Hallur og Rebekka vunnu TF VK-6 á Fossánesi

Skrivað hevur

Hallur Holm úr Bragdið og Rebekka Fuglø úr Treysti vunnu opnu bólkarnar hjá ávikavist monnum og kvinnum, tá Treysti í dag skipaði fyri 6. umfari í TF Vetrarkappingini á Fossánesi. Sjálvt um teinurin einans er umleið 7,3 kilometrar, so er talan um eina harða rutu. Rennast skulu fýra umfør í økinum rundan um Skúlan á Fossánesi. Luttøkan var góð og vóru einir 60 rennarar møttir til start, hóast veðurforsøgnin boðaði frá fitt av vindi. Veðrið royndist kortini munandi betur, men hartil skal sigast, at rennarar ræðast hvørki vind ella regn.

IMG_1857
Startskotið er latið av og rennararnir spenna avstað niðan brekkuna niðanum Skúlan á Fossánesi

Hallur legði avstað sum eitt óløgi og fekk eitt hol í byrjanini, men tá teir byrjaðu uppá næsta umfar var Marnar Pattinson, sum heðvi ein góðan dag, beint aftanfyri, og bert eitt vet aftanfyri lá Rúni Seloy. Síðani var eitt glopp aftur til Jan Elmar Sørensen, sum luttók hóast hann ikki var heilt væl fyri, og beint aftanfyri hann kom Julian Gregersen. Tað bleiv koyrt øgiligt á í oddinum og endin varð at Hallur (28.40) vann frammanfyri Rúna (28.52) og Marnar (29.03). Nokkso tætt var eisini millum teir næstu og bleiv Jan Elmar (29.14) nummar fýra, og so Julian (29.25) og Teitur (29.33).

IMG_1970
Hallur Holm vann í dag frammanfyri Rúna Seloy og Marnar Pattinson

Hjá kvinnunum gjørdist Rebekka Fuglø (35.28) fremst, og henni næst kom Duruta Reginsdóttir á Lofti (35.53) og Beinta Hoydal Joensen (36.24). Tær tríggjar lógu nokkso javnar nokkso leingi.

IMG_2184
Rebekka og Duruta koma her oman á Fossávegin 

Hjá veteranmonnum vann Hallur frammanfyri Henry Olsen og Guttorm Sørensen. Hjá veterankvinnunum vann Duruta frammanfyri Ann Thomsen og Astrid Joensen.

 

  

Superveteranbólkin hjá monnum vann Jens R. Weihe og honum næstir komu Pól Sundskarð og Jóannes Ortind. Sunneva Olsen vann enn einaferð superveteranbólkin hjá kvinnum. Nummar tvey gjørdist Jóngerð Herup Olsen og Jessie Hansen nummar trý.

 

 

Mansunglingabólkin vann Rúni Seloy. Nummar tvey gjørdist Julian Gregersen, meðan Teitur Bjarnastein bleiv nummar trý.

 

Genturnar Maria Biskopstø, Oddvør Josephsen og Elin Kristina Ryan gjørdu ein tripp-trapp-treysti. Gunnar Sivertsen vann dreingjabólkin frammanfyri Hans Erland Thomsen og Dánjal Dahl Ljósheim.

 

 

Eftir renningina bjóðaði Treysti suppu, kaffi/te og køku í Skúlanum á Fossánesi, har borgarstjórin í Hvannasunds Kommunu, Katrin Næs, handaði heiðursmerkir.

Øll úrslitini eru at finna niðanfyri. Myndir sum Jóannes Poulsen tók eru at finna her.

