Home Nýggjastu tíðindi Jan Elmar og Rigmor vunnu FM hálvmaraton

Jan Elmar og Rigmor vunnu FM hálvmaraton

by Guttorm Sørensen

Tá Treysti fyrr í mánaðinum skipaði fyri FM í hálvmaraton í Klaksvík, vóru tað tey bæði Jan Elmar Sørensen úr Treysti og Rigmor N. Arge úr Hvirluni, sum blivu føroyameistarar á rutuni, sum nú er broytt nakað í mun til undanfarin ár, so hon er flatari og fýra umfør á 5,275 km, í mun til trý  umfør á góðar 7 km undanfarin ár. Startur og mál eru eisini flutt.


Starturin

Tey bæði vóru eisini undan kappingini favorittar. Men Jan Elmar, sum rann eina góða hálvmaratonkapping í Cardiff á páskum, har hann kláraði OYL-kravtíðina, kundi kortini vænta sær harða kapping frá brøðrunum Eiriki og Andrias Hansen úr Bragdið, sum ætlaðu at kneyka Oyggjaleikakravtíðina, sum er 1 tími og 15 minuttir. Eirikur rann fyrst í mánaðinum BT-halvmaraton í Lyngby uppá 1.15.59 og Andrias hevur víst góðan form í vetur og tikið seg fram.

Ætlanin var at danski stórrennarin Henrik Them, skuldi hjálpa teimum, men vegna mjadnaskaða, so fekk hann tíverri ikki hjálpt teimum á mál við hesum, og varð stórur ivi um hvussu leingi hann fekk runnið við.


Henrik Them, Andrias Hansen, Eirikur Hansen og Jan Elmar Sørensen

Á broyttu rutuni skuldu rennast fýra umfør á knappar 5,3 km. Eftir fyrsta umfar lógu teir fýra púra javnir, men eftir næsta umfar var Jan Elmar leysur frá Eiriki, sum eisini var leysur frá Andrias, meðan Henrik Them mátti gevast vegna skaðan. Tað hálvrunnið var, lógu Jan Elmar, Eirikur og Andrias allir nakað undir kravtíðina, so tað sá ógvuliga spennandi út hvussu leikur spældi av seinnu hálvu.

Á triðja umfari hevði Jan Elmar økt sína leiðslu og var hann nú knappan minutt frammafyri Eirik, sum framvegis lá undir kravtíðina, meðan Andrias var líka omanfyri.

Jan Elmar helt sina leiðslu á mál, sjálvt um ferðin hjá honum fór nakað niður, og gjørdist hann sostatt á fyrsta sinni føroyameistari í hálvmaraton, við tíðini 1.14.03 tímar, sum bert er átta sekund seinni enn hann rann í Cardiff, men kortini væl undir kravtíðina.

Stórur spenningur var nú hvussu útfallið hjá Eiriki og Andrias bleiv, men tíverri so bleiv tíðin á Eiriki á øðrumplássi 1.15.12, bert 12 sekund omanfyri kravtíðina, men hann setti kortini persónligt met á teininum. Hjá Andriasi á triðjaplássi bleiv tíðin 1.15.36 sekund.

Ungi Treystarennarin Julian Gregersen gjørdist nummar fýra við persónligum meti, sum nú er 1.18.06, frammanfyri FM-vinnaran frá seinast, Martin Gravesen úr Bragdið, sum eisini setti persónligt met á fimtaplássi við 1.18.21. Martin vann veteranbólkin frammanfyri Henry Olsen úr Bragdið við 1.20.49 og Heina Gregersen úr Treysti við 1.25.32.


