Seinasta leygardag skipaði Rørðslufelagið Hvistan í Suðuroy fyri hátíðarhaldi í sambandi við at 10 ár vóru liðin, síðani felagið var stovnsett. Dagurin varð hildin í Skúladeplinum og byrjaði við tveimum ymiskum túrum. Veljast kundi millum Hovsskarð niðan og oman ella Vatnsnes og aftur. Aftaná ein frískligan túr í heystveðrinum varð borðreitt við brunch í kantinuni. Aftaná var tað klóvnurin BUBU, sum slapp at gera seg upp eina løtu fyri øllum børnunum.
FÍF ynskir Hvistanini hjartaliga tillukku við runda degnum og góða eydnu í framtíðini.
Her eru nakrar myndir frá tiltakinum.
Bubu kann ikki etast, men hann setti eisini dám á, og rúnarbant børnini
Bjørg Hofgaard hevur verið nevndarlimur frá fyrsta degi. Formaðurin Sjúrður Eysturtún Tausen handar henni her blómutyssi og gávu fyri trúgva tænastu
Nevndin í dag. F.v.: Sjúrður Eysturtún Tausen, Mai-Britt Vinther, Osla Christensen og Bjørg Hofgaard. Annika Sørensen væntar á myndini.