Home FÍF Hýrurin í hásæti á Húsum

Hýrurin í hásæti á Húsum

by Hallur Holm

Farna vikuskiftið var fyrsta venjingarlegan fyri unglandsliðið í vetur fyriskipað. Av  tí at fyrireikingarnar til Stórmót IR eru frammalaga, og miðnámsskúlarnir strævnir fyri tíðina, vóru fleiri avboð frá eldru árgangunum. Hinvegin vóru fleiri heilt ung, sum vóru á venjingarlegu fyri fyrstu ferð. Við leiðarum og venjarum vóru vit tilsamans 19 við á venjingarleguni.

Leiðin gekk til Húsar, har vit búðu í bygdarhúsunum. Ikki vilt, flott og fancy, men gott, gamalt og fjálgt. Garðalíð Catering forkelaði okkum við øllum máltíðum, so á tíð mótinum stóð væl til.

Fríggjakvøldið var sirkulvenjing saman við Treysti í Badmintonhøllini, áðrenn farið varð til Syðradals, har grýturættur bíðaði. Leygarmorgunin fóru mið- og langteinarennarar lendistúr móti Blankaskála, meðan Rúni Seloy var eftir og hevði koordinatións- og brekkuvenjing við spurtarum, leyparum og kastarum. Ongar brúsur vóru tøkar á Húsum, so vit fóru til Klaksvíkar at svimja, og hildu síðani út aftur í Kallsoynna – restin er myndasøga:


William, Miso, Andreas, Julian, Hans og Gunnar fjala tað mesta av kópakonuni


Bragdargenturnar Bára, Unna Ró, Hervør, Kristianna og Elin – allar við á venjingarlegu fyri fyrstu ferð. Og vit gleða okkum longu til næstu ferð


Hesir báðir hava verið á venjingarlegu fyrr. Er tað Kópakonan, ella feski 5-4 sigurin hjá Liverpool móti Norwich, sum fær smílini fram?


Tað er ikki bara Kópakonan, men øll hellan og lendingin sum hon er, sum er stórsligin og verd at vitja

 
Andreas telur trapputrinini niðan. Lættari at telja, tá tað gongur skjótt fyri seg


Neystaprát um leyst og fast, fugl og fisk, veður og vind, aldu og streym, 4G og bluetooth


Síðani til Trøllanes, har bjarti mánin beið okkum vælkomin


Gutti heitti á bóndan á Trøllanesi at greiða okkum frá søgnini um Kópakonuna


Skúlastovan á Trøllanesi, sum Kalsoyarrennarar kenna so væl. Eyðun Eliasen dugdi at siga frá sum fáur. Í bláum jakka Lovisa, sum var ferðaleiðari fyri fyrstu ferð. Hon verður biðin aftur.


Sunnumorgun kl. 9.00 – klárt til seinastu venjingina


“Hvør ræðist barnalokkaran” – ikki lukkuligt at verða fangað/ur


Hans, Andreas og Hervør royna seg sum “barnalokkarar”


So var krabbafótbóltur millum tarakrabbarnar og fjørukrabbarnar


Tarakrabbin Julian var ein avgerandi leikari, og skoraði fýra mál í 5-1 sigrinum á fjørukrabbunum. Fjørukrabbin Hervør roynir at verja, men lítið hjálpir


Tað er ikki so øgiliga langt síðani, at Maria grulvaði á køksgólvinum, so grulvieginleikarnir eru heilt hampuligir


Unna Ró, Hervør og Gunnar mitt í hoppistafettini


Vanlig spurtstafett og her leikar hart á. Julian, føðingardagsbarnið Hans (15) og William – eingin vil lúta.


Altíð skilagott at taka tann tyngsta fyrst í gullstólsstafettini. Bára, Elin, Hans, Andreas og Kristianna spolaðu aftur og fram við Julian í leysari luft


So átti Kristianna tørn….


Unna Ró er løtt, og Gunnar, Maria og Hervør høvdu so nógva ferð á, at William og Miso mistu takið


Seinasta kapping. Leigistafett


Spælivenjingin liðug, og felagsmynd við Kallsoyarfirði og spírinum á Húsa Kirkju (1920) í baksýni. F.v.: Bára, Maria, Hervør, Unna Ró, Elin, Kristianna, Hans, Julian, Andreas, Gunnar, Miso, William og Hallur


Ikki júst Hilton, men á mangan hátt betri enn Fawlty Towers. Hannebeth og Magni Garðalíð av Húsum syrgdu við góðum mati fyri, at vit ikki gingu svong. Stóra tøkk til tey

Eftir venjingina varð farið beina leið umborð á Sam, og síðani í brúsu í Badmintonhøllini í Klaksvík. Og so var bara bussferðin til Havnar eftir.

Gutti og Hallur takka fyri eina sera góða venjingarlegu. Ein serstøk takk til Rúna Seloy og Lovisu Niclasen. Vit gleða okkum til næstu venjingarlegu, sum vit fara at seta á skrá fyrsta dagin.

Fleiri myndir á fif picasa: Venjingarlega á Húsum januar 2016

 

 

 

0 comment
0

Related Articles