Julian Gregersen og Martin Gravesen

Hjá kvinnunum var tað aftur Rigmor N. Arge úr Hvirluni, sum legði seg á odda frá byrjan og hon økti leiðsluna støðugt fyri hvørt umfar, og bleiv hon tryggur føroyameistari við tíðini 1.31.13. Kappingin um annað- og triðjapláss, sum varð ímillum Astrid Joensen úr Roysnið og Birnu M. Joensen úr Hvirluni bleiv haraftur ímóti sera spennandi. Tað bleiv ongantíð stórur munur ímillum tær, og tá tær fóru út á seinasta umfar, var Birna bert einar 70-80 metrar frammanfyri. Orkan gekk undan hjá Birnu, meðan Astrid rann væl seinasta umfar, og fór framvið Birnu og tryggjaði sær silvurheiðursmerkið við 1.39.08. Birna á triðjaplássi kom á mál við tíðini 1.39.58. Tær tríggjar blivu eisini fremstu veterankvinnur á mál.


Fremstu kvinnur í bæði opna- og veteranbólkinum f.v: Astrid Joensen, Rigmor N. Arge og Birna M. Joensen

Hjá superveteranunum var tað enn einaferð “suvereni” Jens R. Weihe úr Frælsi, sum kom fyrstur um málstrikuna. Tíðin hjá honum bleiv 1.28.54. Á næstu plássunum varð tað eina løtu til kapping ímillum Jósvein H. Olsen úr Bragdið og Rana Nolsøe úr Treysti, men á seinnu hálvu dróg Jósvein frá og gjørdist nummar tvey við 1.33.41, meðan Rani á triðjaplássi kom á mál við tíðini 1.35.09.


Jens R. Weihe (76) vann enn eitt FM-heiti í superveteranbólkinum

Hjá kvinnuligu superveteranunum gjørdist Sunneva Olsen vinnari við 1.54.40, frammanfyri Elisabeth Rasmussen við 1.59.29 og Jessi Hansen við 2.14.56. Tær umboða allar Bragdið.


Rennararnir á veg norður eftir Nólsoyar Pálsgøtu beint eftir startin

 

Myndirnar hevur Jóannes N. Poulsen tikið.

 

