Home Komandi tiltøk GP-5 og barnarenning verður leygardagin á Fjarðastevnu í Vestmanna

GP-5 og barnarenning verður leygardagin á Fjarðastevnu í Vestmanna

by Hallur Holm

Leygarmorgunin klokkan 11.00 skipa Bragdið og FÍF fyri 5. umfari av summar grand-prixnum hjá teimum vaksnu. Og sjálvandi er eisini barnarenning á skránni.

Runnið verður Inni á Fjørð, har ferjulegan var áður, ella har sum Fiskivinnuskúlin nú er. 

Avheintan av startnummurum verður í gamla kaffivogninum, har Sam plagdi at leggja at. Har ber eisini til at skifta. Tó verður ikki møguligt at fara undir brúsu.

Vaksin renna 5 umfør á 750 m. ella 3.750 m.

Aldursbólkar í Grand Prix síggja soleiðis út:
• Kvinnur opin bólkur (f. -1998) tvs. 16 ár ella eldri
• Menn opin bólkur (f. -1998) tvs. 16 ár ella eldri
• Kvinnur (K45+) veteranar (f. 1959-1968) tvs. 46-55 ár
• Menn (M45+) veteranar (f. 1959-1968) tvs. 46-55 ár
• Kvinnur (K55+) superveteranar (f. -1958 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
• Menn (M55+) superveteranar (f. -1958 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri

Vaksin renna kl. 11 og børnini renna aftaná, ella uml. 11:30.

Aldursbólkar hjá børnum síggja soleiðis út:

– Dreingir-7/Gentur-7 (f.2007 ella seinni) – 290 m
– Dreingir-10/Gentur-10 (f.2004-2006) – 750 m
– Dreingir-13/Gentur-13 (f.2001-2003) – ca. 1.500 m
– Dreingir-17/Gentur-17 (f.1997-2000) – ca. 1.500 m 

Heiðursmerkir verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum

Tilmelding fer fram her heimasíðuni

Kostnaður fyri luttøku:
Vaksin 50 kr
Børn 20 kr
Avheintan av startnummar og gjald fyri luttøku, fer fram á staðnum ½ tíma undan kapping.

Vælkomin til Fjarðastevnurenning í Vestmanna


Fyri tveimum árum síðani var luttakaratalið heldur skert. Vit skulu helst verða fleiri í ár

0 comment
0

Related Articles