Leygardagin 6. juni kl. 11.00 skipar Treysti fyri árligu Føroya Bjór renningini, sum er fyri bæði børn og vaksin. Hetta er 19. ferð á rað, at Treysti skipar fyri hesi renning í miðbýnum í Klaksvík á Norðoyastevnu. Tað var í 1997, at fyrstu ferð runnið bleiv inni í býnum á Norðoyastevnu, og at renningin varð skipað, sum ein býarrenning. Hetta var eisini fyrstu ferð, at skipað bleiv fyri renning fyri børn í ymsum aldursbólkum.
Øll árini síðani renningin byrjaði í 1997 hevur luttøkan verið góð, og tað vónar Treysti, at hon verður aftur hesaferð. Fyrstu árini vóru tað flest børn í luttóku, men seinnu árini hava nógv vaksin luttikið eisini.
Í ár verður renningin leygardagin 6. juni kl. 11.00. Orsakað av vegarbeiði við Skúlavegin, sum tískil er stongdur, verður runnið annarleiðis í ár, men kortini nøkunlunda somu teinar. Børnini renna eitt, tvey og trý umfør á einum umleið 450m rundteini. Tey vaksnu renna fyrst tvey umfør á umleið 700m og so tvey umfør á umleið 1.800m – íalt 5 km, sum eru uppmátaðir og góðkendir.
Skráin fyri rennikappingina leygardagin 31. mai á Norðoyastevnu sær soleiðis út:
kl. 11.00 Menn/Kvinnur (f. 1970-1999) – 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Veteranar (f.1960-1969) – 5 km
kl. 11.00 Superveteranar (f.1959 ella fyrr) – 5 km
kl. 11.45 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2008 ella seinni) – 450 m
kl. 11.55 Dreingir-10/Gentur-10 (f.2005-2007) – 900 m
kl. 12.05 Dreingir-13/Gentur-13 (f.2002-2004) – 1.350 m
kl. 12.15 Dreingir-17/Gentur-17 (f.1998-2001) – 1.350 m
kl. 12.30 Heiðursmerkjahandan uttanfyri TelebúðinaHeiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp verður latið skjótastu kvinnuni og manninum á 5 km teininum.

Tey sum tilmelda seg online, skulu avheinta startnummur við Telebúðina í góðari tíð áðrenn start.Eisini ber til at eftirtilmelda seg við Telebúðina, í seinasta lagi ½ tíma áðrenn renningarnar byrja, og tá er kostnaðurin kr. 80 fyri vaksin og kr. 50 fyri børn. Allir luttakarar verða bidnir um at møta við Telebúðina í góðari tíð áðrenn renningin byrjar.Øll eru vælkomin at verða við, og vónar Treysti, at undirtøkan verður minst líka góð, sum hon hevur verið øll árini frammanundan.