Home Uncategorized Hansen-brøðurnir sigraðu TF VK-4

Hansen-brøðurnir sigraðu TF VK-4

by Hallur Holm

Í dag skipaði Frælsi fyri, tá  4. umfar av TF Vetrarkappingini varð runnið vesturi í Vágum. Trý tey seinastu árini hevur viðrað illa til júst hetta umfarið. Í 2014 var stormur, í 2015 var glerstoytt, og kappingin útsett í tveir tímar og í 2016 máttu teinurin broytast vegna kava og hálku. Men í dag skikkaði veðrið sær bara heilt væl. Átta hitastig, turt og frískur vindur lágt, sum avgjørt var at liva við.


VK4 2017 start1Beint eftir startin við Sørvágs Kirkju (mynd: Vágaportalurin)

Beint omanfyri 50 rennarar høvdu sett stevnu í Sørvági. Teinurin var frá Sørvágs Kirkju niðan móti Gásadalstunlinum at venda og síðan aftur til Sørvágs Kirkju. Børnini runnu tríggjar km. Bert fýra børn vóru til start í dag, men tey spardu seg ikki. Tey komu øll á mál við góðum tíðum. Hans Sivertsen vann hjá dreingjunum og Maria Biskopstø hjá gentunum.

Teir hava verið í fremstu røð í føroyskari renning hesi seinastu umleið 10 árini. Hansen-brøðurnir. Aloftast hevur ein Hansen-bróður staðið á sigursskamlinum eftir langteinakapping. Og viðhvørt tveir. Men løgið nokk hava tað verið heldur fá heiðursmerki av tí allarfínasta slagnum. Ikki tí. Tvey FM heiti hvør í maratonrenning er tað blivið til, og Andrias vann eisini samlaða summar-grandprix’ið í stórum stíli í 2009.

Við tveimum sigrum í TF Vetrarkappingini seinasta vetur, kom Eirikur uppá tríggjar sigrar tilsamans, meðan Andrias undan dagsins kapping ongantíð hevði vunnið eina vetrarkapping.

Nú væl rennandi Jan Elmar Sørensen er á venjingarlegu í Suðurafrika, og Marnar Djurhuus var burtur vegna skaða, lá í kortunum, at annar teirra fór at vinna í dag. Men men. Teir skuldu ansa væl eftir unga Julian Gregersen, sum teir helst skuldu sleppa undan, áðrenn teir komu ov nær málinum aftur. Julian er nýliga sloppin av við gipsið um armin, og tí ikki í fullari venjing.

VK4 2017 Andrias Eirikur Julian
Komnir til Bíggjar, fylgjast teir tríggir framvegis. Hundarnir í Bø høvdu ein góðan dag saman við 3-2 og rennarum. (mynd: Vágaportalurin)

Julian megnaði so dánt at fylgja Andriasi og Eiriki til snarast skuldi heimaftur, men so mátti hann sleppa. Restin av oddastríðnum gjørdist ein tvídystur millum Hansen-brøðurnar, har Eirikur jaktaði yngra bróðurin Andrias. Men holið, sum Andrias fekk á veg út, megnaði Eirkur ongantíð at tetta. Spenningurin var tó stórur allan vegin, og munurin á málinum var bert 10 sekund. Julian vardi væl og virðiliga sítt triðjapláss, og vann samstundis unglingabólkin.

 

Kvinnurnar høvdu eisini nógva ferð í dag. Rigmor N. Arge, sum vann nýggjárshálvmaraton, rennur sera væl fyri tíðina. Men tað gjørdist tó bara til eitt annaðpláss í dag. Tí Rebekka Fuglø er eisini við at nærkast sínum besta vetrarformi nakrantíð. Hon fekk veruliga ferð á seinastu løtuna, og sigast má, at tveir teir seinastu kilometrarnir hjá henni í dag, veruliga boða frá góðum. Eitt nýtt navn kom sníkjandi á triðja pláss í dag. Tað var Annika Thomen, Bragdið, sum eisini rann óføra væl í dag, og endaði bert minuttin eftir Rigmor N. Arge. Heilt nýggj er Annika tó ikki. Vit hava áður sæð hana renna væl á Flaggdegnum og til Kvinnurenningina.

VK4 2017 feltrenning
Tiltikna Hjalmar-tokið koyrdi sum smurt góðar 10 km. Samstarvið kastaði fýra heiðursmerki av sær. Besta kvinnan bleiv væl vard av góðum monnum. (mynd: Vágaportalurin)

VK4 2017 Annika Thomsen
Altíð gleðiligt við nýggjum andlitum til TF Vetrarkappingina. Annika Thomsen endaði á sigurspallinum í fyrstu royndini. Hon gjørdist nr. 3 í opna kvinnubólkinum. (mynd: Vágaportalurin)

VK4 2017 Dánjal Dahl Ljósheim VK4 2017 Gunnar Sivertsen
Tveir sterkir unglingar. Dánjal Dahl Ljósheim úr Hvirluni beit tenninar saman, tá harðast leikaði á, og fór undan øllum í bólkinum hann rann í. Samstundis gjørdist hann nummar tvey í unglingabólkinum. Gunnar Sivertsen, høgrumegin, er nýliga skorin, men er nú aftur farin at renna regluliga. Hesar koma vit at hoyra meira um komandi árini. (mynd: Vágaportalurin)

VK4 2017 Uni Hallur
Panikk-aldur ella hvat? Uni Svabo Joensen kom við einum rimmarspurti, men var akkurát ov stuttur at stjala veteransilvurið frá formanninum. (mynd: Vágaportalurin)

VK4 2017 veterankvinnur Rigmor Hergerð Birna
Tær bestu veterankvinnurnar í dag: Hergerð Heldarskarð, Rigmor N. Arge og Birna Mohr Joensen (mynd: Herluf Jakobsen)

VK4 2017 superveteranar Jens Weihe Páll Vesturbú
Jens Weihe (v.m.) vann enn eitt umfar og Páll Vesturbú bleiv nummar trý hjá superveteranunum. Kári Simonsen gjørdist nummar tvey. (mynd: Herluf Jakobsen)

VK4 2017 superveteran kvinnur Jóngerð Cecilia
Jóngerð Herup Høgnesen (v.m.) og vinnarin Cecilia Arendal fóru við heiðursmerkjunum hjá superkvinnunum (mynd: Herluf Jakobsen)

 

Eftir renningina varð borðreitt við góðari feskari súpan og kaffi og køkum. Frælsi hevur tøkk uppiborna fyri væl avgreidda kapping í allar mátar. Nú líta vit 14 dagar fram til fimta umfar av TF Vetrarkappingini, sum verður í Hoydølum. Tá verður eisini kappast um FM í lendisrenning.

Samlaða støðan hjá monnum:
1. Andrias Hansen, Bragdið 140 stig
2. Eirikur Hansen, Bragdið 133 stig
3. Martin Gravesen, Bragdið 124 stig

Samlaða støðan hjá kvinnum:
1. Rebekka Fuglø, Treysti 150 stig
2. Rigmor N. Arge, Hvirlan 141 stig
3. Hergerð Heldarskarð, Bragdið 131 stig

Øll stigini verða fyri einstaklingar og fyri liðkappingina verða kunngjørd í vikuni.

Øll úrslitini síggjast her:

vk4_2017_PDF

 

0 comment
0

Related Articles