Kapprenning á Vestanstevnu leygardagin

Skrivað hevur

Leygarmorgunin 15. juli verður vestanstevnan hildin í Miðvági, og í tí sambandi fer Frælsi at skipa rennikapping. Kappingin er bæði fyri børn og vaksin. Tey vaksnu renna 6 km meðan børnini renna soleiðis:

  • Gentur og dreingir – 7 ár (f. 2010-2017) 300 m
  • Gentur og dreingir – 10 ár (f. 2007-2009) 500 m
  • Gentur og dreingir – 13 ár (f. 2004-2006) 1.000 m
  • Gentur og dreingir – 17 ár (f. 2000-2003) 1.000 m

Kappast verður eisini í bólkunum veteranar og superveteranar.

Starturin verður við MB-húsið kl. 10.00. MB-húsið verður eisini staðið har møtt verður, og har kann meldast til frá kl. 9.15. Eisini kann meldast til á netinum á hesi slóðini. Kostnaður er 50 kr. fyr vaksin og 20 kr. fyri børn.

Hugnaløta við heiðursmerkjahandan, kaffi, saft og køku verður eftir renningina.

Vestenstevnurenning
Frá vestanstevnurenningini í 2014. Á myndini síggja vit Jens, Albert, Borgar, Una og Arnfinn og síðani koma Bergur, Jósvein, Egil, Terje(?), Rói(?) og Rigmor. 

 

 

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>