Kvinnurnar settu met á 4×100

Skrivað hevur

staffett 100m
Føroysku genturnar, Alda, Elisabet, Oddvør og Margit hava alla orsøk at fegnast um dagsins avrik.

Kl. 11 í morgun runnu føroyskar kvinnur fyri fyrstu boðrenning síðani á heimavøllinum á Svangaskarði í 1989 – fyri 28 árum síðani. Tá var føroyska úrslitið 60,5 sekund.

Genturnar vóru sera spentar og uppsettar til hesa kappingina. Tær hava undir leiðslu av venjaranum Debesi H. Christansen vant nakrar ferðir upp undir kappingina, og tað sá veruliga út til at hava gjørt ein góðan mun, tí skiftini gingu heilt væl.

Tað vóru 11 lið við í kappingini og Føroyar runnu á geil tvey í fyrra riðlinum. Alda S. Lamhauge byrjaði hjá okkum og lat tingakrossin víðari til Elisabet. Triðja túrin rann Margit, sum handaði til Oddvør, sum skuldi renna seinastu 100 metrarnar.

Sum sagt gingu øll skiftini væl, og vit vóru hampuliga væl við allan vegin. Í sera spennandi kappingini, komu vit á mál sum nummar fýra í riðlinum, og bíðað varð tí við spenningi eftir seinna riðlinum. Tíðin hjá okkum – 50,98 sekund – er vanliga nóg góð at røkka finaluna.

 

Fyri at koma í finaluna kravdist tí, at triðja liðið á málið skuldi hava verri tíð enn okkara. Hetta gekk akkurát ikki, tí spurtararnir av Caymen Islands gjørdust eitt lítið vet skjótari við 50,85 sekundu. Sostatt restaðu einans 13/100 sekund í at koma í finaluna.

Men føroyskt met settu tær so dyggiliga. Metið frammanundan áttu tvær av dagsins luttakarum, Elisabet og Margit saman við Sáru Debesardóttir og Hildur Poulsen. Tað metið var 52,66 sekund, so her varð ein feitur biti skorin burtur.

Og hugsa vit so um føroyska liðið fyri 28 árum síðani, so runnu okkara næstan 10 sekund skjótari.

Nú gleða vit okkum til í morgin, tá føroyska liðið skal renna 4×400 metrar. Hetta liðið er helst sterkari enn 4×100 m liðið. Raðfylgjan á okkara liði í morgin verður: Elisabet, Oddvør, Margit, Rebekka.

Vit ynskja føroyska liðnum í dag hjartaliga tillukku við avrikinum og metinum, og vit ynskja liðnum í morgin bestu eydnu!

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>