Úrslit TF VK-6 á Fossánesi 28. februar 2015 kl. 11.00

Menn opin bólkur (-1998)
1 28.40 Hallur Holm 1967 Bragdið
2 28.52 Rúni Seloy 1994 Bragdið
3 29.03 Marnar Pattinson 1970 Roysnið
4 29.14 Jan Elmar Sørensen 1991 Treysti
5 29.25 Julian Gregersen 1998 Treysti
6 29.33 Teitur Bjarnastein 1997 Bragdið
7 30.30 Henry Olsen 1964 Bragdið
8 31.08 Guttorm Sørensen 1968 Treysti
9 32.36 Jens.R. Weihe 1947 Frælsi
10 32.55 Hjalmar Sjóvará 1966 Bragdið
11 33.17 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið
12 33.28 Albert Johansen 1966 Frælsi
13 34.19 Jákup Dahl Ljósheim 1998 Hvirlan
14 34.20 Egil Olsen 1963 Roysnið
15 34.40 Jonhard Larsen 1966 Treysti
16 35.19 Heini Gregersen 1964 Treysti
17 35.56 Bergur Didriksen 1965 Roysnið
18 36.02 Páll H. Vesturbú 1961 Hvirlan
19 36.10 Eirikkur Joensen 1967 Roysnið
20 37.29 Andreas Josephsen 1968 Treysti
21 37.54 Rani Friang Rasmussen 1985 Roysnið
22 38.00 Arnfinnur Helmsdal 1970 Bragdið
23 38.05 Pól Sundskarð 1957 Treysti
24 38.17 Sofus Poulsen 1965 Frælsi
25 39.06 Dan Kruse Thomsen 1970 Bragdið
26 39.38 Jóannes Ortind 1951 Bragdið
27 40.27 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið
28 41.21 Fríðrikur Bláhamar 1965 Bragdið
29 41.50 Flemming Petersen 1960 Roysnið
30 44.12 Helgi Johannessen 1967 Roysnið
31 46.24 Dánjal Kalsø 1963 Treysti
DNF Steingrímur Hallsson 1997 Bragdið
Kvinnur opin bólkur (-1998)
1 35.28 Rebekka Fuglø 1993 Treysti
2 35.53 Duruta Reginsd. á Lofti 1969 Bragdið
3 36.24 Beinta Hoydal Joensen 1971 Bragdið
4 36.54 Ann Thomsen 1966 Bragdið
5 38.03 Ann-Mari av Skarði 1974 Bragdið
6 38.17 Astrid Joensen 1967 Roysnið
7 39.10 Birna Mohr Joensen 1970 Hvirlan
8 40.04 Birna Abrahamsen 1970 Hvirlan
9 40.56 Ingun Sørensen 1971 Treysti
10 42.02 Eydna Weihe 1969 Bragdið
11 42.38 Adelaid Kirke 1968 Hvirlan
12 43.20 Laila Jacobsen 1962 Frælsi
13 44.08 Anna Maria Seloy 1964 Bragdið
14 44.27 Heidi Jógvansdóttir 1972 Bragdið
15 45.47 Dagmar Clothier 1972 Bragdið
16 46.00 Sunneva Olsen 1959 Bragdið
17 46.02 Elisabeth Larsen 1968 Bragdið
18 47.04 Jóngerð Herup Høgnesen 1948 Bragdið
19 48.07 Jóhanna Vang 1964 Bragdið
20 48.11 Jessie Hansen 1955 Bragdið
21 48.46 Olga Johannessen 1967 Roysnið
DNS Tina Kruse Dam 1977 Bragdið
Mansunglingar (1994-1998)
1 28.52 Rúni Seloy 1994 Bragdið
2 29.25 Julian Gregersen 1998 Treysti
3 29.33 Teitur Bjarnastein 1997 Bragdið
4 34.19 Jákup Dahl Ljósheim 1998 Hvirlan
DNF Steingrímur Hallsson 1997 Bragdið
Menn veteranar (1960-1969)
1 28.40 Hallur Holm 1967 Bragdið
2 30.30 Henry Olsen 1964 Bragdið
3 31.08 Guttorm Sørensen 1968 Treysti
4 32.55 Hjalmar Sjóvará 1966 Bragdið
5 33.17 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið
6 33.28 Albert Johansen 1966 Frælsi
7 34.20 Egil Olsen 1963 Roysnið
8 34.40 Jonhard Larsen 1966 Treysti
9 35.19 Heini Gregersen 1964 Treysti
10 35.56 Bergur Didriksen 1965 Roysnið
11 36.02 Páll H. Vesturbú 1961 Hvirlan
12 36.10 Eirikkur Joensen 1967 Roysnið
13 37.29 Andreas Josephsen 1968 Treysti
14 38.17 Sofus Poulsen 1965 Frælsi
15 40.27 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið
16 41.21 Fríðrikur Bláhamar 1965 Bragdið
17 41.50 Flemming Petersen 1960 Roysnið
18 44.12 Helgi Johannessen 1967 Roysnið
19 46.24 Dánjal Kalsø 1963 Treysti
Menn superveteranar (-1959)
1 32.36 Jens.R. Weihe 1947 Frælsi
2 38.05 Pól Sundskarð 1957 Treysti
3 39.38 Jóannes Ortind 1951 Bragdið
Kvinnur veteranar (1960-1969)
1 35.53 Duruta Reginsd. á Lofti 1969 Bragdið
2 36.54 Ann Thomsen 1966 Bragdið
3 38.17 Astrid Joensen 1967 Roysnið
4 42.02 Eydna Weihe 1969 Bragdið
5 42.38 Adelaid Kirke 1968 Hvirlan
6 43.20 Laila Jacobsen 1962 Frælsi
7 44.08 Anna Maria Seloy 1964 Bragdið
8 46.02 Elisabeth Larsen 1968 Bragdið
9 48.07 Jóhanna Vang 1964 Bragdið
10 48.46 Olga Johannessen 1967 Roysnið
Kvinnur superveteranar (-1959)
1 46.00 Sunneva Olsen 1959 Bragdið
2 47.04 Jóngerð Herup Høgnesen 1948 Bragdið
3 48.11 Jessie Hansen 1955 Bragdið
Dreingir (1999-2003)
1 14.43 Gunnar Sivertsen 1999 Treysti
2 16.19 Hans Erland Thomsen 2003 Bragdið
3 16.24 Dánjal Dahl Ljósheim 2000 Hvirlan
4 16.31 Ingi Johannessen 2002 Roysnið
Gentur (1999-2003)
1 15.55 Maria Biskopstø 2002 Treysti
2 16.58 Oddvør Josephsen 2001 Treysti
3 18.10 Elin Kristina Ryan 2000 Treysti
4 18.27 Rutt Gregersen 2001 Treysti

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*