Home Komandi tiltøk Kunning í smb. við FM Ung 2014

Kunning í smb. við FM Ung 2014

by Guttorm Sørensen

Sum flest øllum kunnugt, so er tað í morgin og sunnudagin, at FM Ung 2014 verður hildið á Tórsbreyt. Kappingarnar byrja kl. 10.00 í morginári. Veðrið sær sera lovandi út, og tað er tí lagt upp til nakrar sera spennandi og góðar kappingar. Vónandi verða nógv fólk á Tórsbreyt í morgin og sunnudagin.

Niðanfyri er kunning til íðkarar, dómarar og foreldur.

Vert at leggja til merkis:

– Í innleiðandi umførum við 2 riðlum, koma 2 tey fremstu í hvørjum riðili og síðan 2 tær bestu tíðirnar víðari til finalu sunnudagin
– Í innleiðandi umførum við 3 riðlum, koma riðilavinnarin og síðan 3 tær bestu tíðirnar víðari til finaluna sunnudagin
– Í spurti, uttan innleiðandi riðil, verða beinleiðis finalur leygardagin

– Í langspurti við 2 ella fleiri riðlum eru bert tíðirnar avgerandi fyri endaliga úrslitið

– Í lopi og kasti fáa allir íðkarar 3 royndir (tó fáa íðkarar 16-17 ár og 18-19 ár 6 royndir í køstum)

– Startnummar (við navni) skal avheintast í rúminum undir klokkuni
– Hvørt felag hevur ábyrgdarpersón, sum hevur ábyrgd at býta út  startnummar til íðkarar felagsins
– Startnummar skal berast frammanfyri

– Dómarar og hjálparfólk skul møta í seinasta 30-60 minuttir áðrenn kappingarnar byrja
– Høvuðsdómari í hvørjari grein hevur ábyrgd av, at alt er tilreiðar áðrenn kappingarnar byrja
– Dómarar og hjálparfólk skulu øll vera í appelsingulum “Dómarajakka”, sum skal avheintast í dómarahølinum
– Ábit til dómarar og hjálparfólk verður at fáa í dómarahølinum

– Íðkarar skulu møta hjá startdómara/greinadómara  í seinasta lagi 5-10 minuttir áðrenn kappingin byrjar
– Heitt verður á íðkarar um at kappast í litunum hjá felagnum (um tað ber til)

– Heiðursmerkir verða, har til ber, handaði beint eftir greinin er lokin. Íðkarar/foreldur/venjarar mugu fylgja við nær handað verður

– Áskoðarar, fjepparar og foreldur skulu halda seg uttanfyri kappingarbreytina, meðan kappast verður. Hvør kappingarbreyt er bert til íðkarar og dómarar

– Øll úrslit verða hongd á úrslitatalvuna, sum hongur har hon plagar

– Stadionklokkan á Tórsbreyt verður brúkt sum klokka báðar kappingardagarnar !

– Sunnudagin verður byrjað við skrúðgongu kl. 12.30. Feløg møtast og stilla upp undir klokkuni 5 minuttir áðrenn. FÍF vónar at fólk møta fjølment til skrúðgonguna

Øllum verður ynskt eina góða kapping :)

Kappingarnevndin

0 comment
0

Related Articles