaka á 10 km skal ein tó vera fødd/føddur í 2001 ella fyrr. Fyri at luttaka í FM er tað ein treyt, at man er limur í einum felag undir FÍF.

Samstundis sum tey vaksnu renna 10 km, so renna gentir og dreingir 5 km (f. 2002-2006). Unglingar (f. 1997-2001), sum eisini luttaka í opna bólkinum, renna sjálvandi eisini um FM í 10 km.

Rennast skal – sum undanfarin ár, góð 9 umfør eftir teini runt í Runavík: út eftir høvuðsvegnum, oman á kei’ina stutt áðrenn rundkoyringinia, inn eftir niðara vegi, og niðan aftur á høvuðsvegin beint uttanfyri Magn-støðina har tað so verður vent úteftur aftur.

Startur verður sum vanligt uttanfyri Kiosk Vár, og málið er við Sjómansheimið, nakað áðrenn har omansneiðingin er.

várkapping 2017
Byrjanin í fjør 

Børnini byrja á niðara vegi, og koma á mál sama stað sum tey vaksnu. Tey renna knappar 5 rundir.

Talan er í báðum førum um DAF-góðkendar teinar.Bólkar:

Í FM 10 km verður kappast í hesum bólkum:
– Menn og kvinnur opin bólkur (f. -2001)
– Menn og kvinnur veteranar (f. 1963-1972)
– Menn og kvinnur superveteranar (f.1953-1962)
– Menn og kvinnur ultraveteranar (f.-1952)Kostnaðurin fyri at luttaka er kr. 50,- fyri vaksin og kr. 30,- fyri børn. Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF (www.fif.fo). Leinka til tilmelding her her: Várkappingin og FM 10km 2018. Freistin at melda til online er fríggjakvøldið 17/3 á midnátt.

Avheinting av nummar og eftirtilmelding verður í kantinuni í Skúlanum við Løkin á kappingardegnum millum kl. 10.15 og 10.45. Skiftimøguleikar eru í Bylgjuni og har verður eisini møguligt at fara í brús eftir renningina (somu skiftirúm sum til Nýggjárshálvmaraton).

Eftir renningina bjóðar Roysnið til kaffi o.a. í kantinuni í Skúlanum við Løkin, og tá vera heiðursmerkir eisini handaðið fyri FM og steyp fyri samlaðu úrslitini í TF Vetrarkappingini.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*