Jan Elmar Sørensen vann í Sørvági

Skrivað hevur

Veðrið var av tí allar fagrasta leygarmorgunin, tá 4. umfar av TF Vetrarkappingini skuldi rennast í Sørvági. Men náttin hevði verið eitt sindur kaldari enn veðurmenninir høvdu spátt, og úrslitið var, at alt var tað bera gler í Sørvági og út eftir Bíggjarvegnum. Tað var ikki hugsingur um at fara at renna kapp.

Tá nú alt fólkið var møtt upp og allar fyrireikingar gjørdar, var tað sera keðiligt at avlýsa ella útseta til annan dag. Sólin var komin fram, og íslagið á vegnum var bara ein millimetur. Kommunan lovaði at koyra til Bíggjar við saltbilinum, og tí var avrátt, at útseta renningina tveir tímar. Leygardagur var, og vituligt skulu fólk so nógv ymiskt. Tíverri vóru nøkur, sum ikki høvdu stundir at bíða hesar báðar tímarnar, men vit meta, at hetta var rætta avgerðin, tí tá renningin byrjaði kl. 13 var púra tátt allan teinin.


Tað var bert tað fyrsta strekkið, sum var eitt sindur hált, annars var púra tátt hjá títt eitt sindur skerda hópinum at renna

Hjá monnunum manglaðu fleiri av teimum, sum plaga at kappast um fremstu plássini. Henry Olsen var møttur, men hevði ikki stundir at bíða, Sam Vang var ikki tilmeldaður og ungi klaksvíkingurin Julian Gregersen hevði meitt sær fótablaðið í fótbóltsleiki.

Jan Elmar Sørensen vann sína fyrstu stóru kapping hjá monnum. Hann og Hallur Hom fylgdust til Gásadalstunnilin, men tá teir vendu og runnu oman aftur móti Bø, megnaði Hallur ikki at fylgja við Jan Elmari í undanbrekkuni. Komnir til Bíggjar var Jan Elmar longu meira enn 100 metrar undan, og kappingin í veruleikanum avgjørd. Munurin á málinum var 37 sekund. Rúni Seloy fekk sítt besta úrslit í vetur og beliv nummar trý stutt aftanfyri Hall.


Jan Elmar Sørensen vann sína størstu kapping nakrantíð. 

Rigmor N. Arge vann sín næsta sigur í vetur. Rigmor rann sera væl í gjár, og vann trygt framman fyri Rebekku Fuglø, sum rann sítt fyrsta umfar í TF-Vetrarkappingini. Hon hevur drigist við ein skaða, men gott at síggja hana í kapping aftur. Duruta R. á Lofti gav Rebekku harða kapping, men endaði góð 20 sekund aftari á triðjaplássi. Ann Thomsen var beint í hølunum á Durutu á fjórða plássi, men kom við góða innsatsinum á pallin hjá kvinnuveteranunum, har hon vann bronsu. Rigmor vann gull og Duruta silvur.

Í kappingini hjá gentunum vísti Maria Biskopstø ræðandi styrki og vann trygt á Oddvør Josephsen og Elin Kristinu Ryan. Móti endanunum var hon um at blanda seg í toppdystin hjá teimum størru dreingjunum. Dreingjakappingina vann Niklas T. Kruse kortini trygt framman fyri Rúna Skarðhamar. Á triðjaplássi kom ungi hósvíkingurin Hans Erland Thomsen.


Gentan, sum aldrin blívur móð. Maria Biskopstø vann gentukappingina

Hjá superveteranunum fingu vit eina spennandi kapping hjá kvinnunum, har Jessie Hansen vann sín fyrsta sigur. Hetta í harðari kapping við Jóngerð H. Høgnesen, sum bert var 11 sekund aftari. Hjá monnunum var gott at síggja Regin Jóanesarson á pallinum aftur. Hann hevði strítt seg gjøgnum kavan úr Vestamnna fyri at vera við í kappingini. Eisini Gunnar Simonsen var á pallinum fyri fyrstu ferð í vetur eftir sítt 2. pláss. Tryggur vinnari gjørdist ikki óvæntað Jens Rikkard av Víkum Weihe, sum stórsigraði á heimabeitinum.

Veterankappingina hjá monnum vann Hallur, Guttorm Sørensen varð nummar tvey og gott at síggja Hjalmar Sjóvará á sigurspallinum eftir sínum bronsumerki.


