Home Altjóða luttøka Føroyingar staðið seg væl í Danmark!

Føroyingar staðið seg væl í Danmark!

by Hallur Holm

Tað var ikki bara í Sørvági, at okkara rennarar kappaðust um vikuskiftið. Teir báðir harðføru ultra-globetrottarnir, Henrik Kølleskov og Rúni Simonsen úr Bragdinum vóru farnir undir ógvusliga uppgávu á Bornholm. 50 miles ella 80 kilometrar skuldu teir renna í útnyrðingshorninum á Bornholm, m.a. í økinum kring Hammershus.

80 kilometrar við kava og nógvum kuldastigum er eitt. Men ógvusligu brekkurnar oman og niðan stórt sæð alla tíðina gera hesa uppgávuna til nakað heilt heilt serligt, og bara at gjøgnumføra slíka renning er í sær sjálvum eitt bragd. Kølle og Rúni hava verið til aðrar ultrakappingar hetta seinasta árið, men hendan uppgávan var fleiri stig harðari enn hinar.

Hammer Trail
Vit hava tíverri enn ongar myndir av okkara monnum á Bornholm, men m.a. soleiðis sær rutan út….. 

Fyrireikingarnar hjá teimum fáa illa verið optimalar, tí báðir sigla teir í frálandavinnuni. Serliga hjá Rúna hevði tað svikið við fyrireikingunum, og hann fekk tað eisini sera hart seinasta av teimum fýra umførunum á 20 kilometrar. Men hann megnaði kortini at gjøgnumføra við samlaðu tíðini 13 tímar og 23 minuttir.

Heiðurmerki verða latin fyri at gjøgnumføra teinin, eins og tey fremstu trý eisini fáa heiðursmerki. Harafturat ber til at vinna eitt serligt beltispenni, um rennast kann undir ávísa tíð. Markið var 11.15 tímar, men vegna frost og hálku varð markið flutt til 12 tímar. Henrik Kølleskov megnaði at renna teinin uppá 11 tímar og 41 minuttir. Soleiðis ognaði hann sær høgt metta Hammertrail beltispennið.

Fyr til fyr
Her er ein mynd frá í vár, tá teir tríggir, Henrik Kølle Kølleskov, Sofus Poulsen og Rúni Simonsen runnu utra-teinin Fyr-til-fyr, sum var 56 kilometrar. 

Okkara fremsti rennari fyri tíðina, Marna Egholm, var eisini í kapping leygardagin. Hetta var sonevnda Garmin trail-serian, sum umfatar trý kappingarumfør frá november til januar. Leygardagin runnu tey off-trail í nógva kavanum, og eins og tey bæði fyrstu umførini, var tað aftur hesuferð Marna Egholm, sum vann tryggan sigur. Teinurin var 6 kilometrar við 300 hæddarmetrum.

Marna Kavatrail
Marna er sterkur rennari og væl fyri. (mynd: Garmin-trail)

 

0 comment
0

Related Articles