Tað gjørdist sum væntað favorittarnir, sum vunnu, tá FM í hálvum maraton var avgreitt í Klaksvík í gjár. Hóast Andrias Hansen rann heilt væl, og fylgdi Jan Elmari hálvan tein, fekk hann ikki staðið í móti, tá Jan Elmar veruliga traðkaði á spitaran. Jan Elmar var at enda ein minutt undan, og vann FM við 1.14.48. Hóast Jan Elmar fór undan, helt Andrias á at stríðast, og kom á málið við sterku tíðini 1.15.48.
Jan Elmar og Andrias vóru leysir mest sum beinanvegin. Ein klóvnur elti teir eina løtu, og royndi at lokka eitt oyra úr teimum.
Teir tríggir veteranarnir, Sam Vang, Martin Gravesen og Henry Olsen, stríddust um bronsumerkið, sum tað at enda eydnaðist Sam at vinna.
Sum væntað vann Marna Egholm greiðan sigur hjá kvinnunum. Næstbest á degnum var Unn Joensen, sum býr í Noregi, og ikki umboðar føroyskt felag. Hon var tí ikki partur av FM. Í staðin var tað Ella Áarstein, sum vann FM-silvur, meðan Hallbjørg Danielsen úr Roysninum vann bronsuna.
Kappingin var sera væl eydnað. Yvir 200 luttakarar vóru tilsamans og runnu í Klaksvík hendan dagin. Umframt ½ maraton, var eisini ein styttri teinur uppá góðar 5 kilometrar og barnarenning.
Tíggju teir bestu menninir í FM
1 | 1.14.48 | Jan Elmar | Sørensen | 1991 | Treysti |
2 | 1.15.48 | Andrias | Hansen | 1982 | Bragdið |
3 | 1.20.41 | Sam | Vang | 1970 | Bragdið |
4 | 1.21.06 | Martin | Gravesen | 1967 | Bragdið |
5 | 1.21.42 | Henry | Olsen | 1964 | Bragdið |
6 | 1.22.32 | Regin | Zachariasen | 1960 | Bragdið |
7 | 1.25.03 | Hjalmar | Sjóvará | 1966 | Bragdið |
8 | 1.25.16 | Jóhan E. | Simonsen | 1969 | Bragdið |
9 | 1.26.55 | Niels | Poulsen | 1972 | Bragdið |
10 | 1.28.32 | Julian | Gregersen | 1998 | Treysti |
Og tíggju tær fremstu kvinnurnar í FM
1 | 1.29.21 | Marna L.V. | Egholm | 1981 | Bragdið |
2 | 1.42.52 | Ella | Áarstein | 1964 | Treysti |
3 | 1.43.43 | Hallbjørg | Danielsen | 1973 | Roysnið |
4 | 1.45.49 | Elisa | Nielsen | 1965 | Bragdið |
5 | 1.46.29 | Mona | Rasmussen | 1969 | Treysti |
6 | 1.48.01 | Ann-Mari | av Skarði | 1974 | Bragdið |
7 | 1.48.29 | Margreth | Augustinussen | 1973 | Hvistan |
8 | 1.49.04 | Helga Súsanna | Johansen | 1981 | Treysti |
9 | 1.51.12 | Asta | Hubeck-Graudal | 1980 | Bragdið |
10 | 1.53.25 | Marita | Hansen | 1979 | Bragdið |
Øll úrslitini síggjast á heimasíðuni hjá Treysti