ÚRSLIT FM HÁLVMARATON 2016

Nr. Tím Min Sek FM Kvinnur opin bólkur (-1999)
1. 1 31 13 Rigmor Napoleonsdóttir Arge 1969 Hvirlan
2. 1 39 08 Astrid Joensen 1967 Roysnið
3. 1 39 57 Birna Mohr Joensen 1970 Hvirlan
4. 1 42 16 Ann-Mari av Skarði 1974 Bragdið
5. 1 45 21 Ella Áarstein 1964 Treysti
6. 1 48 43 Hallbjørg Danielsen 1973 Roysnið
7. 1 49 37 Hergerð Heldarskarð 1968 Bragdið
8. 1 49 51 Margreth Augustinussen 1973 Hvistan
9. 1 50 13 Adelaid Kirke 1968 Hvirlan
10. 1 52 54 Ingun G. Sørensen 1971 Treysti
11. 1 53 28 Marita Hansen 1979 Bragdið
12. 1 53 49 Vera Larsen 1966 Treysti
13. 1 54 25 Jorie Josephsen 1971 Treysti
14. 1 54 40 Sunneva Olsen 1959 Bragdið
15. 1 55 43 Christina Holm 1973 Hvistan
16. 1 56 31 Karin Kirke Petersen 1964 Treysti
17. 1 56 40 Elisabeth Larsen 1968 Bragdið
18. 1 57 52 Karin Maria Isaksen 1963 Bragdið
19. 1 59 10 Heidi Jógvansdóttir 1972 Bragdið
20. 1 59 29 Elisabeth Rasmussen 1959 Bragdið
21. 2 01 41 Beinta Mohr Leo 1973 Hvistan
22. 2 01 41 Ásgerð Leona Nilssen 1973 Hvistan
23. 2 05 59 Heriet Djurhuus 1965 Bragdið
24. 2 06 15 Olga Johannessen 1967 Roysnið
25. 2 09 32 Jóhanna Vang 1964 Bragdið
26. 2 11 17 Petry Joensen 1969 Hvistan
27. 2 12 04 Maria Vinther 1981 Hvistan
28. 2 13 52 Sólrun Krosslá 1972 Hvistan
29. 2 14 56 Jessie Hansen 1955 Bragdið
30. 2 14 58 Súsanna Lydersen 1978 Treysti
31. 2 15 08 Malan Vágsgarð 1961 Treysti
32. 2 20 04 Eileen Bech 1966 Hvistan
33. 2 21 52 Heidi Joensen 1972 Hvistan
34. 2 35 20 Anja Haldis Magnussen 1967 Hvistan
Nr. Tím Min Sek FM menn opin bólkur (-1999)
1. 1 14 03 Jan Elmar Sørensen 1991 Treysti
2. 1 15 12 Eirikur Hansen 1980 Bragdið
3. 1 15 36 Andrias Hansen 1982 Bragdið
4. 1 18 06 Julian Gregersen 1998 Treysti
5. 1 18 21 Martin Gravesen 1967 Bragdið
6. 1 20 39 Niels Poulsen 1972 Bragdið
7. 1 20 49 Henry Olsen 1964 Bragdið
8. 1 24 43 Lau Jensen 1972 Roysnið
9. 1 25 32 Heini Gregersen 1964 Treysti
10. 1 28 05 Hjalmar Sjóvará 1966 Bragdið
11. 1 28 22 Kaj Dam 1966 Treysti
12. 1 28 54 Jens R Weihe 1947 Frælsi
13. 1 29 02 Andrass Joensen 1963 Bragdið
14. 1 29 46 Marnar Pattinson 1970 Roysnið
15. 1 30 09 Súni Jacobsen 1967 Bragdið
16. 1 31 03 Rói Herup Olsen 1983 Bragdið
17. 1 31 36 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið
18. 1 32 25 Páll Højgaard Vesturbú 1961 Hvirlan
19. 1 33 27 Anton Højgaard 1977 Roysnið
20. 1 33 41 Jósvein Herup Olsen 1958 Bragdið
21. 1 33 59 Helgi L. Petersen 1978 Roysnið
22. 1 34 12 Dan Knudsen 1962 Bragdið
23. 1 34 13 Bergur Didriksen 1965 Roysnið
24. 1 35 09 Rani Nolsøe 1959 Treysti
25. 1 35 44 Hans Michael í Mittúni 1978 Treysti
26. 1 35 57 Finn Johannessen 1978 Hvistan
27. 1 36 11 Herluf Hansen 1973 Bragdið
28. 1 36 17 Jóhan M. Jacobsen 1966 Roysnið
29. 1 36 29 Allan Dalsgarð 1972 Bragdið
30. 1 38 39 Sverri Steinhólm 1963 Bragdið
31. 1 39 41 Kári Simonsen 1959 Bragdið
32. 1 39 44 Arnfinnur Helmsdal 1970 Bragdið
33. 1 42 09 Dan Kruse Thomsen 1970 Bragdið
34. 1 43 35 Terje Hansen 1968 Roysnið
35. 1 44 22 Haakon Leo 1972 Hvistan
36. 1 44 30 Regin Arge 1969 Hvirlan
