Í gjár bleiv FM í lendisrenning, og samstundis fimta umfar í BETRI Vetrarkappingini, runnið í góðum líkindum í Hoydølum, har Bragdið skipaði fyri. Umleið 60 rennarar vóru við. Rennast skuldu seks umfør á umleið 1,3 km. Børnini runnu tvey umfør.
Hjá monnum var ein rennari, sum skaraði framúr. Talan er um 45-ára gamla Signar B. Røsvik, sum var komin úr Danmark at luttaka. Hann hevur í fleiri ár víst sínar dygdir, bæði uttanlanda og her heima, og í løtuni er hann í góðari venjingarstøðu. Farna vikuskifti rann hann 3.000m uppá 9.16,06 ! innandura í Randers. Fyri tveimum árum síðani gjørdist hann eisini føroyameistari í lendisrenning. Hann umboðar Bragdið tá hann kappast í Føroyum.
Signar er væl fyri í løtuni
Longu eftir fyrsta umfar hevði hann lagt seg á odda, eftir næsta umfar var munurin øktur og tað gjørdist hann allan vegin. Eirikur Hansen, sum hevur vunnið undanfarin umfør, og Helgi W. Olsen fylgdust á øðrum- og triðjaplássi. Á seinasta umfari setti Eirikur ferð á, og tá mátti Helgi sleppa. Signar gjørdist føroyameistari við 31.14 min, sum er næstskjótasta skrásetta tíð til FM í Lendisrenning. Í 2013 fekk Marnar Djurhuus skrásett 31.13 min. Eirikur kom á mál eftir 34.06 min. og Helgi eftir 34.25 min.
Maria føroyameistari hjá kvinnunum
Unga Maria Biskopstø, sum hevði vunnið trý tey seinastu undanfarnu umfør í vetrarkappingini, vann ein tryggan sigur. Hetta er fyrstu ferð hon luttekur í lendisrenning fyri vaksin. Hon hevur vunnið nakrar ferðir í gentubólkinum.
Maria gjørdist føroyameistari hjá kvinnunum
Hon lá nakrar metrar á odda longu eftir fyrsta umfar, og hon økti spakuliga leiðsluna allan vegin á mál og gjørdist vinnari við 40.04 min. frammanfyri Ann-Mari av Skarði við 41.41 min. og veteranin Rigmor N. Arge við 42.20 min.
Leinkja til øll úrslitini er her: 5. BETRI Vetrarkapping/FM lendisrenning 2020 og her: í .pdf
Leinkja til støðuna í BETRI Vetrarkappingini eftir 5 umfør er her: BETRI Vetrarkappingin eftir 5 umfør
Leinkja til myndir, sum Guttorm Sørensen tók, er her: 5. BETRI Vetrarkapping/FM Lendisrenning 2020
Leinkja til innslag hjá Kringvarpinum er at finna her: Maria og Signar føroyameistarar í lendisrenning
Næsta umfar í BETRI Vetrarkappingini verður avgreitt á Viðareiði 29. februar kl. 11.00. Tá verður tað Treysti, sum skipar fyri.
1 | Signar Brask Røsvik, Bragdið | Me. vet. (1965-1974) | 1974 | M | 31:14.6 |
2 | Eirikur Hansen, Bragdið | Me. opin (2003 og eldri) | 1980 | M | 34:06.7 |
3 | Helgi Winther Olsen, Onki felag | Me. opin (2003 og eldri) | 1980 | M | 34:25.6 |
4 | Hallur Holm, Bragdið | Me. vet. (1965-1974) | 1967 | M | 34:43.6 |
5 | Dánjal Dahl Ljósheim, Hvirlan | Mansungl. (1999-2003) | 2000 | M | 36:40.3 |
6 | Sam Vang, Bragdið | Me. vet. (1965-1974) | 1970 | M | 37:02.5 |
7 | Hjalmar Sjóvará, Bragdið | Me. vet. (1965-1974) | 1966 | M | 37:18.3 |
8 | Ingi Johannessen, Roysnið | Mansungl. (1999-2003) | 2002 | M | 37:32.8 |
9 | Lau Jensen, Roysnið | Me. vet. (1965-1974) | 1972 | M | 37:34.5 |
10 | Peter Jensen, Bragdið | Me. opin (2003 og eldri) | 1992 | M | 38:48.5 |
11 | Andrass Joensen, Bragdið | Me. supervet. (1955-1964) | 1963 | M | 39:00.6 |
12 | Arnfinn Johannessen, Roysnið | Me. vet. (1965-1974) | 1965 | M | 39:22.5 |
13 | Hákun Poulsen, Bragdið | Mansungl. (1999-2003) | 2000 | M | 39:43.8 |
