Home Uncategorized GP 6 á vestanstevnu í Miðvági leygardagin

GP 6 á vestanstevnu í Miðvági leygardagin

by Hallur Holm

Leygardagin kl. 11.00 verður 6. umfar av Grand Prix runnið í Miðvági í sambandi við vestanstevnuan, og sjálvandi verður eisini barnarenning. Møtt verður í MB-húsinum kl. 10.00, har avheintan av startnummurum og seintilmelding fer fram. Tað merkist, at summar er í hondum, tá flytifuglarnir renna við. Borgarhjørt og Valborg gera tó einki við Rigmor í samlaðu støðuni í Grand Prix (mynd: Jóannes Poulsen)

Renniteinurin hjá teimum vaksnu er nýggjur og spennandi. Farið verður við bussi frá MB-húsinum til Vatnsoyrar. Sjálvur renniteinurin er frá Zarepta til MB-húsið, umleið 6,1 km. Børnini renna í Miðvági. 0-7 ár renna 300 m, 8-10 ár renna 500 m, 11-13 ár renna 1.000 m og 14-17 ár renna 1.500 m. Runnið verður frá MB-húsinum út móti kaiini. Á málinum verðu vatn og frukt at fáa, og aftaná verður heiðursmerkjahandan í skúlanum, har kaffi og ein køkubiti verður at fáa. Tilmelding liggur klár her á síðuni. Kostnaðurin er 60 kr fyri vaksin og 30 kr fyri børn. Tað verður ikki møguligt at fara undir brúsu.

0 comment
0

Related Articles