Home Uncategorized Kirkjurenning hjá Treysti og Roysnið jólaaftansmorgun

Kirkjurenning hjá Treysti og Roysnið jólaaftansmorgun

by Guttorm Sørensen

Umframt Kirkjurenning í Havn, so skipa Treysti og Roysnið eisini fyri hvør sínari Kirkjurenning jólaaftansmorgun.

Hetta skrivar Treysti á sínari heimasíðu:

Eins og undanfarin ár so verður aftur skipað fyri Kirkju Renning úr Kunoy til Klaksvíkar jólaaftansmorgun.

Hetta verður longu níggjunda ferðin hesin túrur verður runnin. Fleiri hava runnið hvørja ferð. Fólk hava tikið sera væl undir við hugskotinum. Tí er avgjørt at skipa fyri túrinum aftur Jólaaftan 2016.

Veðrið ráða vit ikki yvir, og er tað tí altíð spennandi at frætta hvat veðurgudarnir borðreiða við av veðri Jólaftansmorgun.

Runnið verður frá Kunoyar Kirkju til Christianskirkjuna. Teinurin er 11,7 km. Talan er um ein hugnaligan rennitúr og als ikki um eina rennikapping. Um onkur ætlar at renna styttri og ikki dámar at renna gjøgnum tunnilin, so ber til at byrja uttanfyri tunnilsmunnan í Haraldsundi. Tann teinurin er 6,2 kilometrar.

Byrja verður frá kirkjuni í Kunoy umleið kl. 9.30, soleiðis at øll hava góða tíð til at vera heima aftur áðrenn døgverða. Eftir renningina bjóðar Treysti til morgunmat í Bakarínum hjá Jórun, har allir luttakarar er vælkomnir, at fáa sær ein bita og renniprát, áðrenn tey fara heim aftur at stakast víðari til jóla.

Luttakararnir verða bidnir um at møta við Badmintonhøllina kl. 9.00. Treysti hevur leigað buss til at koyra luttakararnar til Kunoyar. Øll eru vælkomin at luttaka.

Minnist til endurskinsvest og pannulyktina!


Hendan myndin er frá 2009. Vónandi verður tað líka “hvítt” hesuferð

 

Hetta skrivar Roysnið:

Komi og byrji jólaaftan við einum hugnaligum rennitúri.

Vit møtast við Glyvra kirkju kl. 10.00 renna  til kirkjuna í Rituvík, síðani heim eftir Agninum oman til Nes kirkju, og enda í Fríðrikskirkjuna, har suppa er at fáa í kjallaranum.

Teinurin er uml. 13,6 km.

Um ein ikki hevur mót uppá ein so langan túr, kann rennast heim á Nes um Agnið, tað eru uml. 10 km. Rennast kann eisini frá Glyvrum beint út í Fríðrikskirkjuna, tað er uml. 6 km.

Vit síggjast.

1 comment
0

Related Articles

1 comment

tegin 23.12.16 - 23:51

Roysnið gevur avlýst vegna veður

Comments are closed.