Home FÍF Hildur Poulsen setti met í Malmø

Hildur Poulsen setti met í Malmø

by Hallur Holm

Øll okkara fimm í Malmø hava verið í kapping í dag. Okkara fyrsta kapping var við Tummasi Napoleon Arge á 60 metrum fyri menn. Her fekk hann eitt gott persónligt met við 7,52 sekund. Hansara besta tíð framman undan var 7,72 sekund.

Síðan var tað kappingin á 60 m í bólkinum G 19 ár. Her høvdu vit tvær gentur við. Fyrst rann Hildur Poulsen, og henni eydnaðist at taka føroyska metið á teininum við 8/100 sek. Gamla metið átti Tinna Berg Jørgensen (8.59). Tíðin og nýggja føroyska metið hjá Hildur, gjørdist 8.51 sekund. Edna Maria Debes var eisini nær við metið. Hon fekk tíðina 8.76 sekund.


Hildur Poulsen og Edna Maria Debes koma á mál í 200 metrakappingini. Hildur setti fyrr á degnum nýtt føroyskt met á 60 metrum.

Rúni Seloy og Teitur Bjarnastein satsa mest uppá 800 metrar sunnudagin, men runnu í dag 400 m. Hjá Teiti miseydnaðist renningin, og hann var langt frá sínum besta úrsliti. Rúni setti føroyskt met á teininum í fjør, og hevði møguleikan at betra tað. Hetta mundi eydnast, tí við tíðini 52,16 sekund var hann 8/100 part sekund frá metinum. Rúni vónar at metið rýkur komandi vikuskifti, tá hann kappast í Reykjavík. Tá fær eisini Teitur møguleika at hevna renningina í dag.

Tær báðar Edna Maria og Hildur høvdu enn eina kapping í dag. Hetta var á 200 metrum. Tær báðar runnu í sama riðili, har tær gjørdust nr. 1 og 2. Hildur fekk 29,02 og Edna Maria 29,65 sekund. Tær vóru ikki heilt nøgdar við renningina, og hava eisini báðar runnið skjótari tíðir fyrr.

Í morgin halda kappingarnar fram. Skráin sæst á aðrari grein á heimasíðuni.

Slóð til úrslitasíðun er her: http://www.ik-pallas.se/admin/upload/Resultat.htm

0 comment
0

Related Articles