Fólksligi borgarstjórin í Sørvágs Kommunu, Sune Jacobsen, handaði heiðursmerkini. Hann og Regin hava kenst í mong ár. Sune visti eisini at siga, at Jens Rikkard Weihe er ættaður úr bygdini á Víkum, og at tað ivaleyst eru haðani góðu rennieginleikarnir stava. 

Takk til allar luttararnar fyri tolni at bíða. Og takk til Frælsi fyri stak góða fyriskipan. Og takk til Sørvágs Kommunu fyri salting.

Úrstlit TF VK-4 í Sørvági 17_ jan

 

Úrslit TF VK-4 í Sørvági 17. jan. 2015 kl. 13.00 (útsett frá kl. 11.00 vegna hálku)
Gentur (1999-2003) – ca. 2,8 km
1 10.56 Maria Biskopstø 2002 Treysti
2 11.33 Oddvør Josephsen 2001 Treysti
3 13.05 Elin Kristina Ryan 2000 Treysti
4 13.17 Unna Ró Jacobsen 2002 Bragdið
 –
Dreingir (1999-2003) – ca. 2,8 km
1 10.32 Niklas T. Kruse 1999 Bragdið
2 10.50 Rúni Skarðhamar 1999 Roysnið
3 11.41 Hans Erland Thomsen 2003 Bragdið
4 12.32 Gunnar Sivertsen 1999 Treysti
5 12.44 Ingi Johannessen 2002 Roysnið
6 13.39 Hans Sivertsen 2001 Treysti
 – DNF Dánjal Dahl Ljósheim 2000 Hvirlan
 – DNF Hugin Jacobsen 2002 Bragdið
 –
Kvinnur opin bólkur (-1998) – ca. 11,8 km
1 51.36 Rigmor Napoleonsdóttir Arge 1969 Hvirlan
2 53.09 Rebekka Fuglø 1993 Treysti
3 53.32 Duruta Reginsdóttir á Lofti 1969 Bragdið
4 53.56 Ann Thomsen 1966 Bragdið
5 54.23 Beinta Hoydal Joensen 1971 Bragdið
6 55.51 Krista Nielsen 1965 Bragdið
7 57.03 Birna Mohr Joensen 1970 Hvirlan
8 57.43 Ann-Mari av Skarði 1974 Bragdið
9 59.05 Adelaid Kirke 1968 Hvirlan
10 1.03.06 Laila Jacobsen 1962 Frælsi
11 1.04.10 Eydna Weihe 1969 Bragdið
12 1.05.24 Anna Maria Seloy 1964 Bragdið
13 1.06.01 Birna Abrahamsen 1970 Hvirlan
14 1.07.46 Dagmar Clothier 1972 Bragdið
15 1.07.57 Heidi Jógvansdóttir 1972 Bragdið
16 1.09.29 Elin Haraldsstovu 1961 Bragdið
17 1.10.21 Jessie Hansen 1955 Bragdið
18 1.10.27 Tina Kruse Dam 1977 Bragdið
19 1.10.32 Jóngerð Herup Høgnesen 1948 Bragdið
20 1.10.51 Elisabeth Larsen 1968 Bragdið
21 1.11.11 Maria Biskopstø 1965 Bragdið
22 1.11.40 Olga Johannessen 1967 Roysnið
23 1.13.06 Beinta Enni 1973 Frælsi
24 1.14.22 Jóhanna Vang 1964 Bragdið
25 1.14.28 Eilen Matras 1971 Treysti
 – DNS Anna Sofía Eysturoy 1963 Bragdið
 – DNS Karin Maria Isaksen 1963 Bragdið
 – DNS Astrid Joensen 1967 Roysnið
 –
Kvinnur veteranar (1960-1969) – ca. 11,8 km
1 51.36 Rigmor Napoleonsdóttir Arge 1969 Hvirlan
2 53.32 Duruta Reginsdóttir á Lofti 1969 Bragdið
3 53.56 Ann Thomsen 1966 Bragdið
4 55.51 Krista Nielsen 1965 Bragdið
5 59.05 Adelaid Kirke 1968 Hvirlan
6 1.03.06 Laila Jacobsen 1962 Frælsi
7 1.04.10 Eydna Weihe 1969 Bragdið
8 1.05.24 Anna Maria Seloy 1964 Bragdið
9 1.09.29 Elin Haraldsstovu 1961 Bragdið
10 1.10.51 Elisabeth Larsen 1968 Bragdið
11 1.11.11 Maria Biskopstø 1965 Bragdið
12 1.11.40 Olga Johannessen 1967 Roysnið
13 1.14.22 Jóhanna Vang 1964 Bragdið
