Guðrið føroyskt met í Svøríki

Skrivað hevur

Ein heilsan frá kvinnuligu kastarunum, sum kappast í Svøríki í hesum døgum.

Bestu kvinnuligu kastararnir í Føroyum eru í løtuni á ferð í Svøríki. Ferðin byrjaði í Væxjø, har ungu kvinnurnar venja í nakrar dagar, áðrenn farið verður víðari til Gøteborg fyri at luttaka í stóru kappingini VU-spelen. Í Væxjø varð luttikið í opnari kapping, sum var mánakvøldið.

Kúlustoyt
Henda kappingin byrjaði við, at Lydia Poula Simonsen og Kristianna Skarpheðinsdóttir royndu seg við 3 kg kúluni. Lydia hevur verði á ítróttareftirskúla í eitt ár, har skúlin tíðanverri ikki megnaði at fáa henni ein venjara til kúlustoyt. Tí eru hennara úrslit blivin meiri svingandi, enn tey vóru. Fyrsta royndin lendi beint áðrenn 10 m strikuna. Tað er væl styttri, enn hon er von við, men hon megnaði at fáa skil á teknikkin so við og við, soleiðis at hon kom longri út hvørt umfarið, inntil hon í síðsta umfarið kom út á 11,20 m, sum bara er 19 cm frá bólkametinum. Kristianna, sum mest venur spjót og miðteinarenning, legði út við at stoyta kúluna út á 7,48 m. Næstu tvey miseydnaðust, men so kom meiri ferð á í ringinum, og í fimta umfari kom hon heilt tætt uppá sítt persónliga met við einum stoyti uppá 7,73 m. Hetta gjørdist tað longsta hjá Kristiannu hesaferð.

Hamarkast
Tá Lydia fór inn i ringin til sína síðstu roynd, fór Guðrið Káradóttir Petersen í kastibúrið til sína fyrstu roynd við 4 kg tunga hamarnum. Guðrið hevur tikið seg sera nógv fram í ár, og so var aftur í dag. Longu í fyrstu royndini kom hon út á 40,52 m, sum er 6 cm longri enn føroyska metið hjá kvinnum, sum Randi Kúrberg setti fyri góðum níggju árum síðan. Í øðrum umfarið kom hon út á 41,30 m, og í triðja heilt út á 41,83 m. Í fjórða og í sætta umfari kastaði hon eisini longri enn gamla føroyska metið. Ein so stabil seria vísir, at har er væl meiri at heinta.

Spjótkast
Áðrenn Guðrið var liðug við spjótkast, vóru Sunniva Bogadóttir, Elin Niclasen og Kristianna Skarpheðinsdóttir byrjaðar uppá spjótkast. Allars kappaðust tær við 500 g spjótinum. Sunniva legði út við einum fantomkasti, sum ikki lendi, fyrr enn tað hevði flogið smáðar fimm metrar forbí bólkametið, hon sjálv setti fyri stuttari tíð síðan. Kastið bleiv mált til 41,32 m. Næstu kastini miseydnaðust, men í síðsta umfari vísti hon, at hon er væl fyri við aftur at kasta útum gamla bólkametið. Hetta kastið var tó ikki líka langt sum tað fyrsta. Elin byrjaði við at kasta 31,30 m, sum fyri 3-4 vikum síðan hevði verði flott, men Elin hevur tikið seg sera nógv fram í seinastuni, so hon vildi meir. Næsta kastið miseydnaðist, men í triðja fekk hon meiri ferð á síðstu fetini. Tíðanverri hálaði hon eitt sindur niður í spjótið, so flogið ikki bleiv optimalt. Kastið bleiv mált til 33,54 m, sum bara er góðar tveir metrar frá bólkametinum hjá henni. Síðstu kastini vildu ikki heilt hesaferð, so endaliga úrslitið gjørdist 33,54 m. Kristianna hevur arbeitt við at fáa vinkul av kastinum og vinkul av kraftini til at ganga saman veg. Hetta er spakuliga við at koma. Fyrstu trý kastini fóru ov høgt, og tvey av teimum markeraðu ikki, men í fjórða bar betur til. Hon fekk rætta kastið inn í samn bana sum kraftina í atrenningini. Kastið bleiv mált til 25,59 m, sum bara er góðar tveir metrar frá hennara persónliga meti. Fimta kast var eisini á góðari leið, men eitt vet styttir enn tað fjórða, meðan tað síðsta miseydnaðist.

Diskuskast
Meðan spjótkastarnir kappaðust, var Helena Svabo Ziska farin í gongd við at hita upp við 1,0 kg tunga diskinum. Helena hevur arbeitt við at justera byrjanina, og tað skapar ofta ótryggleika. Hetta sást aftur í fyrstu kastunum hjá henni, sum vóru rættuliga ólík. Tað fyrsta endaði tó heilt úti á 25,09 m. Í næstu kastunum varð roynt at justera, og tað vísti seg ikki at verða eitt gott hugskot, tí annað, triðja og fjórða umfar miseydnaðust. Í fimta var fokus flutt yvir á tempo og rætning heldur enn detaljur, og so bar betur til. Tað longsta gjørdist tað síðsta, ið bleiv mált til 25,37 m, sum er smáar tveir metrar frá bólkametinum, sum Helena sjálv setti fyri stuttari tíð síðan.

Nú verður so vant í Væxjø týsdag og mikudag, áðren farið verður til VU-spelen, har tær fara at kappast fríggjadag-sunnudag.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*