Landsliðið til Pallas Spelen

Skrivað hevur

Á nevndarfundi í týskvøldið varð avgerð tikin um, at senda landslið okkara til Pallas Spelen, sum er innandurakapping í Malmø. Tvær ferðir áður hevur landsliðið verið til hesa kapping. Hetta var í 2011 og 2015.

Ætlanin hevur allatíðina verið, at landsliðið skal hava meira enn eina uppgávu hvørt summar. Í ár fall VU Spelen saman við oyggjaleikunum, so ikki bar til at fara til tær báðar kappingarnar. Tí hevur nevndin tikið avgerð um aftur at fara til innandurakappingina í Malmø, sum verður vikuskiftið 27. og 28. januar 2018. Ferðast verður umvegis Kastrup, niður fríggjamorgun 26. januar og upp sunnukvøldið 28. januar.

Krøv fyri at koma við skulu vera lokin 30. oktober. Tað eru krøvini til elitubólkin, sum verða galdandi, og skulu vera framd hetta seinasta árið, innan- og uttandura. Frá 1. desember 2016 til 30. oktober 2017.

Teresa roynd 158
Teresa Bláhamar, hevur enn bert verið á ungdómslandsliðnum, men eftir frálíku úrslit hennara í Gøtuborg í summar, fær hon nú eisini møguleika at umboða elitu-landsliðið. 

Nevndin arbeiðir eisini við øðrum spennandi uppgávum til landsliðið umframt vit arbeiða víðari við fyrireikingum at fáa svensku/gotlendsku venjararnar Mattias Sunneborn og Jorma Jaaskelainen til Føroya komandi vár. Meira um alt hetta seinni.

Viðvíkjandi landsliðsarbeiði bleiv eisini tosað um eftir førimuni at økja NM luttøkuna til lendisrenning. Men støðið til NM er sera høgt í mun til føroyska renning, so tað krevst ein eyka venjingarinnsatsur enn tað vanliga, um hetta mál skal røkkast. Tí umhugsa vit at fyriskipa felagsvenjing við NM í lendisrenning fyri eyga.

Hetta var bert ein lítil kunning frá nevndarfundi okkara týskvøldið.

Landsliðið 2017
Tað skal vera spennandi at vera á landsliðnum. Tí vilja vit bjóða okkara landsliðsíðkarum fjølbroyttar avbjóðingar. Her oyl-liðið. Frá vinstru: Alda, Elisabet, Jan Elmar, Julian, Tórur,Margit, Rebekka og Oddvør. Marna væntar á myndini.(mynd: Gutti-foto)

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>