Guttorm fekk heiðursskjal Poul E. Petersens

Skrivað hevur

Starvsnevndin hjá ÍSF hevur tikið upp aftur táttin at lata heiðurskjal til onkran, sum hevur gjørt eitt stórt sjálvboðið arbeiði. Heiðurskjalið er uppkallað eftir fyrsta forseta ÍSF’s, Poul E. Petersen, eisini nevndur Ítróttar-Poul. Hesin heiður var av fyrstan tíð latin í 2001 og 2002 og so aftur í 2004. Tíverri datt hetta niðurfyri aftur.

Gutti heiðursbræv
Størsti heiður tú kanst fáa fyri sjálvboðið arbeiði er latin okkara Gutta – vit eru errin og fegin – ikki sørt at rættvísiskenslan brúsar gjøgnum kroppin.

Sannandi at vit í frælsa ítróttinum hava nógvar eldsálir, sum dag og dagliga gera eitt stórt arbeiði, vildi FÍF eisini vera við at skjóta upp evni til henda stóra heiðurin. At valið fall á Guttorm Sørensen var helst væntandi. Gutti hevur tænt bæði Treysti og FÍF so trúliga líka síðani hesir felagsskapir sóu dagsins ljós – og hann ger tað framvegis.

Gutti á Brúnni
“Skiparin rópar um stýrhúsrút…..” – sjálvur er hann eisini bæði á dekkinum og í maskinrúminum. 

Á aðalfundinum hjá ÍSF fyrrapartin leygardagin, varð vinnarin kunngjørdur, og fegin og errin gjørdust vit í FÍF, tí vinnarin var eingin annar enn okkara Gutti. Fyri nøkrum vikum síðani fóru Solby Kristiansdóttir og Leivur Fredriksen frá 3-2 hjá Kringvarpinum at gera eina vangamynd um Gutta. Av tí at Gutti var í uppskoti um at fáa hetta heiðursskjalið, hava tey bíðað eitt sindur við at vísa hesa vangamyndina. Men nú hetta er avgreitt, kemur helst okkurt av hesum afturat vangamyndini, sum verður víst nú mánakvøldið í 3-2.

Heiðursskjal Hallur og Elin
Tað var ein heiður í sær sjálvum at taka ímóti heiðrinum, Gutta vegna. Elin Heðinsdóttir, ÍSF-forseti ger nógv burtur úr sjálvbodna arbeiðinum. Hetta legði hon serstakliga dent á í røðu sínari, tá hon setti ólavsøkuna í fjør. 

 

 

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>