Home Altjóða luttøka Jan Elmar heim við sterkum úrslitum

Jan Elmar heim við sterkum úrslitum

by Hallur Holm

Hesar seinastu dagarnar hevur Jan Elmar Sørensen verið í Danmark og roynt seg í kapprenning móti sterkari mótstøðu enn hann er vanur við her í Føroyum. Tað hevur gingið óvanliga væl hjá Jan Elmari í ár. Eftir sigurin í TF Vetrarkappingini hevur formkurvan bara hildið á rætta vegin. Oyl-kravtíðin kom í hús til HM í ½ maraton í Cardiff. Síðan tók hann enn eitt oyl-krav, tá hann rann 15.49 á 5.000 metrum í VU-Spelen. So gjørdi Jan Elmar av at fara niður at luttaka í sonevndu “Baneturneringen”, har flestu av teimum bestu donsku rennarunum eru við. Hóskvøldið 4. august 3.000 m á Østerbro Stadion í Keypmannahavn og hóskvøldið 11. august 5.000 m í Tårnby.

Jan Elmar Gutti
Jan Elmar hevur fingið renningina inn við faðirmjólkini, og er rennari við nógvum royndum

Eftir heldur miseydnaðu ólavsøkurenningina var Jan Elmar eitt sindur ivasamur undan 3.000 m kappingini. Men tað skuldi tó vísa seg, at har var einki at óttast. Kappingin gekk sera væl. Ferðin lá beint um 3.00 min/km og eitt gott seinasta umfar førdi hann trygt undir 9 minuttir. Við 8.57,79 min er Jan Elmar áttandi føroyingurin undir teir níggju minuttirnar.

14031005_10209104586045305_701662949_n
Jan Elmar, næst uttast til vinstru, klárur til start til 3.000m á Østerbro Stadion

Hóskvøldið farna varð so kappast í Tårnby. Hesuferð 5.000 metrar, og málið var at raka 15.30 minuttir, ella 20 sekund skjótari enn VU Spelen í juni. Aftur her gekk sum eftir ánni. Tríggir teir fyrstu kilometrarnir raktu neyvt 3.06 min. So kom 3.09, men aftur her megnaði Jan Elmar at fáa ferðina upp, og endaði við einum 3.00 kilometri, so endaliga úrslitið gjørdist 15.27,91 min. Hetta er so mikið gott úrslit, at Jan Elmar nú er fjórði skjótasti føroyingur nakrantíð á 5.000 metrum!

13989430_243677012693443_1977072118_n
Jan Elmar, triðfremstur, rennur her 5.000m á Tårnby Stadion

Nú verður spennandi, um Jan Elmar megnar at betra seg enn meira gjøgnum komandi vetur. Ger hann tað, verður stuttligt at hyggja eftir langteinakappingum á komandi oyggjaleikum, tí so er heilt vist, at hann verður frammi í tí heilt stuttliga endanum. Men fyrst hevur hann eitt FM næsta vikuskifti, har hann fær møguleika at byggja víðari á góðu úrslitini og royna at fáa onkur FM heiti í skjáttuna.

 

 

 

0 comment
0

Related Articles