37. 1 45 32 Rúni Simonsen 1973 Bragdið
38. 1 47 13 Gunnar Simonsen 1952 Treysti
39. 1 47 59 Bent Jakobsen 1958 Bragdið
40. 1 51 21 Rani Friang Rasmussen 1985 Roysnið
41. 1 52 08 Paul Kragesteen 1964 Bragdið
42. 1 54 19 Kristmar Evaldson Johannesen 1962 Treysti
43. 1 54 20 Jógvan Olsen 1956 Bragdið
44. 1 57 56 Eyðbjørn Poulsen 1967 Treysti
45. 1 58 30 Hallur Biskopstø 1960 Treysti
46. 2 04 11 Fríðrikur Bláhamar 1965 Bragdið
47. 2 07 15 Heðin Í Frammistovu 1961 Treysti
48. 2 09 40 Johnny Lamhauge 1983 Roysnið
49. 2 16 01 Marner Tausen 1954 Hvistan
50. 2 49 41 Regin Jòanesarson 1945 Treysti
Nr. Tím Min Sek FM Kvinnur vet. (1961-1970)
1. 1 31 13 Rigmor Napoleonsdóttir Arge 1969 Hvirlan
2. 1 39 08 Astrid Joensen 1967 Roysnið
3. 1 39 57 Birna Mohr Joensen 1970 Hvirlan
4. 1 45 21 Ella Áarstein 1964 Treysti
5. 1 49 37 Hergerð Heldarskarð 1968 Bragdið
6. 1 50 13 Adelaid Kirke 1968 Hvirlan
7. 1 53 49 Vera Larsen 1966 Treysti
8. 1 56 31 Karin Kirke Petersen 1964 Treysti
9. 1 56 40 Elisabeth Larsen 1968 Bragdið
10. 1 57 52 Karin Maria Isaksen 1963 Bragdið
11. 2 05 59 Heriet Djurhuus 1965 Bragdið
12. 2 06 15 Olga Johannessen 1967 Roysnið
13. 2 09 32 Jóhanna Vang 1964 Bragdið
14. 2 11 17 Petry Joensen 1969 Hvistan
15. 2 15 08 Malan Vágsgarð 1961 Treysti
16. 2 20 04 Eileen Bech 1966 Hvistan
17. 2 35 20 Anja Haldis Magnussen 1967 Hvistan
Nr. Tím Min Sek FM Kvinnur supervet. (-1960)
1. 1 54 40 Sunneva Olsen 1959 Bragdið
2. 1 59 29 Elisabeth Rasmussen 1959 Bragdið
3. 2 14 56 Jessie Hansen 1955 Bragdið
Nr. Tím Min Sek FM Menn veteranar (1961-1970)
1. 1 18 21 Martin Gravesen 1967 Bragdið
2. 1 20 49 Henry Olsen 1964 Bragdið
3. 1 25 32 Heini Gregersen 1964 Treysti
4. 1 28 05 Hjalmar Sjóvará 1966 Bragdið
5. 1 28 22 Kaj Dam 1966 Treysti
6. 1 29 02 Andrass Joensen 1963 Bragdið
7. 1 29 46 Marnar Pattinson 1970 Roysnið
8. 1 30 09 Súni Jacobsen 1967 Bragdið
9. 1 31 36 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið
10. 1 32 25 Páll Højgaard Vesturbú 1961 Hvirlan
11. 1 34 12 Dan Knudsen 1962 Bragdið
12. 1 34 13 Bergur Didriksen 1965 Roysnið
13. 1 36 17 Jóhan M. Jacobsen 1966 Roysnið
14. 1 38 39 Sverri Steinhólm 1963 Bragdið
15. 1 39 44 Arnfinnur Helmsdal 1970 Bragdið
16. 1 42 09 Dan Kruse Thomsen 1970 Bragdið
17. 1 43 35 Terje Hansen 1968 Roysnið
18. 1 44 30 Regin Arge 1969 Hvirlan
19. 1 52 08 Paul Kragesteen 1964 Bragdið
20. 1 54 19 Kristmar Evaldson Johannesen 1962 Treysti
21. 1 57 56 Eyðbjørn Poulsen 1967 Treysti
22. 2 04 11 Fríðrikur Bláhamar 1965 Bragdið
23. 2 07 15 Heðin Í Frammistovu 1961 Treysti
Nr. Tím Min Sek FM Menn superveteranar (-1960)
1. 1 28 54 Jens R Weihe 1947 Frælsi
2. 1 33 41 Jósvein Herup Olsen 1958 Bragdið
3. 1 35 09 Rani Nolsøe 1959 Treysti
4. 1 39 41 Kári Simonsen 1959 Bragdið
5. 1 47 13 Gunnar Simonsen 1952 Treysti
6. 1 47 59 Bent Jokobsen 1958 Bragdið
7. 1 54 20 Jógvan Olsen 1956 Bragdið
8. 1 58 30 Hallur Biskopstø 1960 Treysti
9. 2 16 01 Marner Tausen 1954 Hvistan
10. 2 49 41 Regin Jòanesarson 1945 Treysti

 

0 comment
0

Related Articles