14 | Bogi Hanusarson Højgaard, Bragdið | Me. opin (2003 og eldri) | 1984 | M | 39:49.1 |
15 | John Egholm, Hvirlan | Me. supervet. (1955-1964) | 1961 | M | 39:51.4 |
16 | Maria Biskopstø, Treysti | Kvinnuungl. (1999-2003) | 2002 | K | 40:04.7 |
17 | Markus Hvannastein, Treysti | Me. opin (2003 og eldri) | 1984 | M | 40:12.7 |
18 | Rói Herup Olsen, Bragdið | Me. opin (2003 og eldri) | 1983 | M | 41:13.6 |
19 | Ann-Mari av Skarði, Bragdið | Kv. vet. (1965-1974) | 1974 | K | 41:41.5 |
20 | Borgar Biskopstø, Treysti | Me. supervet. (1955-1964) | 1962 | M | 42:04.3 |
21 | Rigmor Napoelonsdóttir Arge, Hvirlan | Kv. vet. (1965-1974) | 1969 | K | 42:20.2 |
22 | Allan Dalsgarð Bragdið | Me. vet. (1965-1974) | 1972 | M | 42:33.1 |
23 | Kári Simonsen, Bragdið | Me. supervet. (1955-1964) | 1959 | M | 42:48.2 |
24 | Herluf Jakobsen, Bragdið | Me. supervet. (1955-1964) | 1963 | M | 43:01.1 |
25 | Astrid Joensen, Roysnið | Kv. vet. (1965-1974) | 1967 | K | 44:27.7 |
26 | Sverri Eriksen, Bragdið | Me. vet. (1965-1974) | 1974 | M | 45:20.1 |
27 | Páll H Vesturbú, Hvirlan | Me. supervet. (1955-1964) | 1961 | M | 45:20.7 |
28 | Herluf Hansen, Bragdið | Me. vet. (1965-1974) | 1973 | M | 45:21.4 |
29 | Hallbjørg Danielsen, Roysnið | Kv. vet. (1965-1974) | 1973 | K | 45:31.4 |
30 | Pina Mohs, Onki felag | Kv. opin (2003 og eldri) | 1990 | K | 46:23.2 |
31 | Marita Hansen, Bragdið | Kv. opin (2003 og eldri) | 1979 | K | 46:55.1 |
32 | Gunnar Simonsen, Treysti | Me. ultravet. (f. -1954) | 1952 | M | 47:27.5 |
33 | Helgi Johannessen, Roysnið | Me. vet. (1965-1974) | 1967 | M | 47:59.3 |
34 | Katrin Hansen, Bragdið | Kv. opin (2003 og eldri) | 1982 | K | 48:17.1 |
35 | Jóhanna Vang, Bragdið | Kv. supervet. (1955-1964) | 1964 | K | 49:00.7 |
36 | Kristín Baldvinsdóttir, Bragdið | Kv. vet. (1965-1974) | 1973 | K | 49:17.0 |
37 | Karin Kirke Petersen, Treysti | Kv. supervet. (1955-1964) | 1964 | K | 49:56.9 |
38 | Heidi Ó. Jógvansdóttir, Bragdið | Kv. vet. (1965-1974) | 1972 | K | 50:05.5 |
39 | Aud í Soylu, Frælsi | Kv. supervet. (1955-1964) | 1961 | K | 50:14.2 |
40 | Eyðun Jakobsen, Hvirlan | Me. vet. (1965-1974) | 1973 | M | 52:19.6 |
41 | Óluva Hvannastein, Treysti | Kv. opin (2003 og eldri) | 1987 | K | 53:00.1 |
42 | Elisabeth Rasmussen, Bragdið | Kv. supervet. (1955-1964) | 1959 | K | 53:19.7 |
43 | Elisabeth Larsen, Bragdið | Kv. vet. (1965-1974) | 1968 | K | 53:23.1 |
44 | Elsibeth Johannessen, Roysnið | Kv. vet. (1965-1974) | 1966 | K | 53:26.6 |
45 | Páll Sólstein, Treysti | Me. supervet. (1955-1964) | 1964 | M | 54:29.1 |
46 | Sunneva Olsen, Bragdið | Kv. supervet. (1955-1964) | 1959 | K | 56:37.7 |
47 | Sigrun Joensen, Treysti | Kv. vet. (1965-1974) | 1970 | K | 56:41.0 |
48 | Eileen Matras, Treysti | Kv. vet. (1965-1974) | 1971 | K | 57:23.3 |
49 | Kristin Rasmussen, Frælsi | Me. ultravet. (f. -1954) | 1952 | M | 58:06.0 |
50 | Anja Joensen, Bragdið | Kv. vet. (1965-1974) | 1968 | K | 58:19.5 |
51 | Una Højsted, Bragdið | Kv. supervet. (1955-1964) | 1961 | K | 58:19.8 |
52 | Ingrid Bærentsen Patursson, Bragdið | Kv. supervet. (1955-1964) | 1958 | K | 58:59.0 |
– | Flóvin EidesgaardBragdið | Me. vet. (1965-1974) | 1973 | M | DNF |
– | Rógvi KárasonBragdið | Me. opin (2003 og eldri) | 1996 | M | DNF |