Home Uncategorized Føroya vakrasta hálvmaraton ruta!

Føroya vakrasta hálvmaraton ruta!

by Guttorm Sørensen

Tíðindaskriv:

Aftur í ár skipar ítróttarfelagið Frælsi í Vágum fyri eini hálv marathon renning, sum í ár verður leygardagin 5. september. Teinurin runnið verður er úr Gásadali og til kirkjuna í Sandavági.

Tað var 4. mars í 2004 at ítróttarfelagið Frælsi bleiv sett á stovn og varð tíggjunda árið fagnað við at renna eftir føroya flottastu hálv marathon rutu. Runnið varð gjøgnum allar bygdirnar í Vágum, har byrjað varð við skúlan í Gásadali og komið varð á mál við kirkjuna í Sandavági. Dagurin í 2014 eydnaðist so serstakliga væl og við stórari luttøku, har 40 kvinnur og 44 menn gjøgnumførdu hørðu rutuna. Avgjørt varð beinanvegin at hetta skuldi blíva eitt afturvendandi tiltak.

Rennararnir møta kl. 9.30 við skúlan á Giljanesi har startnummur verða útflýggjaði. Møguligt verður hjá luttakarunum at skifta og lata skiftiklæðir inn, til at heinta eftir renningina, har møguleiki somuleiðis verður at fara undir brús. Av Giljanesi verður farið við bussi til Gásadals, starturin er kl. 11. Fyri hvørjar 5km verður ein vatnpostur.

Fyrireikarnir vóna at síggja nógvar rennarar, men eisini nógvar áskoðarar fram við vegnum sum fara at heppa á rennarnar tá teinurin í støðum kann vera eitt sindur tungur.

Í ár verður eisni motións renning har møguligt verður hjá fólki at ganga/renna úr Vatnsoyrum til Sandavágs. Møtt verður í Vatnsoyrum har startnummur verða útflýggjað.

Tilmeldingin fer fram inni á heimasíðuni hjá FíF renn.fo. Tað er møguligt at melda til renningina fram til hósdagin 3. september á midnátt, tá lukkað verður fyri tilmelding. Luttakarar til motiónsrenning kunnu somuleiðis melda seg til á renn.fo og eisini við at tekna seg á staðnum.

Kostnaður fyri at luttaka í hálv marathon er kr. 275,- og fyri motiónsrenning kr. 100,-. Kostnaðurin fyri børn til og við 16ár er kr. 20,-.

Luttakarar til hálv marathon sum tekna seg í seinasta lagi 19. august fáa eina renniblusu. Tá skal viðmerkjast stødd á blusu tá goldið verður.

 

Nakrar myndir frá jn.fo í fjør eru at finna her: Vágar hálvmaraton 2014

 

 

 

0 comment
0

Related Articles