Home Uncategorized Frágreiðing VU-Spelen – fyrri partur

Frágreiðing VU-Spelen – fyrri partur

by Hallur Holm

Seinasta vikuskifti vóru landsliðini hjá FÍF við í stóru kappingini VU-Spelen í Gøtuborg. Ongantíð fyrr hava føroysku íðkararnir fingið so javnt góð úrslit. Í nærum hvørjari kapping fingu vit persónlig met og 27 ferðir fingu vit nýggj bólkamet. Og heili fýra nýggj føroysk met vórðu sett hesar tríggjar dagarnar.

Nógv kundi verið skrivað um allar kappingarnar, tí allar hava tær hvør sína spennandi søgu. Her verður tó bert ein lítil samandráttur fyri hvønn íðkara gjørdur.

Havast skal í huga, at kappingarnar eru sera sera sterkt mannaðar, við flestu av bestu íðkarum úr øllum norðurlondum, og aðrastaðni við. Eitt heiðursmerki fingu vit aftur í ár (Hanus Bergsson, spjótkast) men tað bleiv eisini til eina rúgvu av topp 10 úrslitum, sum vit eru meira enn stolt av.


Hópurin avmyndaður uttanfyri gistingarhúsið: f.v.: Valborg, Gutti, Rebekka, Karin, Steingrímur, Hallur, Tinna, Hanus, Steintór, Marita, Heri, Trygvi, Andreas, Helgi, Elisabet, Tórur, Hallur, Oddvør, Debes, Óluva, Niklas og Birita. Á myndini vænta Maria, Katarina, Margit og Pauli.

Øll úrslitini á hesi slóðini: http://www.trackandfield.se/resultat/2014/140629.htm  – vel millum fríggjadag, leygardag og sunnudag ovast á síðuni.

Rebekka
Rebekka er royndasti íðkari í hópinum, og hevur millum ár og dag sett eitt ótal av føroyskum metum. Bara í 2013 setti hon 10 nýggj føroysk uttanduramet. Og góða gongdin heldur fram. Rebekka kappaðist leygardagin á 1.500 m og sunnudagin á 800 m og í báðum førum gjørdist talan um føroyskt  met! Metið á 1.500 m átti Bjørk Herup Olsen, og hetta var eitt av teimum heilt sterku metunum. Í sterka riðilinum hjá kvinnunum lá Rebekka leingi á halanum, men á hálvari leið fekk hon nakrar aftur, sum dragnaðu. Framvið 1.000 m hevði hon umleið 3.05, og síðani setti hon spitaran í botn, og rann teir 500 metrarnar heim við 1.30 min, so endaliga tíðin og nýggja føroyska metið gjørdist 4.35.92 min. Rebekka gjørdist nr 10 í hesi sterku kappingini.


1.500 m er júst byrjaður, og tær spenna avstað. Rebekka og Valborg í bláum.

Sunnudagin var so 800 m á skránni. Sera nógvir sterkir rennarar vóru komnir til Gøtuborg, og Rebekka kom í riðil 2 – næststerkasta riðilin. Hóast fyrra umfarið var runnið beint yvir 65 sekund, var Rebekka tá framvegis aftast av teimum 12 kvinnunum. Seinna umfarið fekk hon nærum helvtina av feltinum aftur, og kom heim í nýggjari mettíð. Tíverri hendi okkurt tekniskt óhapp, sum hevur forkomið el-tíðunum. Men tíbetur hava fyriskipararnir onkursvegna megnað at endurskapað úrslitini, tó so, at tey nú standa sum hondtikin við einum desimali. Tíðin hjá Rebekku og nýggja føroyska metið gjørdist 2.14,6 min.

Hanus
Hanus Bergsson hevur leingi verið okkara stóra vón í spjótkasti, og á VU-Spelen fekk hann sítt veruliga gjøgnumbrot. Ikki bara í Føroyum, men eisini í Danmark, har úrslit hansara hava givið afturljóð í danska kastiheiminum. Hanus megnaði sum greitt frá í aðrari grein á heimasíðuni, at taka metið 57,74 m, sum Rógvi Højgaard setti í 2007, longu við fyrsta kastinum. Akkurát ein sentimetur longur kastaði Hanus. Men fyri at undirstrika at hann nú veruliga kann kalla seg besta spjótkastara føroyinga nakrantíð, smekkaði hann í fimta umfari spjótið út á 59,00 metrar. Eitt úrslit, sum eisini sær sera spennandi út við oyl-brillunum. Á danska styrkilistanum fyri menn er Hanus nú nummar 6, og heilt stutt er upp til teir fremstu.


