Home FÍF Venjaraskeiðið hjá ÍSF aftur útsett – verður 12. og 13. november!

Venjaraskeiðið hjá ÍSF aftur útsett – verður 12. og 13. november!

by Hallur Holm

12. og 13. november skipar ÍSF aftur fyri venjaraskeiðinum “Venjari 1”. Tað hava vanliga verið danir, sum eru komnir upp at leiða hetta skeiði, men nú er føroyskur skeiðsleiðari útbúgvin. Tað verður  Heri Ziska, sum kemur at leiða skeiðini, sum hava hesar yvirskriftirnar:

– Ítróttur fyri børn og ung.
– Ítróttur og venjing
– Ítróttaskaðar – nei takk

FÍF vil enn sum áður stuðla útbúgving av venjarum, og vil tí rinda tær 600 kr, sum skeiðið kostar.  Vit vóna at fleiri av limunum í okkara feløgum taka við tilboðnum. Tey, id ynskja at fara á skeidid, kunnu ringja til Hall Holm á tlf 228 338.

Alt orðaljóðið fyri skeiðið er avritað av heimasíðuni hjá ÍSF, og sæst her niðanfyri:


FÍF vil fegið stuðla undir venjaraútbúgvingum og skeiðum. Her eru vit afturi í 2011, tá Daniel Bergin og Kim Johanson vóru her.

 

Venjaraskeið 8. og 9. oktober 2016

Hevur tú hug at førleikamenna teg, at fáa eitt netverk tvørtur um ítróttagreinar og fáa íblástur til komandi kappingarár?

So er eitt skeið hjá ÍSF nakað fyri teg – sí lýsing niðanfyri.

Skeið fyri venjarum – Venjari 1
– Ítróttur fyri børn og ung.
– Ítróttur og venjing
– Ítróttaskaðar – nei takk

08. og 09 . oktober 2016 verður skipað fyri enn einum skeiði fyri venjarum.

Byrjað verður leygardagin kl. 09.00 til 20.30 og sunnudagin verður hildið fram frá kl. 09.00 til 17.00. Skeiðið fer fram í ÍSF-húsinum í Havn.

Undirvísari: Heri Ziska. 

Evni:
ítróttanámsfrøði, ítróttaumhvørvi, menning hjá børnum, venjing, trygd og ábyrgd, etikkur og moralur. Hví venja? Og hvussu? Upphiting, anatomi og fysiologi, venjingarprinsippir, undirvísigarprinsippir.
Skeiðið skiftir ímillum at vera teoretiskt og praktiskt, so tá er gott við ítróttaklæðum.
Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100%. Eftir lokið skeið verður luttøkubræv útflýggjað.

Skeiðið er ein partur av venjaraútbúgvingini hjá DIF, Danska Ítróttasambandinum. Møguleiki er sostatt at byggja víðari upp á skeiðið.

Málbólkur:
Venjarar, hjálparfólk og leiðarar hjá børnum og ungum. Øll sum hava áhuga í og ábyrgd av børnum og ungum, sum luttaka í ítrótti.

Hvat fært tú burturúr:
– Vitan um menningina hjá børnum, fysiskt, psykiskt og samfelagsligt
– Tú lærir nakað um námsfrøði, venjarar av ymsum slag, at seta sær mál, um týdningin av góðum ítróttaumhvørvi.
– Ítøkilig hugskot til spøl og venjing hjá børnum og ungum
– Vitan um, hvussu kroppurin virkar, og hvat ein má taka hædd fyri í sambandi við venjing. Grundleggjandi vitan um venjing og fysiologi. Vitan um, hvussu ítróttaskaðar kunnu fyribyrgjast og um týdningin av rættari uppvenjing, um skaðin er hendur.

Upptøkutreytir:
Luttakari skal vera 15 ár ella eldri. Tó kunnu vit gera frávik frá regluni um upptøku, um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.

Luttøkugjald:
Kostnaðurin fyri skeiðið er 650 kr. Íroknað er frálærutilfar og matur.

Tilmelding:
Tilmeldingin fer fram við at senda ein teldupost til jfh@isf.fo Seinasta freist at melda til er 3. oktober 2016.

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Regin 03.10.16 - 20:57

uppdatering (smb. isf.fo): Tilmeldingin fer fram við at senda ein teldupost til jfh@isf.fo Seinasta freist at melda til er 21. oktober 2016.

Tvs. freistin er eisini útsett 🙂

Comments are closed.