 – DNS Anna Sofía Eysturoy 1963 Bragdið
 – DNS Karin Maria Isaksen 1963 Bragdið
 – DNS Astrid Joensen 1967 Roysnið
 –
Kvinnur superveteranar (-1959) – ca. 11,8 km
1 1.10.21 Jessie Hansen 1955 Bragdið
2 1.10.32 Jóngerð Herup Høgnesen 1948 Bragdið
 –
Menn opin bólkur (-1998) – ca. 11,8 km
1 43.38 Jan Elmar Sørensen 1991 Treysti
2 44.12 Hallur Holm 1967 Bragdið
3 44.46 Rúni Seloy 1994 Bragdið
4 46.36 Niels Poulsen 1972 Bragdið
5 47.08 Teitur Bjarnastein 1997 Bragdið
6 47.31 Guttorm Sørensen 1968 Treysti
7 48.48 Hjalmar Sjóvará 1966 Bragdið
8 49.04 Regin Áki Hansen 1970 Bragdið
9 49.27 Albert Johansen 1966 Frælsi
10 49.33 Jens R. Weihe 1947 Frælsi
11 50.26 Uni Svabo Joensen 1969 Frælsi
12 51.09 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið
13 51.34 Borgar Biskopstø 1962 Treysti
14 51.53 Herluf Jakobsen 1963 Bragdið
15 53.21 Bergur Didriksen 1965 Roysnið
16 54.50 Páll Vesturbú 1961 Hvirlan
17 55.35 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið
18 55.55 Arnfinnur Helmsdal 1970 Bragdið
19 55.59 Jan Matras 1966 Treysti
20 56.50 Steingrímur Hallsson 1997 Bragdið
21 57.36 Gunnar Simonsen 1952 Treysti
22 58.24 Fríðrikur Bláhamar 1965 Bragdið
23 59.50 Sølvi Simonarson 1978 Frælsi
24 63.37 Flemming Petersen 1960 Roysnið
25 64.04 Dan Kruse Thomsen 1970 Bragdið
26 66.32 Helgi Johannessen 1967 Roysnið
27 1.11.05 Rúni Magnusson 1970 Frælsi
28 1.20.07 Regin Jóanesarson 1945 Frælsi
 – DNS Henry Olsen 1964 Bragdið
 – DNS Herluf Hansen 1973 Bragdið
 – DNS Rani Friang Rasmussen 1985 Roysnið
 – DNS Marnar Pattinson 1970 Roysnið
 – DNS Kári Simonsen 1959 Bragdið
 – DNS Rógvi Johansen 1997 Bragdið
 – DNF Jákup Dahl Ljósheim 1998 Hvirlan
 –
Mansunglingar (1994-1998) – 11,8 km
1 44.46 Rúni Seloy 1994 Bragdið
2 47.08 Teitur Bjarnastein 1997 Bragdið
3 56.50 Steingrímur Hallsson 1997 Bragdið
 – DNF Jákup Dahl Ljósheim 1998 Hvirlan
 – DNS Rógvi Johansen 1997 Bragdið
 –
Menn veteranar (1960-1969) – 11,8 km
1 44.12 Hallur Holm 1967 Bragdið
2 47.31 Guttorm Sørensen 1968 Treysti
3 48.48 Hjalmar Sjóvará 1966 Bragdið
4 49.27 Albert Johansen 1966 Frælsi
5 51.09 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið
6 51.34 Borgar Biskopstø 1962 Treysti
7 51.53 Herluf Jakobsen 1963 Bragdið
8 53.21 Bergur Didriksen 1965 Roysnið
9 54.50 Páll Vesturbú 1961 Hvirlan
10 55.35 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið
11 55.59 Jan Matras 1966 Treysti
12 58.24 Fríðrikur Bláhamar 1965 Bragdið
13 1.03.37 Flemming Petersen 1960 Roysnið
14 1.06.32 Helgi Johannessen 1967 Roysnið
 – DNS Henry Olsen 1964 Bragdið
 –
Menn superveteranar (-1959) – 11,8 km
1 49.33 Jens R. Weihe 1947 Frælsi
2 57.36 Gunnar Simonsen 1952 Treysti
3 1.20.07 Regin Jóanesarson 1945 Frælsi
 – DNS Kári Simonsen 1959 Bragdið

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*