Hanus fegnast um sítt føroyska met. Her hevur hann júst fingið longdina at vita. 59,00 metrar!!

Margit
Margit Weihe Fríðmundsdóttir, gentur 15 ár, hevur runnið kapp í nógv ár. Seinastu tíðina er hon blivin alt skjótari og skjótari, og má í dag metast ein av 4-5 ungum gentum/kvinnum, sum eru skjótastu føroyingarnir. Leygardagin rann hon 80 m og setti bólkamet við 11,25 sek. Og sunnudagin var hon við í størstu kappingini yvirhøvur á VU-Spelen. 155 gentur vóru tilmeldaðar í 300m renningini, og skuldu renna í 15 riðlum. Margit vann greitt níggjunda riðil, og endaði tilsaman nummar 32 við nýggjum føroyskum meti, 43,52 sekund – 0,08 sekund skjótari enn gamla metið, sum Rebekka setti í fjør. Tíðin hjá Margit boðar eisini frá, at hon eisini kann taka føroyska metið á 400 m og kanska verður hon eisini fyrsta føroyska kvinnan undir 1.00,00 á 400 m?


Margit rann upp til sítt allar besta, og setti nýtt føroyskt met á 300 m. 

Tinna
Ætlanin var, at Tinna Berg Jørgensen, gentur 15 ár, skuldi renna 100 m og 200 m. Men hesir teinar vóru ikki til hennara aldursbólk. Tinna var so ein av teimum trimum føroysku, sum runnu 80 m. Tað gekk væl hjá Tinnu, og hon fekk nýtt persónligt met við 11,32 sekundum í mun til tað gamla, sum var 11,45 sekund.


Karin, Tinna og Margit vóru allar við í 80 metra kappingini fyri gentur 15 ár

 

Karin
Triðja gentan á 80 m hjá gentum 15 ár, var Karin Holm Simonsen, sum veruliga hevur tikið seg fram síðani seinasta heyst, og tá serliga á teimum stuttu teinunum. Men á 80 m leygardagin, gekst ikki eftir vild, og toppferðin kom ongantíð ordiliga fram. Tíðin gjørdist 11,75 sekund. Orsøkin kann vera harða renningin á 800 m fríggjadagin, tá Karin fekk tikið heili 5 sekund av sínum persónliga meti, sum nú er 2.23,01 min. Sunnudagin rann Karin 300 m, og aftur her gekk tað sum fretur eftir gleri, tá hon í stórum stíli vann riðil 8 við nýggjum persónligum meti, 44,18 sek.


Karin fegnast um sín riðlasigur á 800 m  og sítt stóra nýggja persónliga met, 2.23,01 min

Katarina
Í fjør setti Katarina Høj føroyskt met á 800 metrum, tá hon púra óvæntað skar heili 10 sekund av síni bestu tíð. Hetta skuldi hon so liva upp til í ár, tá hon fríggjadagin rann 800 m, gentur 15 ár. Katarina rann í sterkasta riðilinum, og smæddist ikki burtur. Líka til tað seinasta var hon við í kappingini um heiðursmerki, men mátti at enda taka til takkar við fimta plássið, minni enn eitt sekund frá silvurplássinum. Tíðin rakk til eitt lítið persónligt met og nýtt bólkamet. Við tíðini 2.17,61 min er Katarina samstundis næstbesta á danska styrkilistanum.


Katarina er altíð klár til harðan dyst. Her longu frá fyrsta feti á 800 m, har hon skar stórt av bólkametinum

Leygardagin var so 1,500 m á skránni. Hetta var ikki teinur fyri tær 15 ára gomlu, sum skuldu renna 2.000 m, so Katarina rann við hjá kvinnunum. Her var hon komin í seinna riðilin, men eisini hann var sera sera sterkur, og Katarina kom at kempa ein harðan dyst allan vegin. Og væl var kempað, tí hon stríddi seg fram til 6. pláss í riðilinum, og betraði samstundis sítt egna bólkamet til 4.51,68 min. Sostatt megnaði Katarina at knógva tveimum oyggjaleikakrøvum hetta vikuskiftið, og við miðvísari rennivenjing næsta árið, er lítil ivi um, at vit her hava eina gentu, sum kann koma at stríðast um heiðursmerki á Jersey.

Valborg
Flestu elituíðkarar høvdu av ymsum ávum – mest skaðar – givið avboð til kappingina í Gøtuborg. Men Valborg Heinesen var til dystin fús, og skuldi fyri fyrstu ferð royna seg á styttri teinum. Fríggjadagin var 3.000 m á skránni, og Valborg skuldi renna í tí sterkasta riðilinum. Eitt sindur av spenningi var um Valborg kundi hótta føroyska metið hjá Bjørk Herup Olsen, sum er 10.05 min. Tað vísti seg, at tað kundi hon ikki hendan dagin. Men lítið er at ivast í, at við eitt sindur betri formi og eitt sindur meira av skjótari venjing, so kann Valborg væl renna undir 10.00 min. Hesaferð bleiv tíðin 10.21,64 og rakk til níggunda pláss í stóra feltinum, sum taldi 21 rennarar.


Valborg vísti, at hon eisini kann renna skjótt. Her á 1.500 m

Leygardagin var tað so 1.500 metrar. Valborg kempaði væl, men misti kortini nøkur sekund seinasta umfarið. Tíðin gjørdist 4.53,38. Avgjørt góðkent úrslit, men aftur her er týðuligt, at við einum sindri av servenjing, er skjótt hjá henni at koma væl longur niður í tíð. Stytsti teinur á breytini nakrantíð hjá Valborg frammanundan var 10.000 m, so hetta var alt heilt nýtt fyri hana, og sum hon sigur, var hetta sera inspirerandi og neyvan seinastu ferð hon rennur miðteinarenning.

Oddvør
Tær smærru genturnar høvdu eisini 1.500 metrar á skránni. Men fyrst var tað 600 m fríggjakvøldið. Her var Oddvør endað í krútsterku A-finaluni hjá gentum 13 ár, og her ætlaði hon at kappast millum tær fremstu og at fara eftir bólkametinum hjá Katarinu. Men tveir ógvusligir samanstoytir í byrjanini góvu henni eina sera vánaliga byrjan, og Oddvør skuldi veruliga spurta fyri bara at koma fram til feltið. Hetta eydnaðist ongantíð ordiliga, og ein heldur skuffað Oddvør kom á mál, hóast hon hevði sett persónligt uttanduramet við 1.46,51 min.


Hørð byrjan hjá Oddvør á 600 m. Eftir tveir samanstoytir endaði hon á halanum

Oddvør var heldur ikki heilt væl nøgd við úrslitið á 1.500 m, har hon hóast alt betraði sítt bólkamet við umleið einum sekundi til 5.08,20 min, sum samlað rakk til 9. pláss. Seinasta dagin rann hon so 200 m, og var við 30,33 sek beint aftanfyri sína bestu tíð. Oddvør var nakað ússalig í flogfarinum niður, og okkurt bendir á, at hetta hevur ávirkað úrslitini eitt sindur. Við tveimum persónligum metum og einum bólkameti, er avrikið væl og virðiliga góðkent. 

Maria
Maria Biskopstø, gentur 12 ár, kappaðist á somu trimum teinunum sum Oddvør, og fekk á øllum teinunum sett persónligt met. Hon byrjaði við 600 metrum fríggjakvøldið. Her var hon komin í B-finaluna hjá gentum 12 ár, og kom á mál mitt í rokanum við 1.51,38 min. Á 1.500 metrum kappaðist hon í A-finaluni saman við teimum 13 ára gomlu, og fylgdi bara heilt væl við har afturi í feltinum. Tíðin gjørdist 5.11,89 min. Góða gongdin hjá Mariu varð staðfest sunnudagin, tá hon á 200 metrum skar hálvt annað sekund av síni bestu tíð. Úrslitið gjørdist 31,54 sekund.


Maria spennir avstað á 600 m

Lesið meira um restina av hópinum seinni……. her er nógv gott eftir!!

0 comment
0

Related Articles